Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 8 tað var tað týdningarmesta. Var uppihaldsloyvið ikki longt, var hon bara farin heim aftur til Taivan, sigur Kimberly Joy, sum nú hevur fingið varandi uppihaldsloyvi í Før­oy­um. Hon var so heppin at fáa íbúð í Havn og sigur, at hevði hon ikki fingið nakað at búgva í, so var hon endað á Kvinnuhúsinum. Byrjar at lesa til lærara Nakað frammanundan hevði hon verið inni á Námsvísindadeildini og spurt seg fyri um møguleikarnar hjá sær at sleppa inn at lesa til lærara. Tilráðingin frá skúlanum var, at hon kundi royna at søkja. Hon sendi umsóknina til skúlan, tí hon hevði sett sær fyri at royna at vita, um hon fór at trívast á skúlanum. Um ikki, so fór hon heimaftur. Kimberly Joy var ikki meira enn komin upp á pláss í íbúðini, tá svar kom frá Fróð­skaparsetrinum, at hon var sloppin inn. Hon fór beinanvegin undir at leita sær eftir arbeiði, sum hon kundi hava um kvøldið, og tað var skjótt, at hon fekk starv á Irish Pub. – Eg klári meg sjálva fíggjarliga. Eg gangi í skúla og arbeiði, sigur Kim­berly Joy, sum trívist sera væl á Fróðskaparsetrinum og ætlar at gera útbúgvingina lidna í Føroyum. Hon sigur, at henni hevur altíð dámt væl at undirvíst og arbeitt við børnum. Heima í Taivan plagdi hon at gera sjálvboðið arbeiði í summar­frítíðini í einari kirkju, sum hevði frítíðarskúlatilboð til børn úr fátækum familjum. Tosar fleiri mál flótandi Tá hon spurdi seg fyri á Fróð­ skap­ar­setrinum um lærara­út­ búgv­ingina, fekk hon at vita, at undirvísingartilfarið var á før­ oyskum og donskum, og at bara eitt sindur var á enskum. Hvørki enskt ella føroyskt er nakar trupulleiki hjá Kimberly Joy, sum tosar bæði mál­ini flótandi. Danskt kendi hon hinvegin einki til. Tí setti hon sær fyri at læra seg danska málið. Hon hevur onga undirvísing fingið í donskum, men lærdi seg málið við at hyggja í sjónvarp og lesa undirtekstin. Nú er ongin trupulleiki hjá henni at lesa danskt, men hon heldur at málið er torført at úttala. Hon skilir eisini danska talu, um tað ikki verður tosað ov skjótt. Umframt at duga væl bæði føroyskt, enskt og danskt, so tosar Kim­berly Joy flótandi filippinskt og kinverskt, og hon dugir eisini eitt sindur av sponskum. Familjan vónsvikin Í familjuni hjá Kimberly Joy í Taivan og á Filipsoyggjunum verð­ ur stórur dentur lagdur á at nema sær útbúgving. Hjá teimum er tað vanligt, at ein fær sær hægri út­ búgving fyrst og síðani eitt gott starv, áðrenn ein verður giftur og fær familju. Kimberly Joy sigur, at heima eru tey vónsvikin av henni og spyrja, hvat hon hevur fingið burtur úr lívi­num. – Eg bleiv gift ung, havi onga hægri útbúgving enn og eri enntá skild. Familjan, serliga hjá pápa mín­um, heldur, at eg havi valt tann skeiva vegin, sigur hon, men leggur afturat, at mamman hevur alla tíðina stuðlað henni. Foreldrini hjá Kimberly Joy vórðu skild, tá hon var 12 ára gomul, og tá fluttu hon og mamman úr Manila til Taivan. Tær báðar hava sera tætt samband, og mamman hevur ikki lagt seg út í avgerðirnar, sum Kimberly Joy hevur tikið. – Um tú hevur roynt alt, sum tú kanst í hjúnalagnum, so skalt tú gera tað, sum er gott fyri teg, plagdi mamman at siga við hana, tá hon hevði tað torført í hjúnalagnum og um­hugsaði at fara frá manninum. Angrar einki Kimberly Joy ásannar, at tá familj­ an hjá pápanum fýlist á tað, sum hon hevur fingið burtur úr lívinum higartil, kann hon viðhvørt hugsa, hví hon ikki bara fór heim aftur til Taivan og søkti inn á hægri læru­ stovn har. – Eg skuldi bara verið farin heim á universitetið í staðin fyri at gifta meg, hugsi eg onkuntíð, tá familjan finst at mær. Tað hevði eisini verið tann lætta loysnin at farið heim til Taivan at lesa og búgva hjá mammuni. Men tað vil Kimberly Joy ikki, hóast hon hevur heimlongsul. – Eg verði verandi, tí eg vil ikki bara sleppa undan. Tá eg fái av­ bjóð­ingar, so stríðist eg enn meira, tí eg veit, at eg klári tað, sigur unga kvinn­an úr Taivan. – Eg angri einki. Eg hevði ikki verið tað menniskja, sum eg eri nú, um eg ikki hevði verið í gjøgnum tað, sum hendi. Nú veit eg, at eg kann nógv meira, enn eg væntaði. Eg eri sterkari nú, enn tá eg kom. Sjálvt um tað ikki var tað, sum eg ætlaði ella hugsaði, tá eg kom til Føroya, so eri eg enn her, sigur Kim­berly Joy, sum í summar hevur búð í Føroyum í seks ár. Kedd um aðrar kvinnur Kimberly Joy heldur, at asiatiskar kvinnur sum heild hava tað gott í Føroyum. Men hon ásannar, at ein veit ikki, hvat gongur fyri seg innan­veggja og sigur, at kvinn­ur­ nar tosa ikki um tað, um tað ikki gongur væl heima. Hon veit kortini um kvinnur, sum ikki hava tað gott við hús, og tað ger hana kedda. Hon vónar, at hennara lívssøga kann geva øðr­ um kvinnum íblástur og dirvi til at loysa trupulleikarnar, sum tær hava. – Asiastiskar kvinnur sum heild hava ein øgiligan stríðsvilja, sama hvat tað snýr seg um. Onkrar hava tað ikki gott, men tær blíva við al­ líka­væl, og tað haldi eg ikki altíð er gott, sigur Kimberly Joy. – Onkrar hava kanska ikki sama bókliga kunnleika, sum eg havi, og tí er tað ringt hjá teimum at taka hægri útbúgving. Men tað finst altíð ein loysn, og tað er altíð okkurt, sum ein kann gera, sigur 26 ára gamla Kimberly Joy, sum ætlar at verða verandi í Føroyum so leingi, sum hon hevur tað gott her. – Tað er strævið og tungt at bróta burtur úr tí, sum ikki er gott, men tað er stríðið vert, sigur hon og leggur afturat, at tað er sera umráðandi, at ein dugir at leggja tað keðiliga aftur um seg og fer víðari við lívinum. Føroyar eitt paradís Hon sigur Føroyar vera eitt ómeta­ liga gott land at búgva í. Fólk eru fitt, blíð og umhugsin. Hon sigur seg vera hepna at kenna tey, sum hon hevur kent, og at hon nú rópar tey fyri sína familju í Føroyum. – Her er trygt og gott, og nát­ túran er so nær. Vi hava eisini fjøll, skóg, strendur og hav í Taivan, men náttúran er ikki beint uttanfyri húsini, soleiðis sum hon er her. – Her hava øll eisini so góða tíð. Í Taivan hendir alt við rúkandi ferð, øll skunda sær alla tíðina, og allur gerandisdagurin er lagaður eftir einari tíðarætlan. Har duga tey ikki so væl at steðga á og bara anda og síggja tað, sum er rundan um tey, greið­ir hon frá. Har kemur tað heldur ikki fyri, at fólk fara á vitjan uttan at hava boð­að frá frammanundan, eins og van­ligt er í Føroyum, sigur hon. – Her duga fólk betur at halda frí. Tey hava betri tíð og duga betri at njóta løtuna, heldur Kimberly Joy. Hon leggur afturat, at hon hevur til­lagað seg føroysku mentanina. Hon legði seg beinanvegin eftir at læra seg føroyskt, og hon heldur, at føroyingar skulu tosa føroyskt við útlendingar, sum eru her. Um tað bara verður tosað enskt við teir, so læra teir ongantíð føroyskt, vísir hon á. Hon leggur kortini dent á, at tá talan er um integratión, so kann eitt samfelag ikki gera meira enn eitt vist. – Næsta stigið er hjá okkum út­lendingum. Tað liggur eisini á okk­um at gera tað, sum skal til, fyri at vit skulu trívast her, sigur Kim­berly Joy. MILDRID@SOSIALURIN.FO – Eg hevði ongi blá merkir, men trupulleikarnir í hjúnalagnum fóru illa við mær sálarliga. SAMRØÐA