Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Danjal av Rana Seinastu árini er allur ítróttur vorðin nógv meiri vísinda­ligur. Farnir eru dagar­nir, tá fótbóltur á hægsta stigið bara snúði seg um 22 mans og ein fótbólt. Tøkn­in vinnur meiri og meiri pláss og enntá undir dysti bera spælarar ymisk tøknilig tól, sum senda felagnum kunn­ing um fysisku støðuna hjá spælaranum. Í Føroyum vindur tað tøkni­liga og hagtalsliga eisini meiri upp á seg, serliga innan fót­bólt og hondbólt, men nú kem­ur svimjingin eisini. Svimjisamband Føroya fer í næstum undir stóra verk­ætlan saman við Fróð­skap­ar­setrinum, til at byggja upp eina røð av standardtestum til før­ oyskar svimjarar. Hetta í sam­starvi við Human Per­ for­mance Lab á gransk­ ingar­deplinum iNOVA og Køben­havns Universitet, og við fíggjarligum stuðli frá al­tjóða svimjisambandinum FINA. SSF og Fróðskaparsetrið søktu um stuðul til menn­ing av eini røð av standard­test­ um til føroyskar svimjarar, undir heitinum “Building a Test­ing Regime for Faroese Swimmers”. - Verkætlanin strekkir seg yvir 4 ár, so at vit í 2021 vón­andi hava eina reglufasta skipan til test av føroyskum svimjarum, sigur Rókur í Jákupsstovu. Magni Mohr, saman við Fróðskaparsetrinum og iNova, hava kannað útvaldar føroyskar svimjarar eftir ein­ um leisti, sum verður enska olympiska sambandið brúk­ ar til sínar rennarar, súkklar­ ar og rógvarar. - Sannleikin er, at tá ein svimjari svimur, vita vit ikki, um orsøkin til tíðina hjá honum er styrkin ella teknikkurin. Vit vita ikki, um hann má gerast sterkari ella fáa betri teknikk fyri at gerast ein betri svimjari, sigur Magni Mohr. Tí eru tey farin undir hes­ ar kanningarnar í ven­j­ing­ar­ hølinum hjá iNova á Hálsi í Havn. Kanningin mátar styrk­ina í tøkunum hjá svimjar­unum yvir tíð. - Vit hava longu fingið onkur áhugaverd úrslit. Til dømis vístu kanningarnar, at ein svimjari í veruleikanum svam skeivar teinar og egnaði seg betur til eitt annað slag av svimjing. Hesin hevur síðani sett fleiri met á nýggja teini­ num. Ein annar fekk at vita, at kanningarúrslitini vóru betri enn kappingarúrslitini. Síðani hevur hann lyft seg, vann sær pláss á Oyggja­ leikunum og hevur sett føroyskt met, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum. Fyrsti parturin av kanningini verður gjørdur uppi í iNova. Svimjararnir verða har knýttir til eina maskinu, sum mátar styrk­ ina í tøkunum hjá teimum. - Í tríggjar minuttir skulu svimjararnir svimja so skjótt teir klára. Hetta er sera hart fyri teir. Maskinan skrásetir síðani, hvussu nógv kraft (watt) er í tøkunum hjá teim­ um. Tað, sum vit síggja, er at teir koma skjótt upp í topp, men síðani dalar styrkin í tøkunum aftur, alt eftir, hvat slag av svimjarum teir eru. Eru teir sprintarar, hava teir ein høgan topp, men dala síðani skjótt aftur, meðan lang­teinarsvimjarar hava kanska ikki líka høgan topp, men dala spakuligari og hava harðari tøk yvir tíð, sigur Magni Mohr. Hesar kanningarnar eru grundarlagið undir eini nýggjari vísindaligari grein, sum menninir handan hetta átakið, skrivað. Ein annar partur av hesi gransk­ingarverkætlanini hjá Svimjisambandinum er at keypa tól, sum skulu fest­ast á svimjararnar, tá teir svimja. Hesi tólini skrá­ seta so alskyns kunning um svimjaran, so sum longd á tøkum, splitt-tíðir, hvussu long fráspørkini frá veggi­ num eru og annað. Endamálið við øllum hes­ um er at fáa betri kunnleika um svimjararnar, sum síðani kann nýtast til at betra um venjingina hjá teimum. - Vit kunnu ímynda okk­ um, at vit hava nakrar skrúv­ ur at skrúva í venjingini hjá svimjarunum. Ein slík skrúva er venjingarnøgd , ein onn­ur kappingar, ein triðja suksess­ upplivilsi. Hesar skrúvurnar kenna vit væl og duga væl at brúka. Tvær aðrar skrúvur eru mental venjing og gransking. Her er tað, at vit hava nógv at læra. Nú fáa vit møguleikan at stilla hesa skrúvurnar rætt og vónandi fer tað at føra til betri úrslit hjá svimjarunum framyvir, sigur Rókur í Jákupsstovu. FINA veitir Svimji­sam­ bandinum stuðul til at keypa trý slík sett, sum skulu nýtast í svimjihøllini í Klaksvík, í Gundadali og í Páls Høll í Vági. - Tað er eitt sindur spell, at smáu feløgini vera við sviu­ soð, men vit hava valt hesar tríggjar hylirnar, tí at teir eru einastu FINA-góðkendu svimjihylir í Føroyum. Tað gev­ur lítla meining, at nýta út­gerðina til at kanna, hvussu vit kunnu gerast betri at svimja kappingar í 16m hylum, tí tað gera vit ongantíð, siur Rókur í Jákups­stovu. Altjóða svimjisambandið FINA hevur stuðlað verk­ ætla­n­ini við hálvari aðrari millión, meðan hálv onnur millión verður fíggjað úr Før­oy­um. Granskararnir í verk­ ætlan­ini eru Magni Mohr, Phd og lektari í Human Fysio­logi á Fróðskaparsetri Føroya, og Nikolaj Nords­ borg, Phd og lektari í Human Fysiologi á Københavns Universitet. Hartil Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðs­venjari hjá Ægir og Phd í ítróttarvísund. - Svimjisamband Føroya heldur at hetta átak hjá FINA er ein kærkomin hjálp, til okkum at kunna byrja uppá veruliga skipað lands­ liðsarbeiði, við útgerð og roynd­um sum kunnu hjálpa okkara svimjarum fram til enn betri úrslit, sigur Rókur í Jákupsstovu. GRANSKING SKAL LYFTA FØROYSKU SVIMJARARNAR Ein granskingarverkætlan skal lyfta føroysku svimjararnar á eitt enn hægri støðið. Fróðskaparsetur Føroya og Svimjisambandið fáa 1,5 milliónir krónur í stuðuli til at keypa útgerð