Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 7 Hon heldur, at tað er sjálvsøkið at draga eitt barn inn í eitt parlag við trupulleikum. Serliga í hennara støðu, tí hon kendi mannin mest frá alnótini, og hon heldur tað vera sera umráðandi fyrst at mennast saman og menna parlagið, áðrenn ein fær sær børn. Á flakavirki at arbeiða Ta fyrstu tíðina eftir giftarmálið búðu tey inni hjá vermammuni, og bæði arbeiddu á flakavirki í bygd­ ini. Maðurin eggjaði henni ikki eins nógv til at fara at lesa víðari, sum hon hevði væntað, at hann fór at gera. Hann noktaði henni als ikki at fara at lesa, men hann gav henni heldur ikki tann stuðulin, sum hon hevði brúk fyri. Mary Joy var akkurát komin til landið, og hon kendi á sær, at hon hevði brúk fyri hollum stuðuli, um hon skuldi fara undir at lesa. Tað bleiv ikki nógv snakkað um evnið heima hjá teimum, hóast hann rósti henni og segði, at hon var klók, og at hon hevði lært før­ oyska málið øgiliga væl. Men Kim­ ber­ly Joy fór sjálv at ivast í, um hon var klár at fara at lesa, og um hon hevði førleikarnar til tess, tí tað bleiv so lítið tosað um tað. Fyrsta árið í Føroyum gekk hon á kvøldskúla at læra føroyskt, og hon tók eisini føroyskt sum fjar­ lestur á Fróðskaparsetrinum. Somu­leiðis gjørdi hon nógv burtur úr at fara út millum bygdafólkið at tosa føroyska málið. Í dag tosar Kimberly Joy flótandi føroyskt. Hon helt fram at arbeiða á flaka­virkinum og spardi tað, sum hon kundi av lønini. Hon fekk ikki pengar frá manninum, og tað vildi hon heldur ikki hava, sigur Kimberly Joy, sum leggur sera stóran dent á at klára seg sjálva og als ikki heldur, at hon hevði krav upp á at fáa pengar frá manninum. Hon er glað fyri tíðina á flakavirkinum og sigur, at har lærdi hon nógv um føroyska málið og mentan. Eisini hevur hon stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða á flakavirki. – Tað er hart arbeiði. Tað er ikki bara bara, sigur hon. Trupulleikar í hjúnalagnum Tey høvdu ikki verið gift leingi, tá tað vísti seg, at hjúnalagið hevði trupulleikar, sum tað var neyðugt at arbeiða við. Hon greiðir frá, at maðurin varð ongan­tíð kropsliga harðligur. – Eg hevði ongi blá merkir, men trupulleikarnir í hjúnalagnum fóru illa við mær sálarliga, greiðir hon frá. So líðandi broyttist hon frá at vera glað, blíð og bjartskygd til at vera kedd og tung í huga. Broyt­ ingin var so stór, at hon kendi ikki seg sjálva aftur. Hon gjørdi alt, sum hon var ment, fyri at fáa parlagið betri. – Eg eri von við at stríðast og ikki geva upp. Eg gjørdi alt tað, sum eg kundi. Men at enda kendist tað, sum um eg druknaði, greiðir hon frá. – Ein dagin small eg um heima við hús. Eg varð innløgd á sjúkrahús og kannað. Niður­støð­ an var, at strongd var orsøkin til, at eg fall um, sigur Kim­ber­ly Joy, sum hevur torført við at tosa um ta hendingina, tí tað er ringt hjá henni at hugsa um, hvussu kroyst hon var. Á sjúkrahúsinum kunnaðu tey hana um Kvinnuhúsið, og at hon kundi venda sær hagar, um hon hevði tørv á hjálp. Tók stigið at fara Á vári í 2015 fluttu tey inn í hús, sum tey høvdu keypt í bygdini, har sum tey bæði arbeiddu. Maðurin royndi tá eisini at gera sítt fyri at finna eina loysn. Men tað gekk kortini ikki. Trupul­leikarnir hildu fram, og seinni sama ár avgjørdi Kim­ber­ly Joy at søkja um hjúna­skilnað. – Vit fingu bæði sjokk, tá eg hevði sagt, at nú gekk tað ikki meira. Eg trúði næstan ikki, at tað var komið so langt, at eg hevði sagt, at nú er liðugt. Tí eg hevði veruliga roynt so leingi at fáa vend í hjúnalagið, sigur Kimberly Joy, sum eisini hevði verið hjá sálarfrøðingi, áðrenn hon fór frá manninum. – Eg visti, at her gongur ikki væl. Eg kendi ikki meg sjálva longur. Tað kendist, sum eg druknaði, og tí fór eg til sálarfrøðing fyri at vita, um tað var eg, sum var trupulleikin, greið­ir hon frá. Frá sálarfrøðinginum fekk hon vegleiðing til at síggja veru­leikan, sum hann var. Hon hevði tá til fánýtis roynt alt fyri at fáa hjúnalagið betri, og tí var einki annað hjá henni at gera enn at flyta frá manninum. – Eg eri øgiliga tvør. Tá eg til dømis gangi í skúla, royni eg altíð at vera best. Eg royndi eisini alt fyri at bjarga parlagnum, men tá bara annar parturin ger tað, so riggar tað ikki. Ábyrgd av sær sjálvari Kimberly Joy hevði leingi søkt eftir kamari og íbúð í Havn, áðrenn hon í 2016 flutti úr húsunum, sum hon og maðurin høvdu keypt árið fyri. Hon hevði eisini sett seg í samband við Kvinnuhúsið fyri at vita, um hon kundi fáa innivist har, um hon ikki fekk nakað annað at búgva í. Vinir og kenningar bjóðaðu henni eisini at búgva inni hjá teim­ um eina tíð, men tað vildi hon ikki. Heldur ikki vildi hon taka í móti peningi, sum mamma hennara bjóðaði sær til at senda henni. – Eg vil klára meg sjálva. Soleiðis eri eg uppvaksin. Mín uppvøkstur hevur gjørt meg sterka. Mítt lív er mín ábyrgd, og eg vænti ikki, at nakar annar kemur og loftar mær, legg­ur hon stóran dent á. Tá hon fór frá manninum, visti hon ikki, um uppihaldsloyvið hjá henni fór at verða longt. Tá hevði hon uppihaldsloyvi í eitt ár ísenn. Men tað hugsaði hon ikki nógv um. Hon vildi sleppa burt­ur úr trupla hjúnalagnum, tí har hevði hon tað ikki gott, og