Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 6 MILDRIÐ JACOBSEN – Eg hevði ikki væntað, at eg fór at klára at koma ígjøgnum hatta. Men eg havi ment meg nógv, og eg kann nógv meira, enn eg helt, sigur 26 ára gamla Kimberly Joy, sum er einabarn, ættað úr Taivan og uppvaksin í Manila á Filips­ oyggjunum. Hon er av góðari familju, sum er væl fyri fíggjarliga og hevur egna fyritøku í heimlandinum. Hon hevur framúrskarandi students­ prógv og tosar fleiri mál flótandi. Fyri seks árum síðani kom hon til Føroya at vitja føroyskan mann, sum hon hevði hitt á alnótini. Tey giftust, men eftir at hava livað í einum baldrutum hjúnalagi í trý ár, tók hon stigið til at fara frá manninum. Nú er hon skild, er flutt til Havnar og gongur annað árið á Fróðskaparsetri Føroya, har hon lesur til lærara. Kimberly Joy hevði skrivað saman við manninum í meira enn eitt ár, tá hon kom higar at vitja hann á sumri í 2012. Hon fór ongantíð avstað aftur. Tey giftust, áðrenn uppihaldsloyvið á tríggjar mánaðir fór úr gildi. Útbúgving var aðalmálið Hon greiðir frá, at hon kom í samband við føroyska mannin, tá hon eftir lokið studentsprógv í Taivan fyrireikaði seg til at søkja inn á hægri lærustovn. Hon hevði stóran áhuga fyri Evropa og serliga Norðurlondum og hevði sett sær fyri at lesa eitt skandinaviskt mál sum hjálærugrein. Meðan hon kannaði lestrarmøguleikarnar á alnótini, fekk hon samband við føroyska mannin. – Hann visti, at eg vildi so sera fegin lesa víðari og fáa mær hægri útbúgving. Hann byrjaði at tosa um, at mær nýttist ikki at fara heim aftur og segði, at eg kundi taka útbúgvingina her í Føroyum ella í Danmark, greiðir Kimberly Joy frá. – Alt ljóðaði gott tá, og so giftust vit. Vit høvdu tað eisini gott at byrja við, leggur hon afturat. Kimberly Joy greiðir frá, at tey vóru góð við hvønn annan, og hvørja ferð umsóknin um uppi­ halds­loyvi skuldi undirskrivast, vóru tey bæði samd um at skriva undir. Fyri at uppihaldsloyvi skal verða givið, skulu bæði skriva undir um­sókn­ina. Møguleikarnir at fáa uppihalds­ loyvi, tá bæði ikki eru samd um at undirskriva umsóknina, kunnu verða betri, um parið hevur fingið barn saman. Men hetta heldur Kimberly Joy als ikki vera nakra loysn. Kimberly Joy: SAMRØÐA HARÐA BYRJANIN Í FØROYUM GJØRDI MEG STERKARI – Eg angri einki. Eg hevði ikki verið tað menniskjað, sum eg eri í dag, um eg ikki hevði verið fyri tí, sum hendi. Eg eri sterkari nú, enn tá eg kom úr Taivan, sigur Kimberly Joy, sum hevur fótað sær eftir harða byrjan í truplum hjúnalagi við føroyskan mann. Hon er nú skild frá manninum og lesur til lærara á Fróðskaparsetri Føroya – Eg hevði ikki væntað, at eg fór at klára at koma ígjøgnum hatta. Men eg havi ment meg nógv, og eg kann nógv meira, enn eg helt.