týsdagur 10. apríl 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilmund Jacobsen
Reiðarríið P/F Jókin, sum átti
skipið, hevur selt Sjagaklett
til eitt felag á vesturstrondini
í Kanada.
- Hetta er eitt felag, sum
hevur stórar kvotur, og vit
fingu ein so mikið góðan
prís fyri skipið, at vit gjørdu
av at selja, sigur reiðarin og
ein av eigarunum í felagnum,
P/F
Jókin,
Tummas
Christhopersen.
Hann vísir á, at P/F Jókin
hevur havt eyguni eftir
øðrum skipi í staðin fyri
Sjagaklett, men teir hava
ikki funnið rætta skipið enn.
Teir hava havt eitt skip í
kikaranum, men tað skipið
fingu teir ikki.
Spurdur,
um
talan
møguliga verður um eitt
skip við kølitangum, eins og
Fram hevur, sigur reiðarin, at
tað er ikki vist, men í løtuni
standa
allir
møguleikar
opnir, tí enn hava teir ikki
funnið rætta skipið.
Djúpvatnstrolarin, Niels
Pauli, sum sama felag eigur,
hevur nýliga fingið 35 ára
klassing, umframt at ymiskt
annað er gjørt við skipið.
Teir eru nú á triðja túri eftir
klassingina.
Vilmund Jacobsen
Uppsjóvarskipið Nýborg hjá
Ocean Group Faroes í Vági,
sum fyrst í hesum árinum
fekk ein stóran sjógv sunnan
fyri Føroyar, er nú liðugt um
vælt í Runavík og Skála og
kann nú rigga til at fara til
fiskiskap aftur.
Tað
er
byggifyritøkan
Articon, sum hevur samskip
að stóra umvælingararbeiðið,
har felagið sjálvt hevur tikið
sær av einum parti, og síðan
eru tað ymiskir veitarar, sum
hava arbeitt beinleiðis fyri
reiðaríið.
- Okkara partur hevur
serliga
verið
apeterings
arbeiði á brúnni, í eftirlits
rúminum og manningar
rúmunum, og vit hava eisini
útvegað nýtt innbúgv til
skipið, sigur stjórin í Articon,
Jón Sigurdsson.
Fleiri veitarar
Fleiri veitarar hava verið
við í verkætlanini at um
væla Nýborg, eitt nú Havn
ar
Træsmiðja,
El-Service
á Skála, Radiobúðin í Sal
tangará, KJ Hydraulik á
Kambsdali,
skipasmiðjan
MEST og Gólvfix í Skopun.
- Flestu veitarar hava
arbeitt
beinleiðis
fyri
reiðaríið, og tað hevur so
eisini verið okkara lutur at
samskipa ymisku arbeiðini
umborð.
Stjórin í Articon sigur, at
fyrst lá Nýborg í Runavík,
men hevur nú í longri tíð
ligið á Skála.
- Í okkara fyritøku hava
vit eisini fleiri timburmenn,
og vit hava samstarvað
við
Havnar
Træsmiðju
um at gera listar og annað
snikkaraarbeiði, sum okkara
menn síðan hava monterað
umborð.
Jón Sigurdsson sigur, at
umvælingarnar umborð á
Nýborg vórðu lidnar í síðstu
viku, og nú kann skipið rigga
til at fara til fiskiskap aftur.
Fekk stóran sjógv
Tað var hin 5. januar í ár, at
skipið fekk stóran sjógv, tá
teir vóru staddir heilt har
suðuri við føroyska fiski
markið.
Ein av manningini, sum
var staddur á brúnni, tá
sjógvurin rakti, fekk skaða,
men tíbetur eydnaðist tað
føroysku bjargingartyrluni
at taka mannin upp av skipi
num, soleiðis at hann kundi
koma undir læknahond.
Hetta var ein trupul upp
gáva, tí á leiðini, har Nýborg
fekk sjógvin, var nógvur
vindur og ringt í sjónum, tá
bjargingarmanningin
við
hepnari hond í myrkrinum
hetta
feigdarkvøld
tók
mannin av skipinum.
Eysturbúgvin og Vestur
búgvin lógu hjá Nýborg, til
Vædderen og Brimil komu til
skipið, og síðan fylgdu Brimil
og Vædderen skipinum inn í
Nólsoyarfjørð.
Tað var hin 19. september í
fjør, at Nýborg kom úr Hirts
hals og á Vág, har skipað
varð fyri móttøku.
Skipið er bygt í Skagen í
ár 2000.
Umvælingararbeiðið liðugt
eftir skaðasjógv sunnanfyri
Uppsjóvarskipið Nýborg er nú umvælt eftir stóra sjógvin, teir fingu
í illveðri einar 170 fjórðingar sunnan fyri Føroyar
- Vit fingu eitt gott boð og seldu
Trolarin Sjagaklettur, sum hevði heimstað í Hvalba, er ikki longur partur av føroyska fiskiskipaflotanum
- Vit leita eftir einum øðrum skipi, men hava ikki funnið rætta skipið enn, sigur reiðarin, Tummas Christhophersen
Fleiri veitarar hava verið
saman um umvælingina av
Nýborg, og eitt nú hevur
Gólvfix lagt fleiri gólv
Nýborg, sum er bygd í
Skagen í ár 2000, kom á Vág
í fjør heyst, og fríggjadagin
5. januar varð skipið
rakt av skaðasjógvi