týsdagur 10. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41
NØVN
Minnist at Ólavur Michelsen, blað
stjóri á 14. september, í einari hug
farsligari grein tók til: At nú vóru
teir ungu politikarar floksins ikki
longur so ungir. Hetta var um tað
leitið, táið Erlendur, D.P., Sigurð,
Karsten o. a. riðu um sítt hálv
aldarskifti.
Hetta rann fram fyri meg, nú
eg las greinina hjá Christiani
Andreasen um Óla Breckmann,
sum tann 30. mars hevði føðingar
dag og legði sítt sjeyti ára hvarv
aftan tvørs – men sum tó tykist
líka so braneggjaður, sum hann
var í ungdómsins morgunlandi.
Býarmyndin
Ja, hvør kennir ikki hesa lands- og
býarmyndina av stavnamanni
num – prúður, skálkaliga brosandi
í serbretskum tweed-jakka við
Havanna-cigarini í kinnklovanum
og firvalda-propellini tætt undir
barkakýlinum. Alsamt meiri átøk
ur abbanum, tí orðfima og blíða,
Gunnari Dahl-Olsen.
Men hvat nú? Ber yvirhøvur
til at skriva eina hissini objektiva
grein um Óla Breckmann? Ja,
okey, vit gera eina roynd her - og
helst uttan at koma í fløkju við
nágreiniligu og góðu grein Chris
tians.
Hitti Óla fyrstu ferð á skriv
stovuni hjá Peturi W. Háberg í
Krosslíð seint í 1960’unum. Óli
las tá mál og søgu í Bretlandi, og
hann hevði tá borið Peturi eitt
kærkomið klípið, ið var hentað úr
kenda klettinum, har ið Augustus
Toplady (1740-1778) fjaldi seg í ódn
í 1776. Og har fekk hugskotið til
klassikaran: “Rock of Ages, cleft
for me, let me hide myself in
Thee” (“Klettur, klovin fyri meg”),
og sum er týddur til føroyskt av
bæði Victori Danielsen og Jákupi
Dahl, langabbi Óla.
Vinalag
Petur og Ludvík, pápi Óla, vóru
vinmenn frá ungum av og fyri
lívið, evnaríkir eygleiðarar og
frálíkir frásøgumenn báðir - og
meginskemtarar, ikki minst. Vina
bond teirra renna enn í ættunum.
Og Óli skrivaði seinni tær tríggjar
bøkurnar
um
faðirloysingin
Eiler Jacobsen úr Niðara gerði í
Søldarfirði, og sum um sín upp
vøkstur í Skálavík, bleiv fremsti
“Sildakongur” landsins.
Eisini skrivaði Óli bók um Hans
Paula Johannesen úr Hvanna
sundi, sum úr gjóstrinum norðuri
í Sundi gjørdist úrmælingur um
høv fyri sín fiskiskap, kendur um
landið fyri áræði og síni hittinorð.
So væl skrivað er bókin, at tann
sum kendi Hans Paula, hoyrir
hann væl fyri sær “from the
horse’s mouth” undir lestrinum
av bókini: “Jól á Halanum”.
Petur Háberg helt nógv av Óla,
og hann helt fyri við Ludvík, táið
Óli 26 ára gamal stillaði upp og
varð valdur inn í løgtingið: “ Eg
haldi, at sonur tín er ov gávuríkur
til at brúka lív sítt í politikki”.
Politikkur
Men so varð ikki. Politikkur varð
og er lív hansara. Vit skulu her
bara hespa nøkur orð saman -
hetta uttan at taka støðu til hans
ara politisku áskoðan um land og
heimin allan. Hetta fyribrigdið
man hann sjálvur hava borið
farm á torg til fulnar í bløðum og
útvarpi. So sera lættan penn, sum
hann hevur, og telist enn millum
bestu røðarar í báðum tingum ríki
sins.
Umframt
at
vera
floksins
stavnamaður og títtur viðmerkjari
á tingi. hevði hann áræði at gerast
blaðstjóri eisini. Eitt starv sum
nokk man teljast millum landsins
mest ótakksomu uppdrøg. Her á
landi, har øll kenna hvør annan, og
tí ikki slepst undan at særa onkr
an - meiri og minni.
Í “Dagblaðnum” var Óli B.
støðugt í hvassari andstøðu í
andgletti og í stronginum mót
vegis tí vinstrahalla politiska
manngarðinum tá á døgum. Og
hann hevði helst her sína ávirkan
kring landið.
Óli helt við síni atkvøðu á
fólkatingi lív í stjórnini hjá Poul
Schlüter, og at TV 2 sá dagsins
ljós var hansara einu atkvøðu fyri
at takka. Nakað sum danir enn
fegnast um. Og man tíðin nú vera
komin, at vit eisini fáa eitt heim
ligt TV 2?
Mentanarrák
Nú um dagarnar eru sendingar í
útvarpinum um, hvussu ungir før
oyingar upplivdu byltingarárini
frá 1968 og frameftir – tann mar
kanta
studentauppreisturin
í
Latínarkvarterinum í París - sum
breiddi seg sum heiðabrandur
um lond við mótmælum móti
myndugleikum við friðargongum
og sangi við rúsandi evnum og
heilt til avgudadyrkan av Guru-
menskum úr fjara Indialandi til
eysturhalla Kina-veldið Mao’s.
Hetta tíðarhvarvið er søguliga
áhugavert, og tað er tí vitiliga í
lagi, at vit frætta meiri frá hesum
umfari – eisini úr heimligum
horni. Vær tøkkum.
Men hevði tað ikki eisini ver
ið vert at hækka flogið eitt vet
og tikið við eina meiri seriøsa
søguliga viðgerð av hesi lagnu
kvidnu søgugongd. Tí hvat hendi
politiskt her um leiðir? Og hvussu
skarst, rætt ella skeivt? So sum
táið “summi sóu reytt” og táið
“diktaturur proletaranna” skolaði
søgusveiptur inn yvir vesturheim
in sum ein “endurkveikjandi” vár
flóð ? Men ikki at gloyma - eisini
sum eitt mótmæli móti ønskriliga
stríði vestanmanna í Vietnam -
skal eisini viðmerkjast her.
Og hvussu hevði sæð út, um Óli
ikki tá var á varðhaldi? Hevði tað
havt nakra ávirkan? Og hvar blivu
nú hinir sannførdu garparnir hjá
“maoistisku” vekingarrørsluni av?
Hesir, nú so fittir menn at hitta,
sum eg kenni, og mær dámar væl
at skifta orð við. Sum nú fjálga
um sína grein og fáligir ganga
aftan á konuni við vogninum í FK
og lagghallir bera plastposan fyri
frúuna í SMS um dagarnar (!).
Og søgu-, lógar-, litteratur- og
samfelagsfrøðingar eiga vit í
hópatali, sum liva undir hvørj
ari tilju – men mest í almenn
um størvum í lands- ella kom
munalum
høpi.
Hví
tiga
og
himprast hesir? Vit hoyra hin
vegin munandi til “vísindaliga”
granskan um søguligar skølingar,
sokkabond og pjøkar upp á kropp
in, pottaplantur, matvanar, putur
sukur, knettir, sirop ella mottuetið
skerpikjøt. Og um Gabel I og II.
Upp í saman....(!?).
Orð fáa fylgjur
Einaferð varð Óli samfelt sak
søktur av teim vinstrahallu fyri
at brúka heldur niðrandi munn
um sínar andstøðumenn og fólk
annars. Ein gitin, megin-Moskva-
trúgvur
danskur
landsrættar
sakførari, Jørgen Jacobsen (1919-
2016), varð fluttur til landið fyri
at jarðleggja Óla og “Dagblaðið”
við alla. Christian møtti sum verji
fyri Óla í rættinum. Men gakk.
Hin høgi rættur fann kærur and
støðumanna móti penni og “gáki”
Óla Breckmanns - als ikki at vera
revsiverdar, yvirhøvur (!).
Og nú er Óli aftur meldaður
fyri sítt illavorðna mussaskøði
til sýslumannin (u-ha, hetta sum
navni hansara í Áarstovu ræddist
sum pestina). Og Óli B. fer kanska
í Skansan fyri hetta áhaldsið.
Og tá man vinur og lagsmaður
hansara, Virgar Dalsgaard, ikki
vera langt frá landi (kanska við
“fótleinkju”?). Og so Óli P. helst
eisini, sum mangan skálkaliga
teknar Tobba við osandi Samson-
stúvi og glísunum á skák!
Ja, hví ikki? Setið tit bara teir
tríggjar garparnar inn í Portugálið,
so kunnu vit onnur valfarta fram
við tí opna vindeyganum, meðan
láturin innanveggja - teirra mill
um - helst onki mark man kenna
(!).
Grón og undirhald
“Breyð og cirkus” vildu rómverjar
hava í forum. Og kanska vit eisini
enn. Og kundi tað tí helst verið eitt
hugskot, fyri at lýsa hetta tíðar
skeiðið betur, at latið Óla og onkr
an annan kendan garp fingið høvi
til í KVF at greiða nakað nærri frá
um síni kveikjandi ungdómsár.
Setið eini tveir saman. Tað hevði
ivaleyst verið bæði læruríkt og
skemtiligt.
Um tey í KVF yvirhøvur tora
hetta. Tí hvørja ferð Óli og eini
tveir aðrir politiskir gubbar vitja
á glugganum, tá er orðstýrarin so
altráur (og hinir við) at taka orðið
av Óla. Og hví tað?
Hesin Óli, sum búnaðist til
mans og lærdi at “brúka seg” undir
bretskum umhvørvi hjá Edward
Heath og komandi “djúp-bláa”
anda Margaret Thatchers – with
stiff upper lip – sum Óli eisini
dugir so sera væl at gera gjøldur
burturúr (!). Og kanska eitt nú
skemtaran og meginskaldið Carl
Jóhan Jensen (60 ár – bæði roman
ir og rímur), sum ungur alloðin
pílagrímur vitjaði sítt “Eden” í
Albaniu, men sum bleiv rakaður
um bollan og síðani hevur hildið
albanska hármótan viðlíka – glitr
andi um sín imperiala skalla (sum
hann í móðurætt ikki hevur frá
fremmandum, forrestin).
TAÐ hevði verið nakað. Bæði
viðkomandi vitan og skemt! Jú,
hví ikki? Eg meini tað.
Nær bindur Óli frið?
Ja, tað veit eg als ikki, tí um
framt at vera í fullsving á R7 gav
hann eina bók út í fjør og eina
fyrrárið. Tó hinvegin minnist vit,
at miðbýarins Kondittarí hjá tí
hugfarsliga Egili Restorff var fyrr
ein ressandi oasa fyri Óla og mong
onnur. Støðugt at rógva afturá.
Leygarmorgnar.
Uttast
við
hurðina sótu m.a. Lava- og Káka
menn og purraðu góðsliga hvør
annan, og innast við vindeygað sat
tað meiri seriøsa “lítla býráðið” og
samskiftu: Petur F., “Lill”, “Kissa”,
Ivan í svimjihøllini o.a. Meðan
nakað miðskips “til høgru” sótu
Óli og Christian o. fl., meðan Óli
undirhelt við søgum og skemti - og
ofta hevði hann eini 2-3 børn við í
varðveitslu, sum vitiliga hugnaðu
sær við – ja, kanska í so væl, meinti
Óli - sjokulátu frá Cadbury.
Óli minnist sera væl; men tykist
hinvegin ikki at vera illmintur. Ein
vinstrahallur studentaskúlalærari
bað hann koma í tíman og greiða
teim ungu nærri frá bókini um
Hans Paula úr Hvannasundi, og
seinni at skriva ein inngang til bók
sína um føroyskt mál “á manna
munni”. Tá var Óli straks fúsur til
hetta - áðrenn hálvtalað var orðið.
Nú, henda roynd mín til eina
føðingardagstuggu bleiv meiri til
eitt polemiskt hoyggj. Men, kanska
anga-hoyggj fyri onkran. So lat
tað fara. Og haldi mær til góðar. Eg
vildi bara festa nøkur orð á blað og
ynskja Óla B. til lukku við degnum...
Arnstein Niclasen
Óli Breckmann farin
um 70 ára hvarvið