Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Menn­andi sál­arfrøði, sálarheilsa og trivnaður í verki BÓKAUMMÆLI: Skrivað hava Gitte Klein, lærari, Master of Positive Psychology, p.t. lesandi til cand.psych. á ÁU og Ann-Britt F. Mortensen sosialráðgevi, eisini Master of Pos.Psych. frá ÁU, umframt aðrar lærur og starvsroyndir NÁM, (fyrrv. Sk­úl­a­bóka­ grunn­urin) undir MMR hev­ur givið út og stuðl­að við út­gáv­u­rel­evan­tari ráð­geving Eyðun Joensen pens. sálarfrøðingur: Tað er ikki á hvørjum degi, at fak­relevantar bøkur og/ ella slík rit ella tekstir koma al­ment út á føroyskum máli, og minnist meg rætt egnu hálvu virkisøldina aftur í tíð­ina, munnu tað vera bert einar 4-5 seinastu árini, og eg havi ummælt tær allar (pos­i­tivt), so lat meg eisini royna meg við hesi higartil sein­astu. Bókin varð annars løgd al­ ment fram í Miðlahúsinum á Kynd­ilsmessu 2/2-2018, har ikki minni enn tvey lands­ stýr­isfolk, annað um­boð­andi heilsuverkið og hitt ment­ anina, røddu. Ætlaði mær at líða á, tó tað lá ikki fyri. Nú eg síðani havi fingið bók­ina til gávus, sum tøkk fyri gamlan íblástur (?), havi eg við fragd og áhuga lisið hesa forvitnisligu, slóð­brót­ andi og fangandi bók og valt at ummæla eisini hana, samstundis sum eg undr­ ist á, at higartil eingi yngri, feskari og helst betri skúl­ að enn eg hava latið við seg koma um bókina, sum er eitt frambrot á góðum, lætt­lisn­ um, føroyskum máli. Hon er væl skipað, eis­ini við viðkomandi strik­u­mynd­ um, frágreiðingum, til­vís­ing­ um, dømum og uppgávum,og er bókin tískil væl skikkað sum bæði lærubók á mið­ náms­støði og sum fakligur íblást­ur til so mong og ym­ isk,sum virka innan barna- og unglingauppaling eins og í professionellum við­gerð­ar­ høpi. Tó bókin er sum so neyv­ an heilt dekkandi at brúka einsa­møll sum ALMENT kunn­andi grundbók í psyko­ log­i­frá­læru á miðnámsstøði, tí min­n­ist meg rætt, og tað er enn galdandi, so eru fyri­ sit­ing­ar­ligu krøvini har, at veitt skal verða lesandi eina nóg BREIÐA kunning og inn­leiðsla um sálarfrøðilig vís­indi í síni heild, haðani les­andi so kunnu velja at fara neyvari inn í partar av sá­l­a­r­frøðini, t.d. læru- og/ella menningarpsykologi, sosi­al­ psyko­logi, v.m. Sostatt er henda bók í so spesi­fikk at dekka alt tað kravda, tó mær tykir hana sera væl skikkaða til síni ser­øki: mennandi sálarfrøði, sál­a­r­heilsu og trivnað í verki afturat einari breiðari eg­ent­ ligari almennari grundbók, sum so tryggjar tað breiða, um enn grynri innlit í sálar­ frøð­i sum heild. Saknur er framvegis á grund­bók í almennari sálar­ frøði á føroyskum máli – og um ikki annað so góðari um­set­ing av nóg frægari út­ lendskari, síðani sjálvt ORЭ FANGI eisini hevur týdning fyri fakinnihald, -úrkomu og -dannilsi. Henda bók Gitte og Ann- Britt er málsliga væl ílatin. Treyð­ugt so slepst illa undan onkr­um fremmandaorðum, tó tey kunnu lesarar skilja, læra ella venja seg við gjøgn­ u­m kontekstin og/ella sláa upp. Bókin er mær kunnugt tann fyrsta av sínum slagi á før­oysk­um um POSITIVA SÁL­AR­FRØÐI, sum, gott tað sama, IKKI er tað í frum­sál­ ar­frøði og heimspeki: POSI­ TI­VISMA. Tann positivisman snúði seg meira um eitt ekstremt nátt­úr­uv­ísindaligt konsept m.a at uppala og dressera fólk og fæ eftir. Talan var í tí føri um eina mang­ an bondska, lítið et­iska og mann­vonda kont­anta at­ ferð­ar­við­gerð. Russisk og amerikonsk vísindafólk gingu undan í verki, og sagt verður at slíkar positivistiskar við­gerð­ar­ skipanir í besta starvs­stov­ ul­íki vóru (mis?)-brúkt­ar til m.a. at tvingsils- ”um­skúla” politiskt fráfallin, drank­a­r­ ar, eins og fólk, sum tá í tíðini vóru mett at vera kyns­vil­l­ ingar. Ikki tí, sjálvur havi eg í við­gerð­ar­makt­ar­loysi við støði í somu fornu nat­úr­u­ vís­ind­um stundum fyri­skip­ að sjúkra­hús­við­gerð av m.a. lívs­hótt­andi eti­ng­ar­ólagi, sjálv­sløst­an eft­ir slík­um leisti – og tað við hag­frøð­i­liga sæð heilt góð­um úrs­lit­um í mun til aðrar viðg­erð­ar­hætt­ ir. Men møguliga ”eyðn­aðist bara sjálv (skurð)-við­gerð­in”, og sjúklingurin ”doyði” kort­ ini. Tá er POSITIV PSYK­O­ LO­GI hópin meira mans­ sømandi og – vinarlig, man­i­ pu­ler­ar sum so ikki fólk, men tekur tey við upp í menn­ ing­ina betra vegin og veitir teim­um meðabýrgd fyri egn­ari menning, trivnað, í væl­veru og egnari lívslagnu. Samanumntikið ger posi­ tiv­isma nakað VIÐ við­skift­a­ fólk­ini, meðan positiv psyk­ o­logi ger nakað SAMAN við við­skift­a­fólk­um. Bókin tekur útgangsstøði í rám­andi kritikki av goml­um viðgerðarpraksis, har vit bak­ s­a­ð­ust yvir evnir einamest ”at repa­r­era feilir ella sløkkja eld­ar” so hvørt uttan at hava nóg frægar stundir, orku ella aðr­ar arbeiðsumstøður at granska sjúkuorsøkir og har­við fyribyrgja bágum. Bókin byrjar við eini rám­ andi søgu um eitt bjarg­ing­ar­ fólk, sum áhaldandi baksast við at draga druknandi með­ menn­iskju upp úr eini renn­ andi á uttan at hava stund­ir at vita hvar, hví og hvussu hesi fólk detta út í vand­a­ miklu ánna. Søgan rakar meg og helst við mær mangar gamlar sál­ ar­bøtarar meint, og í hvussu er, so kenni eg meg og mítt lívs­yrki væl aftur í søguni, tó eg verji meg við, at stundir og orka hava ikki verið til stórt ann­að enn at veita psyk. fyrstu­hjálp, bøta bráfangis slík­ar løstir, og mann eg í so máta deila lagnu við so mong onn­ur undangongufólk í heilsu- og almannayrki, tó ”guðsbarn sigst batna”, og al­mennar starvsetanir nú á døgum yvirhøvur eisini geva sínum setta fólki høvi at granska, skriva og deila út av sín­um arbeiðsroyndum. Henda bók tekur støði í positivari sálarfrøði við rót­ um heilt aftur til ”gamla” Maslow og hansara slóð­ brótandi verk aftur í farnu øld, har sjóneyka og virki psykologa heldur átti at vera vent móti dygdum, virðum, trá­an og trivnaði manna held­ur enn áður mest lýtum. Gamaní kann neyv sjúku­ stað­festing og diagnosa vera neyðug fortreyt fyri mun­ a­góðari viðgerð og bata, tó hon einsamøll neyvan bøtir nakr­an bága. Positiv sálarfrøði er nógv ment hesa seinastu fjórð­ ings­øldina og kann, aft­ur­at og saman við øðrum við­ kom­andi vísundaligum sjón­ ar­miðum, veita mong­um, leikum sum lærdum, í­blástur at skilja og menna seg sjálv um­framt með­menn­iskju, veri tað seg børn og ung í fostr­ings­høpi, sum náms­ frøð­ing­ur, lær­ari, sálar­frøð­ ingur, lækni, sosial­ar­beiðari, ítrott­ar­venj­ari, v.m. Eisini meti eg bókina kunna hava áhuga hjá fólki á ell­i­s­árum. Bókin normaliserar væl og skil­víst nøkur (eisini trup­ ul) lívsforløg heldur enn bara at stað­festa og kategorisera tey sum burturav negativ, men veit­ir vónir og ráð um end­ur­reisn aftaná upp­liv­að­ an mótburð. Bókin lýsir tí viðurskifti, sum kunnu vera týðandi fyri sál­ar­heilsu og trivnað og veit­ir við støði í nýggjari gransking um heilans ó­trúl­ iga bygnað og virki, m. a. neuroplastisitet við fjøl­ broytni, innlit í, hvussu menn­iskju læra, mennast og trív­ast, harvið betur skilja sjálvan seg og kunnu dugna øðr­um, sum t.d. børnum, sum fólk privat og/ella pro­fess­i­ onelt varða av. Henda bók er bert slakar 200 síður, tó hon fyllir nógv í mín­um høvdi og sinni. Samanumtikið eigur eitt um­mæli ikki at fara niður í hvønn smálut og endurlýsa alt tað forvitnisliga, skil­vísa, vísundaliga væl doku­ment­ er­aða og pedagogiskt væl skip­aða innihaldið í hesi bók. Eg kann mæla fólki, leik­ um sum lærdum, til at ogna sær bókina... og sum høv­ und­ar­nir sjálvir mæla til: Les hana fyrst í síni heild, síðani og eftir tørvi sum eina greiða, væl skip­aða uppslagsbók, er tørv­ur á meira návitan, ráð­ um ella meira íblástri. Og, sum áður nevnt, so er bókin eisini væl skikkað sum frálæruamboð í út­búgv­ ing­ar­høpi. Høvundarnar báðar, Ann-Britt F. Mortensen og Gitte Klein Mynd: Birgir Kruse