Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 TÍÐINDI Áki Bertholdsen – Vit væntaðu ikki, at sam­ gong­an fór at halda alt val­ skeiði. Tað ásannaði Bjørt Samuel­sen, løgtingskvinna fyri tjóðveldi, á floks­ tingi­num hjá flokkinum í Klaks­vík um vikuskiftið. Tað er ongin loyna, at ar­beiðs­lagið í sam­gongu­ni hevur verið vána­ligt. Fyrst fór Sonja Jógvans­dóttir úr Javn­að­ar­flokkinum og síðani kunn­gjørdi ein annar ting­lim­ur fyri Javn­að­ar­flokkin, Kristin Michel­sen, at hann ikki long­ur føldi seg at vera bund­n­an at sam­gonguni, men fór at taka støðu frá máli til mál. Men Bjørt Samuelsen sigur, at nú er støðan broytt, so at nú er hon sann­førd um, at sam­ gongan fer at halda. Eitt, sum ger, at støðan er broytt, er, at Magni Laksá­foss hevur tikið seg úr Sambandsflokkinum, og at útlit eru fyri, at samstarv kann fáast ímillum hann og samgonguna. Avgerandi týdning Og ein av teimum, sum nett­upp heldur, at tað hevur heilt avgerandi týdn­ing, at Tjóðveldi ikki slepp­ur valdinum, men verður verandi í samgongu, er løgtingsmaðurin, Ingolf S. Olsen. Hann heldur nevni­liga, at tað má undir ong­um umstøðum henda, at Fólkaflokkurin sleppur fram at valdinum aftur. Tað, hann serliga stúrir fyri, er tann nýggja fiski­ vinnu­skipanin, hendan sam­gongan hevur sett í gildi. Hann er serstakliga væl nøgdur við, at tað eydn­ aðist at fáa eina nýggja fiski­vinnuskipan. Men hann ávarar um, at enn er hundurin ikki hálvbardur, tí enn er langt eftir á mál, áðrenn hann fer at virka til fulnar. –  Tað hevur ongantíð havt størri týdning enn nú, at Tjóðveldi varð­veit­ ur valdið, tí tað verður fiskivinnan, sum skal verða fíggjarliga grundar­ lagið undan einum sjálv­ støðugum Føroyum, stað­ festur Ingolf S. Olsen. Hann sigur, at Tjóðveldi má fáa stundir til at seta teir ymsu tættirnar í fiskivinnuni í verk, og tað tekur drúgva tíð. Hann hugsar um menn­ingar­ kvotur­nar, sum skulu tryggja virksemi kring landið, hann hugsar um at selja fiskirættindi í upp­ boði, og um onnur viður­ skifti. –  Missur Tjóðveldi valdið áðrenn alt tað er gjørt, er lagamanni hjá andstøðuni at seta skipan­ ina úr gildið aftur, og tað hevur hon longu hótt við at gera. –  Skuldi tað hent, at Fólka­flokkurin fær valdið á fiskivinnuni aftur, eri eg púra sannførdur um, at hann fer at keypa sær væl­vild frá teimum, sum hava fingið atgongd til fiski­rættindini við at lata teir sleppa at verða ver­andi. Men so verður propp­ur settur í, so at ongin annar sleppur fram at, og ásetingin um at selja rætt­indi á uppboði, verður strik­að, sigur Ingolf Olsen. – Og tað má ikki henda, legg­ur hann afturat. Tey mugu undir ongum umstøðum sleppa framat FLOKSTING Tað hevur avgerandi týdning, at Tjóðveldi verður verandi í samgongu, sigur tingmaður fyri Tjóðveldi –  Orsøkin er, at øll vita, at loysingin er so nær, at tað er best at tiga hana í hel. Búskaparliga eru vit nevni­ liga so sterk nú, at vilja vit hava loysing, kunnu vit taka hana í morgin um so skal vera. Ríkisveitingin skal minkast Bæði oddafólkini í Tjóðveldi, og onnur tjóðveldisfólk á floks­tinginum leygardagin, gera sostatt greitt, at næs­tu ferð, Tjóðveldi fer í sam­ráð­ ingar um eina nýggja sam­ gongu, skal tað sjálvandi vera eitt aðalmál, at ríkisveitingin skal minkast, og at fleiri máls­øki skulu yvirtakast. Ein av teimum var Tor­ bjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík og fyrrverandi lands­stýrismaður og Løg­ tings­maður fyri Tjóðveldi, sum heldur, at tað tað ligg­ ur eitt leti fyri góðar 600 milliónir í føroyingum. – Tú verður akkurát líka latur sum tað, tú fært frá onkr­um øðrum og tí er tað so alt­av­gerandi at fáa ríkis­veit­ ing­ina, ella fongsuls­gjaldið, sum hann kallar tað, burtur sum skjótast. – Tá ið ríkisveitingin varð skerd, vóru tað mong, sum spád­du, at nú var deyðin í durinum, men kortini er brutto­tjóðarúrtøkan meiri enn tvífaldað síðani. – Varð ríkisveitingin ikki skerd, hevði hon verið 1,8 milli­ard í dag, ella 1,2 milli­ ar­d­ir hægri enn hon í roynd og veru er. Men einasta av­ leiðing av tí hevði verið, at almenna umsitingin hevði verið 1,2 milliardir dýrari, enn hon er nú, ella at Føroyar høvdu farið á heysin enn eina ferð, akkurát, sum vit fóru fyrst í nítiárunum – við full­ari ríkisveiting. Páll á Reynatúgvu, ting­ maður fyri Tjóðveldi, sum eisini er løgtingsformaður, leggur afturat, at spurn­ing­ ur­in um at taka loysing frá Dan­mark, er eina og aleina ein spurningur um hugburð, tí vit hava øll tey neyðugu amboðini til endamálið. Tað er bara ein spurningur um vit vilja brúka tey, ella ikki. Ongantíð økt so nógv Ein annar tingmaður, sum vil hava ríkisveitingina burt­ur, er Ingolf S. Olsen og hann staðfestur, at tað skal verða eitt beinleiðis krav frá Tjóðveldi, at í næstu sam­ gongu skal ríkisveitingin lækk­ast, helst niður í eina helvt. Hann vísir á, at varð ríkis­ veitingin ikki skerd og ásett til at vera eitt fast krónutal, hevði hon verið 1,8 milliard, men tað er púra vist, at so høvdu vit ikki havt eina hálva milliard í avlopi, sum vit hava nú, og vit høvdu held­ur ikki havt økta væl­ ferð. –  Vælferðin er ongantíð økt so nógv í Føroyum, síðani full­veldissamgongan sat og fekk skert ríkisveitingina, sig­ur Ingolf S. Olsen. MÁ IKKI HENDA – Tað má ikki henda, at Fólkaflokkurin og andstøðan sleppa fram at valdinum aftur, sigur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi FORÐINGIN ER BURTUR Fíggjarliga forðingin fyri at taka loysing, er burtur og nú snýr tað seg bara um at tora at taka stigið, siga tey bæði oddafólkini í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, floksformaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum