týsdagur 10. apríl 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Advokatvirkið
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85, 110 Tórshavn
Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo
heimasíða www.advokatvirkid.fo - ogn.fo
Hevur tú visjónir, hug og hegni at
leiða og stýra Heilbrigdinum?
Viðgerðarheimið Heilbrigdið á
Velbastað søkir eftir dugnaligum
og ágrýtnum fyristøðufólki at leiða,
menna og standa fyri dagliga
arbeiðinum í heiminum.
Fyristøðufólkið hevur dagligu
leiðsluna av Heilbrigdinum við
tilvísing til stýrið, sum skal tryggja
eina dygdargóða fyrisiting av
heiminum. Høvuðsuppgávan hjá
fyristøðufólkinum verður at hava
dagligu leiðsluna og ábyrgdina av
øllum fyrisitingarligum uppgávum,
yvirskipaðu fíggjarligu stýringina og
tryggja at heimið virkar optimalt eftir
endamálsorðingini.
Fyristøðufólkið fyri Heilbrigdi
skal:
•
tryggja at virksemi í heiminum er
á einum høgum faklium støði, og
at játtanin verður nýtt á fullgóðan
hátt
•
skipa mannagongdir í heiminum,
ið tryggja eitt høgt fakligt støðið
•
fyrisita avvarðandi lógir og
kunngerðir á økinum
•
hava ábyrgdina av skynsamari
fíggjarligari stýring og eftirliti
innan ábyrgdarøki
•
hava ábyrgdina av dagligu
leiðsluni, umframt rakstrar- og
menningaruppgávunum
•
tryggja ein góðan starvsfólka- og
menningarpolitikk
•
vera áhugað í at samstarva
við onnur viðgerðartilboð í t.d.
okkara grannalondum
•
skapa virðing fyri heiminum,
fremja góðar arbeiðsumstøður,
trivnað og gott samstarv millum
starvsfólkið
•
tryggja at stravsfólkini hava
góðar og viðkomandi førleikar
innan neyðugu økini
•
vera framtakshugað, síggja
møguleikar heldur enn forðingar,
duga at finna loysnir og lata
grundreglurnar hjá AA ganga
fram um tað persónliga.
Førleikar:
Vit vænta at umsøkjarin:
•
hevur viðkomandi leiðslu og
fyristingarligar royndir
•
hevur innlit í virksemi og stýring
á misnýtslu økinum
•
hevur skil fyri fíggjarstýring og
góðar fyrisitingarligar førleikar
•
hevur vitan um treytir og reglur
innan almennu fyrisitingina
•
hevur hug og hegni at leiða, er
sjónlig/ur í leiðarastarvinum og
dugir væl at lýsa sjónarmið fyri
øðrum
•
er tænastusinnaður, fyrikomandi
og hevur góð evni og vilja til
samstarv við einum hugburði um
álit heldur enn eftirlit
•
dámar avbjóðingar og hevur vilja
og evnir at royna nýggjar leiðir
•
hevur royndir og førleikar við
undirvísing og viðgerð innan
misnýtslu
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við
sjálvstøðugum og avbjóðandi
uppgávum. Arbeiðið á einum
høgum fakligum støði, og góðar
møguleikarnir fyri bæði persónligari
og fakligari menning.
Løn og aðrar setanartreytir vera
ásettar eftir nærri avtalu.
Starvið verður lýst til setanar frá 1.
mai 2018 ella skjótast møguligt eftir
tað.
Umsókn verður at senda til:
Advokatvirkið
Skansavegur 1
FO-100 Tórshavn
Att.: Hans Trygvi Teirin
ella til teldupost: teirin@
advokatvirkid.fo
Umsóknin skal verða Hans Trygva
Teirin í hendi seinast 26. apríl 2018
kl. 16:00
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Árna Rein á
telefon 218017
FYRISTØÐUFÓLK
TIL HEILBRIGDI
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Viðgerðarheimið á Velbastað hevur til endamáls at virka sum viðgerðarstaður
fyri misnýtarar av rúsdrekka. o.ø. Heilbrigdið hevur 14 viðgerðarpláss.
Viðgerðarheimið Heilbrigdi er sjálvsognarstovnur.1
FÓLKAKIRKJAN
Í døgum 14. – 17. apríl 2018 eru allir sóknarprestarnir á námsferð
í Danmark. Tænastan verður nakað skerd nevndu dagar. Niðanfyri
nevndu prestar eru á vakt.
Vágoy:
David Johannesen, telefon 33 24 67.
Norðstreymoy:
Niels Pauli Danielsen, telefon 31 21 50.
Suðurstreymoyar vestara:
Jákup Erlingsson Petersen, telefon 23 73 19.
Suðurstreymoyar norðara:
Marjun Bæk, telefon 23 73 18.
Suðurstreymoyar eystara:
Bjarni Bæk, telefon 31 18 76 / 25 46 49.
Sandoy:
Jákup Erlingsson Petersen, telefon 23 73 19.
Suðuroy:
Ólavur Rasmussen, telefon 21 30 13.
Eysturoyggin:
Henning Bøgesvang, telefon 44 54 00.
Norðuroyggjar:
Øssur Kjølbro, telefon 23 0071.
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Hósdag 12. apríl:
Fleskasteik · Kókað neytakjøt · Knettir
Fríggjadag 13. apríl:
Nakkafilét · Stoktar pylsur · Lasanja
Leygardag 14. apríl:
Rullusteik
Mánadag 16. apríl:
Forlorin hara · Fiskafrikadellur
Týsdag 17. apríl:
Stoktur medistari · Karrygrýta
Mikudag 18. apríl:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00
STARVSMARKNAÐUR