hósdagur 12. apríl 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Hesa vikuna hevur
Koks latið upp í nýggju
hølunum frammi við
Gjónna. Tað kanst tú lesa
meira um aðrastaðni í
blaðnum.
Nýggja telefelagið, Sp/f
Tosa, er nú stovnað og skal
kappast við Føroya Tele og
Hey.
Eitt umfatandi
ferðsluóhapp var
Millum Fjarða týsdagin,
har fimm bilar vóru í
ferðsluóhappinum og
fýra fólk vórðu flutt á
Landssjúkrahúsið.
Eldur kom í hús í Klaksvík
mánakvøldið.
”Hetta er ikki
disneyland, ferðafólk,
farið heim aftur”, stóð
at lesa á skeltið í Saksun
mikudagin.
Innkomuvegur
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
nýggj flogfør
verða nú gjørd til
flogfelagið SAS
35
Hesa vikuna hava vit hoyrt fleiri politikarar
kjakast um innkomuvegin til Havnar, sum skal
gerast í sambandi við Eysturoyartunnilin. Annika
Olsen, borgarstjóri í Havn hótti við at taka sæti
á tingi aftur, um eingin innkomuvegur kom á
dagsskrá. Henrik Old, landsstýrismaður sigur,
at ein stórur partur av ferðsuruðuleikanum
í Havn kann loysast við, at Tórshavnar
kommuna ger sín part av innkomuvegnum.
Sprotin hevur ikki orðið ”innkomuvegur”
í orðabókini, men um orðið ”vegur”,
sigur Sprotin millum annað soleiðis:
1 langt rættiliga smalt øki at ferðast eftir (vanl. lagt
við asfalti el. leiri), breyt 1(1), gøta (2), breiður/smalur
vegur; ganga eftir vegnum; (bíbl.) slættið veg Harrans; nú
fara okkara vegir at skiljast2 vegalongd, longd, teinur (8),
strekki, langur/stuttur vegur; vit gingu allan vegin
Tað endar nokk við, at bóndin
í Saksun ger seg sjálvan til eitt
av okkara stóru ferðamálum
Kanska skuldi man fari aftur
til MySpace, nú Facebook er
fari at leka so illa.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av landsynningi, 7 til 12 m/s, um
kvøldið og náttina av landsynningi
og eystri. Sólglottar, men sum frá
líður skýggjað og um náttina fer
at regna. Hitin millum 7 og 10
stig, um náttina niður í 4 stig.
Lot til andøvsgul av landsynningi,
2 til 7 m7s, sum um dagin øtlar
vindin í gul til stívt andøvsgul, 5
til 10 m/s. Skýggjað og stundum
regn. Hitin millum 5 og 9 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landsynningi, 5 til 10 m/s, sum
makar niður í lot til andøvsgul, 3
til 7 m/s. Fyrst skýggjað og regn,
men sum frá líður yvirhøvur turt og
sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.
7-12 m/s
2-7 m/s
5-10 m/s
Tað hevur verið nógv at kjakast um hesa
vikuna.
Teir báðir stóru samgonguflokkarnir
hava havt landsfund og í Løgtinginum eru
fleiri álit komin aftur úr nevndum. Ting
formaðurin hevur verið úti og sagt, at
hann roknar við, tingið fer at avgreiða hesi
málini, áðrenn farið verður í summarfrí
flaggdagin.
Trolbátarnir fáa eisini nógvan fisk,
Pisa-kanningin verður umrødd og enn
einaferð finnast kommunurnar at lands
myndugleikunum.
Tað komi eg aftur til.
Tað merkisverda hesa vikuna er eitt
brotsspakr, sum varð dømt í einum fót
bóltsdysti í Madrid. Real Madrid og Juven
tus úr Italia kappaðust um at sleppa í
eina semifinalu í Champions Leuge. Real
Madrid var fyrra dystin í Torinu 3-0, men
í Madrid megnaði Juventus at koma sær
ájavnt – altso at føra 3-0, tá ið enski dóm
arin tók avgerð um eitt brotsspark til
spanska liðið.
Dómurin var dystaravgerandi og gjørdi,
at Real Madrid er víðari í kappingini.
Dømingin í Madrid hevur øst fót
bóltsheimin so nógv, at sjálvt hdr í
Føroyum er hendan dømingin meira
umdiskuterað enn øll hini evnini eg havi
nevnt.
Jú,fótbóltur er nakað fyri seg.
Men aftur til tað sum hendir í Føroyum.
Magnus Hansen fortaldi sína skrekk
søgu í Sjónvarpinum. Stutt fortalt snýr tað
seg um, at læknar á Landssjúkrahúsinum
heldur senda sjúklingar til Ålborg enn til
Suðuroyar Sjúkrahús at fáa eina nýrastein
knústan.
At tað gongur útyvir sjúklingin leggja
tey onki í. Suðuroyar sjúkrahús skal bara
ikki gera nakað, sum tey ikki megna í
Havn.
Veit væl, at arbeitt verður við at
bøta um hesi viðurskiftini, men í einari
og hvørjari privatari fyritøku hevðiu
persónurin verði koyrdur til hús, sum
handlaði so skila- og ábyrgdarleyst.
Bæði at finna eina dýrari og verri loysn
er gott klára. Landið skal gjalda og sjúk
lingurin pínist – tað er ein dáragerð.
Vit hava trý sjúkrazhús í Føroyum. Lat
okkum tó brúka ta fakligheit, sum finst
á hesum sjúkrahúsum áðrenn vit senda
okkara fólk av landinum.
Tað noyðast vit at gera tá ið vit ikki
hava kunnleikan, men tað skal ikki gerast
skilaleyst.
Og so eru tað kommunurnar. Kommu
nufelagið finst at landsmyndugleikunum,
- og helst av røttum – men í hesum lítla
landi eiga vit enn einaferð at hugsa um,
hvart tað er vit vilja.
Hví skal svansast ímillum inntøkur,
sum tað almenna tekur. Lat hasa peng
arnar fara í ein kassa og luta teir so út
til kommunurnar. Ikki til tær sløku 30
vit haa nú, men lækka kommunutalið til
nakrar heilt fáar.
Yvirumsiting í tveimum løgum fer
ongantíð at gagna einum samfelag og
als ikki einum so lítlum samfelag, sum
okkara.
Nevndir og kanningar, sum síðan aftur
enda í nevndum, verður á donskum nevnt
“beskæftigelsesterapi.”
Nær fáa vit ein rationaliserings
landsstýrismann at hyggja
at hesum fyribrygdi
num.
Eg spyrji bara.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
- At tað er trygt
at eta føroyskan
alilaks, sambært
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni?