Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge 5. umfar í Betri deildini verður hóskvøldið, meðan 6. umfar verður longu sunnudagin. Tí er talan um nakar spennandi fótbóltsdagar, sum kunnu geva narkar ábendingar um støðuna í føroyskum fótbólti. Kann KÍ halda fram við góðu gongdini og klárar NSÍ halda hanga í? Skála og EB/Streymur eru í løtuni í topp fimm, men hvussu leingi afturat? Bæði hava heimadystir móti feløgum, sum eru partur av sokallaða topp fimm bólkinum. Á papírinum eru fimm favorittar til 5. umfar, men eftir stigatalvuni er tað ikki so einfalt, tí bæði Skála og EB/ Streymur kunnu bíta frá sær. Brian ella Teit? SKÁLA – HB (ALEX TROLEIS) Hósdagin klokkan 18.00 Dysturin á Skála, har havnarmenn eru á vitjan, er eisini ein dystur millum tveir spælarar, sum eru í form. Brian Jakobsen úr Skála og Teit Jacobsen úr HB hava báðir verið á “Liðnum hesa vikuna” hjá ÍtróttarSosialinum tvær ferðir í ár. Brian Jakobsen, tí hann rakar málið, og Teit Jacobsen, tí hann lyftir liðið hjá HB við síni ótrúligu orku og vilja. Nú møtast teir á Skála í dysti, sum kann stóran týdning fyri komandi tíðina hjá báðum feløgunum. Eftir 3-0 sigurin á TB/FCS/Royn er Skála komið upp á fimta pláss. Seks stig, fimm mál og einki ímóti upp á tveir dystir móti AB og TB/FCS/Royn. Higartil hevur tað ikki bragdað móti teimum stóru. Skálamenn taptu tepurt fyri bæði Víkingi og B36. Tí spælir Skála fyri meiri enn teimum trimum stigunum, men eisini fyri trúnni upp á at kunna vinna á einum liði í topp fimm bólkinum. Fyri HB er talan um stríðið at koma í topp fýra, har Evropa atgongumerkini verða deild út. Við sigrinum á Eiði tykist HB hava prógvað, at liðið eisini kann hava smálutirnar í sín part. Í fjør vóru teir í fleiri førum ónøgdir eftir stigamiss móti sundalagsmonnum. Nú stjólu teir øll trý stigini. Hetta er ein dystur, sum helst ikki verður avgjørdur fyrr enn heilt móti endanum. Ein javnleikur er eitt gott boð, men ÍtróttarSosialurin gevur HB ein lítlan fyrimun, eftir at teir vunnu á Eiði. Avgerandi fyri Skála verður, at Ahmed Mujdragic er komin fyri seg eftir knæskaða. Sosialurin tippar: 1-2 Nú er Víkingur við AB – VÍKINGUR (LARS MULLER) Hósdagin klokkan 18.00 Tað kom væl við í Sarpugerði, at Adrian Cascaval dugdi so væl at skjóta fríspark, at tryggjaði heimaliðinum trý stig móti B36. Nú skulu víkingarnir út á Argir, har teir fóru eftir fyrsta gullinum í søguni í seinasta umfari í 2016. Víkingur er aftur stórur favorittur, eftir at argjamenn hava verið í næstbestu deildini og vent. Tilgongdin er lítil og tí er talan nógvar ungar spælarar, sum helst skulu venja seg við at spæla í bestu deildini. Mistøkini í 3-1 ósigrinum í Klaksvík vóru stór, meðan John Tordar Poulsen, sum fyri kortum gjørdi sáttmála, hevur boðað frá, at tíðin strekkir ikki heilt til alíkavæl. Tí verður sáttmálin ógyldaður. Víkingur megnaði ikki at spæla B36 niður sunnudagin, men fekk málini upp á deyðbóltar. Helst verður tað eitt sindur øðrvísi móti AB, sum ikki eru eins sterkir á bóltinum sum B36, og argjamenn hava ikki ein Odmar Færø at rudda upp. Hinvegin, so er AB einasta liðið, sum hevur skorað móti KÍ í ár. So er spurningurin um tað telur fyri nakað. Helst verður Víkingur omaná og við Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen í álopinum, so fær verjan hjá AB úr at gera. Sosialurin tippar: 1-3 Nú er trýst á B36 B36 – TB/FCS/ROYN (RÚNI GAARDBO) Hósdagin klokkan 18.00 Teir kunnu bara takka sær sjálvum. Eins og í fyrru hálvu í fjør, so er B36 omaná í flestu dystunum, men fáa ikki umsett til sigrar. Soleiðis er eisini higartil í ár. B36 kundi havt vunnið á EB/Streymi í fyrsta umfari, á HB í triðja umfari og var á odda móti Víkingi í fjórða umfari. Úrtøkan í hasum trimum dystunum er eitt stig. Bara sigurin á Skála tekur seg væl út. B36 hevði nógvar skaðar til dystin sunnudagin, men líkt er til at Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard og møguliga Andrias H. Eriksen og Robert Heðin Brockie eru allir tøkir til dystin hósdagin. Tað styrkir um, hóast eitt nú Hugin Samuelsen og Magnus H. Jacobsen stríddust væl á miðvøllinum í Gøtu. Hetta kann blíva ein væl spældur dystur, tí TB/FCS/Royn hevur broytt spælistíl til í ár. Í seinna hálvleiki móti Skála spældi liðið bóltin væl og kom til onkrar møguleikar. Millum annað kundu Búi Egilsson havt skorað eitt framúr vakurt liðmál, tá suðuroyingar spældi seg ígjøgnum í vinstru, men skotið fór uppum. Enn eina ferð tykjast suðuroyingar hava rakt væl við onkrum av útlendingunum. Serliga Isaac Shaze Betri deildin hevur ikki skipað seg enn, sum tey flestu væntaðu. Skála og EB(/Streymur hava bjóðað topp fimm av, meðan KÍ er í góðari støðu. Klaksvíkingar tykist ikki bíða eftir nøkrum Ikki við: Bjarni Skála (fipur, minst 1 vika), John Tordar Poulsen (givin), Hørður Tórsson (baklærið) Ivasamir: Róaldur Jakobsen (fótlið), Eli F. Nielsen (eyga), Alex Mellemgaard (lærið) Við aftur: Andrias H. Eriksen (lær) Ikki við: Jóhannes Hansen (knæskaði) Ivasamur: Andras Olsen Ikki við: Aleksandar Stankov (baklærið), Sebastian Pingel (knæið) Ikki við: Hákun Edmundsson (kærkrikin - ógreitt hvussu leingi), Ólavur Niclasen (búkskaði - ógreitt hvussu leingi), Ísak Simonsen (fótskaði), Jákup B. Andreasen (lærkrikin) LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 5. umfar: KÍ BÍÐAR IKKI EFTIR HINUM FÓTBÓLTUR