týsdagur 10. apríl 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Við framkomnari MR-skann
ing og ítøkiligum venjingum
fyri eldri granskar profess
arin, Carl-Johan Boraxbekk,
í, hvussu fólk kunnu halda
heilan kláran til ein langan
aldurdóm og soleiðis eisini
tálma gongdini við demens.
“Áh, var tað í dag, at vit
skuldu hittast?”
Nógv
eldri
kenna
til
trupulleikan
at
gloyma
avtalur; tey kunnu eisini
gloyma at tendra kaffi
kannuna, og viðhvørt leita
tey eftir orðum, tey ikki
finna.
Men, slíkt er ikki skelk
andi.
Hinvegin kann tað gerast
ein avbjóðing, um okkara
heilar ikki longur virka opti
malt, tá vit samstundis liva
longri.
Carl-Johan
Boraxbekk
er professari í kognitivari
neurovísund og elding, og
hann roynir við framkomn
ari MR-skanning og eitt nú
minnisvenjingum og likam
ligum venjingum at siga
okkum, hvussu heilin kann
haldast klárur til ein langan
aldurdóm.
Hugsandi er tað eisini
møguligt at seinka útbrotum
við demens við likamligum
aktiviteti.
Støðið í kanningini
Granskingin hjá Carl-Johan
Boraxbekk tekur støðið í, at
eldri skulu venja bæði minn
ið og likam fyri at halda heil
an í gongd.
Samanberingar
verða
gjørdar millum eldri, sum
venja og eldri, sum slett ikki
venja, og hugt verður eftir,
hvussu báðir partar loysa
ymiskar støður, tá tey verða
sett undir ávíst trýst ella
strongd.
- Tey eldru skulu eitt nú
minnast eina røð av orðum,
og tað kann gerast ógvuliga
trupult hjá nøkrum teirra,
sigur Carl-Johan Boraxbekk.
Professarin vísir á, at
minnið á royndarpersón
unum verður testað bæði
fyri og eftir “uppíleggingina”,
har tey eldru verða sett und
ir trýst.
- Vit skanna eisini heilan
við framkomnari MR-tøkni,
og har kunnu vit síggja, hvat
ávirkanin ger við aktivitetin
og kemi’ina í heilanum, og
hvussu nógv ávirkanin veks
ur um heilavirknaðin, sigur
hann.
Aktivitetur hvessur
Við sínum 37 árum er pro
fessarin, Carl-Johan Borax
bekk, enn ikki í vandabólki
num fyri at hava ein troyttan
og slitnan heila, sum vit kun
nu rópa tað.
Men,
tað
var
longu,
meðan hann var heilt ungur,
at hann gjørdist bergtikin av
tí týdningi, tað hevur at hava
ein virkan heila í einum long
um og góðum lívi.
- Eg havi altíð vant nógv
likamliga, og eg merkti, at
tað hvesti heilan. Tí gjørdist
eg eisini áhugaður í, hvat
venjing kann gera við heilan
á eldri fólki. Eg síggi velduga
stórar møguleikar í at halda
fram við mínari gransking á
hesum øki, sigur Carl-Johan
Boraxbekk.
Hann gjørdist eitt nú
ph.d. í fysiologi í 2008 og hev
ur síðan arbeitt við heilavirk
naði millum eldri.
Carl-Johan Boraxbekk er
eisini útbúgvin í heilivági og
sálarfrøði.
Kelda: www.alzheimer.dk
AKTIVITETUR GER
HEILAN KLÁRARI
Vilmund Jacobsen
Fýra heilagranskarar hava
fingið størstu virðislønina -
The Brain Prize - fyri avger
andi gransking í Alzheimers-
sjúku, og virðislønin er á
umleið 7,5 miljónir krónur.
Granskararnir eru Baart
De Strooper úr Belgia, Michel
Goedert
úr
Luxemburg,
Christian Haass úr Týsklandi
og John Hardy úr Onglandi.
Teir verða heiðraðir fyri
sína
serstøku
gransking
innan Alzheimers og aðrar
demenssjúkur.
Í dag finst eingin lekjandi
heilivágur móti demenssjúk
um sum Alzheimer, men bert
dempandi heilivágur móti
sjúkueyðkennunum.
Men, vegurin fram ímóti
einari betri viðgerð og við
tíðini eisini fram ímóti fyri
byrging liggur opin - takkað
veri teirri áralongu gransking,
sum hesir fýra hava slóðað
fyri á sínum royndarstovum.
Kelda: www.alzheimer.dk
- Tað kann gerast ein
avbjóðing, um okkara
heilar ikki longur
virka optimalt,
tá vit samstundis
liva longri, sigur
professarin og
granskarin, Carl-
Johan Boraxbekk.
- Eg havi altíð vant nógv, og eg merkti, at tað hvesti heilan. Tí gjørdist eg eisini áhugaður í, hvat
venjing kann gera við heilan á eldri fólki, sigur Carl-Johan Boraxbekk, professari og granskari
Heilagranskarar fingu stóra virðisløn
Fýra evropeiskir heilagranskarar hava fingið virðisløn á 7,5 miljónir krónur
fyri gransking innan Alzheimer og aðrar demenssjúkur