Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Navn: Rósa Tyril Gaardlykke. Aldur: 24 ár. Bústaður: Saltangará. Yrki: Fyrst og fremst mamma, men eisini sjúkraröktarfröðilesandi. Hví miðflokkin? Tí tað er einasti flokkurin, eg kenni meg kunna hava álit á. Politisk grundhugsjón: Eg trúgvi uppá frælsi framum tryggleika, og haldi at hövuðsuppgávan hjá lóggevandi valdinum eigur at vera at tryggja okkum frælsi - frælsi at skipa okkara lív sum vit ynskja, og sum vit sjálvi halda vera best. Eg síggi familjuna sum grundeindina í samfelagnum, og ynski störri frælsi til föroysku familjurnar. Dömi um broytingar, sum kundu ökt um frælsi hjá föroysku familjunum eru lækking av skatti, samskatting av hjúnum, og at lata barnaansingarpengar fylgja börnunum. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd Aktuell uppskot frá Miðflokkinum Unnir samgongan tímaløntum nýggjan bil, sum er bæði góður og tryggur? Tað ger Miðflokkurin! Tí skjóta vit upp at strika skrásetingargjøldini á nýggjum bilum. Unnir samgongan fótbóltinum kappingarførar umstøður? Tað ger Miðflokkurin! Tí skjóta vit upp, at landskassin skal fíggja bróðurpartin av innandura fótbóltshallum. Aktuella politiska støðan Mentanarkollveltingin heldur fram Samgongan hevur í hesum valskeiðnum miðvíst gjørt seg inn á føroysku siðalæruna, har broytingarnar í hjúnabandslógini hava verið ísbrótarin. Nú fylgja aðrar lógir í kjalarvørrinum: • Halgidagslógin skal broytast • Rúsdrekkalógin skal broytast • Tvey av sama kyni skulu nú fáa sama rætt at ættleiða, sum gift hjún áður hava havt. • Samgongan heldur, at børn í barnagarði og í fólkaskúla eru ogn hjá statinum. - Tí skulu tey upplærast av statinum um, at ongin munur er á kynunum. Samfelagið skal kyns-neutraliserast. Tí skulu foreldur ikki longur sleppa at nokta sínum børnum at luttaka í føroyskum dansi í fólkaskúlanum Tí skulu foreldur umskúlast at halda tað sama, sum børnini nú skulu lærast at halda. Miðflokkurin talar at blóðskeivu gongdini. Miðflokkurin fer at royna at broyta alt aftur í eini komandi stjórn. Vágs kommuna søkir eftir fólki til Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági Søkt verður eftir starvsfólki til Visit Suðuroy skrivstovuna hjá Vágs kommunu at starvast tíðaravmarkað frá skjótast tilber til 31. mars 2020, áleið 35,5 tímar um vikuna. Visit Suðuroy veitir tænastu til bæði borgarar í Vágs kommunu og Suðuroynni sum heild. Hetta verður seg at svara spurningum og veita kunning, søla av ymsum slag og ikki minst at samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Vági og Suðuroynni. Visit Suðuroy er eisini staðið har ferðafólk venda sær, bæði umvegis telefon, teldupost og koma á staðið. Av somu orsøk er neyðugt at hava eina breiða vitan um hvat hendir, og hvørjir møguleikar eru í Suðuroynni. Visit Suðuroy skrivstovan heldur til í Miðlatúni í miðbýnum í Vági, har eisini býarbókasavn og umsitingin av Fjarlestrardeplinum heldur til. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um: • At veita kunning • Vegleiða ferðafólk um hvussu tey ferðast í Suðuroynni/Føroyum, og hvørji støð eru áhugaverd at vitja • Dagføra heimasíðurnar, gera yvirlit yvir tiltøk til vitjandi os.fr. • Selja útferðir og gistingar til bæði føroysk og útlendsk ferðafólk • Samskipa bæði smærri og størri tiltøk í Vági og Suðuroynni. Vit vænta: • at umsøkjarin hevur góðan málkunnleika, og er før/ur fyri at samskifta munnligt og skrivligt á skandinaviskum og enskum. • at umsøkjarin hevur góðan teldukunnleika, tí umframt nógv av tí dagliga samskiftinum fer fram um teldu, kemur umsøkjarin eisini at arbeiða við heimasíðuskipanum. • at umsøkjarin er flexibul, tí umsøkjarin kann vænta at koma at ferðast ofta í Føroyum og møguliga onkra messu/workshop uttanlands. • at umsøkjarin er vanur við at arbeiða sjálvstøðugt • tað kann verða ein fyrimunir, um umsøkjarin hevur royndir frá samskipan av mentanartiltøkum, men ikki eitt krav Vit bjóða tær: Vit bjóða tær eitt spennandi arbeiðspláss. Arbeiðsdagarnir hjá Visit Suðuroy er um summarið sera lívligir, og í starvinum fært tú samband við fólk úr ymsum londum, lærir um hvat tey søkja og somuleiðis lærir tú eisini okkurt nýtt um londini, ið tey koma frá. Lønarviðurskifti: Starvið er lønt í lønarflokki 3 samsvarandi sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita við at seta seg í samband við skrivstovuna á tlf. 663000 Freistin at søkja starvið er 25. apríl 2018 kl. 12.00 Umsóknin skal sendast til : Vágs kommunu Vágsvegur 30 Postboks 29 FO-900 Vágur Ella umvegis teldupost á vagur@vagur.fo Dreymastarvið finnur tú á in.fo