Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 úr Ghana tykist væl fyri á bóltinum og gevur liðnum møguleikar at venda spælinum á miðjuni. Stóri munurin á liðunum er, at B36 skorar mál, meðan tað gera suðuroyingar ikki í løtuni. B36 fær altíð mál, men tað er ikki við at teir grønu og svørtu úr suðri megna tað hóskvøldið. Sosialurin tippar: 2-0 KÍ framvegis fult stigatal 07 VESTUR – KÍ (PETUR REINERT) Hósdagin klokkan 18.00 KÍ er oddalið í føroyskum fótbólti og um dystirnir blivu spælir á papírinum, so er møguleiki fyri, at klaksvíkingar liggja avbera væl fyri eftir hetta vikuskiftið. Men fótbólturin verður ikki spældur á papírinum, so tað er ikki vist at oddaliðið vinnur á botnliðnum – og tó. KÍ er á vitjan á Dungasandi. 07 Vestur hevur bara fingið tað eina stigi, sum var á Argjum móti AB. Liðið tykist mangla lokalar spælarar í besta aldri, meðan tað er eitt sindur óstøðugt við útlendingunum. Ken Fagerberg spælir bara í løtum, meðan eitt nú Ndende hevur gjørt okkurt dýrt mistak í verjuni. Tað hevur 07 Vestur ikki ráð til. KÍ ger í løtuni ikki mistøk. Tí er nærliggjandi at tippa klaksvíkingar a t vinna. Men tað er eitt sindur sum fimm reyð tøl á rað á roulettini. Fyrr ella seinni endar kúlan á svørtum ella á null. Tað er bara ilt at síggja, at tað skal verða hesaferð. Nú er Jóannes Bjartalíð eisini komin í gongd. KÍ greiðir sína uppgávu við einum máli ella tveimum. Sosialurin tippar: 0-2 Nú skal NSÍ renna skjótari EB/STREYMUR – NSÍ (KÁRI Á HØVDANUM) Hósdagin klokkan 19.00 Seinasti og fimti dysturin í umfarinum verður á Eiði. Hann byrjar ein tíma seinni enn hinir. NSÍ er av fleiri útrópt til FM favorittar, men í løtuni fáa teir harða kapping av KÍ, sum hevur lagt seg á odda. Meðan KÍ er á vitjan hjá botnliðnum, so er uppgávan hjá NSÍ eitt sindur torførari á papírinum. EB/Streymur hevur longu prógvað, at liðið megnar at vinna á einum av teimum stóru. Hartil vóru havnarmenn hepnir at fáa stigini á Eiði sunnudagin. Bæði Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru aftur á vølliinum. Tað gevur liðnum nógvar royndir og ikki minst eginleikar at skjóta mál. NSÍ hevði trupult við at fáa hol á móti 07 Vestur sunnudagin. Tað skuldi eitt beinleiðis horna til at fáa fyrsta málið. Vinna klaksvíkingar á Dungasandi, so vita runavíkingar tað til seinna hálvleik. Spurningurin er bara um tað er ein fyrimunur ella ein vansi. Kanska skal ikki so nógv leggjast í FM stríðið longu nú. Tað eydnaðist ikki Klæmint A. Olsen at tangera metið hjá Jákupi á Borg sunnudagin. Næstu ferð liðskiparin hjá NSÍ skorar í bestu deildini er tað mál nummar 153. Tað er tað sama sum Jákup á Borg, ið hevur metið. Tað er ikki óhugsandi, at tað verður í hesi vikuni, at Klæmint A. Olsen verður mest skorandi spælarin í bestu deildini í føroyskum fótbólti nakrantíð. Kanska eisini akkurát nokk til at vinna á EB/Streymi. Sosialurin tippar 1-2 Ikki við: Símun Rógvi Hansen (knæskaði), Einar Tróndargjógv (knæskaði) Ikki við: Jákup Johansen (langtíðarskaddur), Jann Ingason Hansen (langtíðarskaddur) Ivasamur: Harald Højgaard (lærið) Viðaftur: Ólavur Mikkelsen (leikbann) Ikki við: Ari Krosslá Poulsen (búkskaði, ógreitt hvussu leingi) Allir mans tøkir Við aftur: Hans Jørgen Djurhuus (leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ 07 VESTUR Ivasamur: Sølvi Egilsson Betri deildin: Toppskjúttar: FÓTBÓLTUR 1. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 4 mál 1. Meinhard Olsen (B36) 4 mál 3. Brian Jacobsen (Skála) 3 mál 3. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 3 mál Betri deildin støðan NR. LIÐ D V J T MÁL S 1. KÍ 4 4 0 0 8-1 (+7) 12 2. NSÍ 4 3 0 1 9-3 (+6) 9 3. EB/Streymur 4 2 1 1 6-3 (+3) 7 4. HB 4 2 1 1 4-5 (-1) 7 5. SKÁLA 4 2 0 2 5-3 (+2) 6 6. Víkingur 4 2 0 2 5-5 (0) 6 7. B36 4 1 1 2 6-6 (0) 4 8. TB/FCS/Royn 4 1 0 3 2-9 (-7) 3 9. AB 4 0 2 2 2-6 (-4) 2 10. 07 Vestur 4 0 1 3 3-9 (-6) 1 5. umfar: Hósdagin 12. apríl Skála – HB (18.00) Beinleiðis á Rás2 07 Vestur – KÍ (18.00) B36 – Suðroyingar (18.00) AB – Víkingur (18.00) EB/Streymur – NSÍ (19.00) 6. umfar: Sunnudagin 15. apríl Skála – KÍ (Rúni Gaardbo) Beinleiðis á Rás2 NSÍ – HB (Kári á Høvdanum) Beinleiðis á Rás2 EB/Streymur – Víkingur (Eiler Rasmussen) TB/FCS/Royn – AB (Jóhan Hendrik Ellefsen) 07 Vestur – B36 (Bjarki Danielsen) TB/FCS/ROYN