fríggjadagur 5. november 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 212 - 5. november 2004
39
Nr. 212 - 5. november 2004
Tveir marinuhermenn eru
ákærdir fyri at hava dripið
ein hermann undir einum
alt ov harðligum revsitil-
taki. Sjóloytnanturin JoAnn
Galloway (Demi Moore)
fær varhugan av, at revsing-
in ikki fór fram av egnum
vilja hjá teimum báðum
ákærdu, men varð framd
eftir beinleiðis boðum frá tí
harðrenda
oberstinum
Nathan R. Jessep (Jack
Nicholson). JoAnne Gallo-
way er sett sum verji hjá
teimum ákærdu, men tó
einans sum hjásitari fyri ein
av bestu sakførarunum hjá
herflotanum, nevnliga sjó-
loytnantinum Daniel Kaffe
(Tom Cruise). Verjarnir
báðir hava sera trupult við
at arbeiða saman. JoAnne í
fyrstuni er sannførd um, at
menninir virkaðu undir
beinleiðis ordra frá Jessup
obersti, sostatt kunnu teir
ikki verða dømdir sekir í
manndrápi. Daniel Kaffe er
hinvegin einans sinnaður at
fáa avgreitt málið skjótast
gjørligt. Men eftir at hava
hitt tann harða og ískalda
oberstin
Jessup
verður
Daniel sannførdur um, at
tað er meiri aftanfyri ta
drepandi revsingina. Sam-
an stríðast nú báðir sak-
førararnir,
JoAnne
og
Kaffe, í einum øtiligum
stríði ímóti tí valdsmikla
Jessup og eini hernaðar
skipan, sum í tí dulda
virkar við valdi og eftir
egnari lóg.
Krimirøðin C.S.I. er uttan
iva millum tær best um-
tóktu sendirøðirnar í ameri-
kanskum sjónvarpi og hev-
ur sett fleiri hyggjaramet
yviri í statinum - sjálvt end-
ursendingarnar hava sett
met. Røðin sendir nú á síni
fjórðu sesong og hevur
longu givið av sær heilar
tvær sendirøðir í somu ætt
ella sokallaðar "spin-off"
røðir: C.S.I. Miami og hetta
heystið verður CSI: NY
frumsýnd, hendan røðin fer
fram í New York. "Próvtil-
farið sigur ikki ósatt", sigur
Gil Grissom, ovastin á
C.S.I. (Crime Scene In-
vestigation) - kriminal-
tekniska kanningarstovan
hjá løgregluni í Las Vegas.
Við dugnaliga liðið sínum
er Grissom meistari í at
tulka slóðirnar, ið brots-
menn hava latið eftir sær á
einum gerningsstaði. Gris-
som hevur verið í starvin-
um í 17 ár og er ein garv-
aður veteranur í fakinum.
Undir Grissom arbeiða
m.a. Catherine Willows,
sum er einamamma, ið alla
tíðina er í tvístøðuni, har
hon roynir at geva sær
stundir
til
dóttir
sín.
Warrick Brown hevur eisini
ognað stóran part av lívið
sínum til arbeiðið á C.S.I.,
men hann hevur ein veik-
leika fyri kortspæli og
kasino. Sara Sidle er tað
seinasta
starvsfólkið
á
stammuni, men hon hevur
tað fyri at fylgja sínum
egna høvdi og ikki lurta
eftir øðrum. Nick Stokes er
tann smarti á liðnum og
kanska eisini tann mest
ambitiøsi av teimum. Hesa-
ferð snýr parturin seg um
tveir menn, sum eru funnir
deyðir. Teir royndu at sníkja
seg til eina stór upphædd av
peningi frá kasinoum hjá
Sam Braun. Hesin Sam er
pápi Catherine, sostatt er
hon ógegnig, tí verða Gris-
som og Warrick settir á
málið. Millum teir, sum
koma undir illgruna er
sonur tann eina dripna
sníkin.
Ein spurningur
um æru
C.S.I.
Tann ískaldi obersturin
Nathan R. Jessep (Jack
Nicholson)
Tom Cruise, Demi Moore, Kevin Pollak
Á TV3 í kvøld kl. 19.55
Gil Grissom, ovastin á C.S.I. (Crime Scene Investigation)
Catherine Willows er ógegnig í samband við drápsmálið í
hesum partinum av krimirøðini C.S.I.
Á TV Danmark týskvøldið kl. 21.05
FILMSTEIGURIN
HAVNAR BIO
P
Tlf. 3119 56
P
www.bio.fo
Frumsýning
Fríggjadagin 05.11. kl. 2300
Leygardagin 06.11.
kl. 2300
Sunnudagin 07.11. kl. 2200
Frumsýning
Fríggjadagin 05.11. kl. 2030
Leygardagin 06.11.
kl. 2030
Sunnudagin 07.11. kl. 1930
Fríggjadagin 05.11. kl. 1945
Fríggjadagin 05.11.
kl. 2230
Leygardagin 06.11. kl. 1945
Leygardagin 06.11.
kl. 2230
Sunnudagin 07.11. kl. 1945
Sunnudagin 07.11.
kl. 2230
Frumsýning Fríggjadagin 12.11.
John Creasy er fyrrverandi
CIA-agentur. Hann er út-
brendur og er at kalla farin
í hundarnar. Okkurt má
hann tó takast við, fyri at
vinna til lívsins breyð, so
hann sigur ja, tá honum
stendur í boði at fara til
Mexico City, har hann skal
vera lívverji hjá níggju ára
gomlu
Pita.
Foreldur
hennara, sum er múgv-
andi, eru bangin um, at
hon skal gerast eitt av
fleiri offrum, nú hópur av
gíðslaræningum
herja
landið.
At byrja við orkar
Creasy ikki fyri hesi for-
kelaðu og framligu gent-
uni. Ikki minst eru støð-
ugu spurningar hennara
irriterandi at lurta eftir,
men so líðandi verður
hann kortini góður við
hana.
Ein dagin hendir van-
lukkan tó. Pita verður
burturførd.
Sjálvur
er
Creasy deyðanum nær, tá
gíðslarænararnir
skjóta
eftir honum, men hann
megnar tó at koma fyri seg
aftur. Og so setir hann sær
fyri, at hann skal hevna
seg inn á øll tey, sum vóru
atvold til hetta.
Í
høvuðsleiklutinum
sum John Creasy síggja
vit her Denzel Washing-
ton. Pita verður leikt av
Dakota Fanning, meðan
Marc Anthony og Radha
Mitchell hava leiklutirnar
sum ríku foreldur hennara.
Man on Fire
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
Frumsýning Fríggjadagin 12.11.
P
BIO KIOSKIN P
Heitt Pop-Corn - Coca Cola -
Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.
Síðani hon fyrstu ferð var
at síggja filmi saman við
Batman, hevur ein farri av
loynidómi umgyrt Catwo-
man. Nú fær hon sín egna
film.
Stillføra Patience (Halle
Berry) verður myrd, tá hon
av tilvild kemur fram á
nakað, sum hon ikki
skuldi vita. Men hon doyr
ikki! Við hjálp av myrk-
ursins kreftum kemur hon
aftur til lívs, men hesaferð
sum Catwoman. Sterk,
fim og við skerpaðum
saonsum fer hon nú at
royna nýggju kynstur síni.
Nú er hon ikki longur
stilla gentan, men tann
sensuella masku-klædda
kettukvinnan, sum jagstrar
brotsmenn í øllum býnum.
Catwoman
C
M
Y
K
39
38