Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 KJAK Helgi Abrahamsen Tað skal bera til hjá øllum sjúk­ling­ um at fáa skjóta sjúkraviðgerð. ”Minst til at avlýsa tína við­ talutíð á Landssjúkrahúsinum um tú fært forfall.” Við hesum orð­ unum byrjar ein video-lýsing sum spælir á heimasíðuni hjá Lands­ sjúkra­húsinum. Í lýsingini verður sagt, at sjúkrahúsið upplivir javnan, at eingin møtir til ásettu tíðina, og tað forðar teimum í at brúka tíðina á skilabestan hátt. Hetta kostar eisini stóra upphædd á hvørjum ári. Men kanska er tað ikki løgið, at fólk ikki møta til eina viðtalu, um bíðitíðin er long. Um tú fært eina tíð í næstu viku, so er størri møgu­ leiki fyri at tú møtir, enn um tíðin tú fært er um eitt heilt ár. Og hetta er ein veruligur trupulleiki í Før­oy­ um. Sambandsflokkurin hevur lagt upp­skot fyri løgtingið um at veita øll­um føroyingum viðgerðartrygd. Málið við tí er, at allir sjúklingar skulu fáa møguleika at koma í við­ gerð innan 30 dagar, frá tí at ein er vorðin sjúkur. Hetta er eitt høgt mál at seta sær, og onkur kann halda, at tað er í so høgt, men í øllum førum skulu vit kunna bjóða teimum sjúku eina trygd fyri, at tey koma í skjóta viðgerð. At hava fólk sjúkrameldað í óneyðuga langa tíð kostar nógvar peng­ar, bæði tí at tey skulu hava peng­ar til lívsins uppihald, meðan tey bíða eftir viðgerðini, og tey eru harafturat óvirkin meðan tey bíða. Viðgerðin skal kortini gerast, og bíðitíðin ger hana ikki bílig­ari. Umframt alt hetta eiga vit ikki at gloyma, at lívsgóðskan hjá sjúk­ linginum versnar av, at hann gong­ ur og bíðar eftir at fáa viðgerð. Vónandi vinnur uppskotið hjá Sam­bandsflokkinum frama, tí her er nógv at vinna. Vit hava brúk fyri viðgerðartrygd Ingi K. Midjord Tað eru fleiri ár síðani Sam­bands­ flokkurin byrjaði at tosa um at bjóða øllum føroyskum sjúklingum við­gerðartrygd. Tá var undirtøkan ikki stór í øðrum flokkum, millum annað tí at hildið varð, at talan var um eina ov dýra loysn. Men tíðin hevur arbeitt fyri hesum málinum. Viðgerðartrygdin inniberð í stutt­um, at sjúklingurin hevur rætt til kanning og sjúkuavgerð (diag­nosu) innan 30 dagar. Danir hava gjørt nógvar royndir við við­ gerðartrygdini. Har vóru av­bjóð­ ingar ta fyrstu tíðina, og neyðugt var at rætta okkurt til, men í dag hava tey bøtt um sína skipan útfrá royndunum, tey hava gjørt. Teimum royndunum eiga vit í Føroyum eisini at læra av og bygg­ ja víðari á, soleiðis at vit fáa eina líknandi skipan ið passar til Før­ oyska samfelagið. Sambandsflokkurin er tann flokk­urin, sum hevur arbeitt mest við hesum uppskotinum, og hevur fingið leitað sær ymiskar upp­lýs­ ingar um, hvat skipanin merkir fyri sjúk­ligin og fyri samfelagið. Tá Lars Løkke Rasmussen, for­ sætisráðharri, her fyri vitjaði á lands­fundinum hjá Sam­bands­ flokki­num, vísti hann á hesa skipan­ina og segði, at tað er al­ neyðugt fyri at kunna kalla seg eitt væl­ferðarsamfelag, at tey sjúku hava trygd fyri, at tey kunnu fáa við­gerð. Tíðarskeiði imillum fyrstu lækna­viðtalu og sjúkuavgerð kann hava avgerðandi týdning fyri sjúk­ ling­in. Við viðgerðartrygdnini kunnu vit tryggja at sjúkugongdin ikki verður óneyðuga drúgv fyri sjúk­lingin. Eina slíka trygd eigur tað før­ oyska samfelagið eisini at kunna bjóða øllum føroyingum. Sjálvandi eigur føroyska samfelagið at bjóða sínum borgarum viðgerðartrygd Helgi Abrahamsen Tjóðveldi hevði floksting í Klaks­ vík hetta vikuskiftið. Eitt sum frætt­ist frá fundinum var, at nú skal veruliga nakað gerast fyri at stovnseta føroyska statin. Fíggjar­ liga gongur so væl í Føroyum í løtuni, at nú kunnu vit altíð gera okk­um leys av ríkisveitingini varð sagt. Men eitt eru orð og annað eru gerð­ir. Løgtingið hevur júst havt 1. viðgerð av uppskotinum um játtanar­karmar fyri 2019, sum Kris­ tina Háfoss, landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt fram. Sam­bært uppskotinum fer lands­ kassin at hava 400 mió. krónur í avlopi í 2019. Men Kristina Há­foss sigur, at 300 mió. krónur av hes­ um pengunum eiga ikki at verða taldar við í avlopið, tí tað eru pengar, sum eru komnir frá for­ skatt­aðum pensjónum – altso lán frá okkara eftirkomarum. Hetta er tí ikki partur av tí ”veruliga yvir­ skotinum”. Avlopið er sostatt bara 100 mió. krónur, hóast lands­kassin fær heilar 642 mió. krónur í blokk­ stuðli úr Danmark, umframt at ríkis­kassin rindar aðrar almennar út­reiðslur í Føroyum. Um vit trekkja tær 642 millión­ ir­nar frá avlopinum, so er talan um eitt undirskot á meira enn hálva milliard - í bestu tíð sum vit nakran­ tíð hava havt her á landi, við einum arbeiðsloysið sum liggur niðri móti tveim­um prosentum. Skulu vit eisini rinda hinar útreiðslurnar, sum ríkiskassin rindar uttanum blokk­stuðulin, so er undirskotið upp­aftur størri. Sagt verður, at pengar verða spardir upp í Bú­skap­ar­grunninum, og at ein partur at uttan­ landsskuldini er goldin, meðan hetta landsstýrið hevur sitið. Men so leingi sum yvirskotið er minni enn tað, sum kemur úr Danmark, so er eisini øll uppsparingin donsk, og tað sum verður goldið av skuld er eisini goldið við donskum pengum. Dreymar kosta einki – men veru­ leikin kann onkuntíð kosta. Dreymar kosta einki – men veruleikin kann onkuntíð kosta fyrst og fremst www.in.fo