hósdagur 12. apríl 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
18
DANJAL AV RANA
F
yrr í vikuni lat matstovan
Koks upp í nógv umtalaðu
smáttuni frammi við Gjón
na við Leynavatn. Poul
Andrias Ziska, høvuðskokkur, er
væl nøgdur við fyrsta kvøldið.
- Tað gekk stak væl. Hesa fyrstu
tíðina hava vit við vilja ikki fult
hús, fyri at loyva okkum at læra
umstøðurnar betri at kenna, men
tað gekk stak væl, sigur hann.
Hóast smáttan ikki er stór, so
er pláss fyri 24 gestum hetta árið,
meðan matstovan heldur til við
Leynavatn.
Høvuðskokkurin greiðir frá,
at tað tók langa tíð at finna rætta
staðið til matstovuna, men nú eru
tey sera væl nøgd.
- Vit leitaði leingi og mangastaðni
eftir nýggjum hølum. Kravið, vit
settu okkum sjálvum, var at hetta
skuldi vera betri enn í Kirkjubø.
Vit hava tí vitjað mangastaðni,
bæði í høvuðsstaðnum, í Vágum og
á Sandoy. Men tá vit komu higar
vistu vit, at hetta var rætta staðið
til Koks, sigur hann.
Poul Andrias Ziska greiðir frá,
at tey royna nakað nýtt í Koks í ár.
- Vit royna at gera matuppliv
ingina meiri felags í ár. At fara út
at eta kann onkuntíð gerast so
a-socialt. Tí lata vit gestirnar hitt
ast í Skerpi áðrenn, so tey fáa høvi
at tosa saman. Mitt undir mál
tíðnum her í smáttuni, verða tey
eisini boðin út í hjallin her at fáa
sær ein bita. Tá ætla vit at gera
tað so autentiskt sum gjørligt. Vit
ætla til dømis at hava skerpikjøt
hangandi, sum vit kunnu skera
av niður til gestirnar. Hetta er eitt
upplivilsi, sum gestirnir fara at
hava í felag. Og tá tíðin er komin
til kaffi, kunnu gestirnir eisini sita
saman í kaffistovuni hjá okkum,
sigur hann.
Ein kann eisini bíleggja pláss á
einum felagsborðið, so at tú situr
til borðs við fólkum, sum tú ikki
kennir.
Kortini er gjørligt hjá teimum,
sum bara ynskja at vera tveyeini
at fáa frið.
- Ein avgerð sjálvur, um ein vil
taka lut í felagsupplivingunum ella
ikki. Vil ein hava eitt romantisk
kvøld fyri seg, so lata vit tey fáa
frið, sigur hann.
- Her í Koks handlar kvøldið
um gestin. Tí eru tænararnir ein
týdningarmikil partur av starvs
fólkahópinum. Eg sum kokkur vil
kanska gjarna, at alt koyrir skjótt
og at maturin kemur skjótt út, men
tænarin er millum gestirnar og sær,
hvussu teir njóta matin. Onkrir
gestir eru kanska klárir til næsta
rættin skjótt, meðan onnur hava
fordýpað seg í práti og tørvar frið.
Tænarin skal tí stýra tempoinum
hetta kvøldið, sigur hann.
Hóast matstovan hevur fingið
nógva umrøðu síðani hon fekk
Michelin-stjørnuna í fyrraárið,
heldur Poul Andrias Ziska ikki, at
hetta hevur merkt tey.
- Vit eru nokk so trygg við tað
vit gera og vita, hvat vit vilja. Tí
haldi eg ikki, at vit hava merkt so
nógv eyka trýst á okkum eftir at
vit fingu Michelin-stjørnuna. Tað
hevur kortini verið nógv størri
áhugi fyri at vitja matstovuna,
sigur hann.
Tó so, enn er gjørligt, um tú
kundi hugsað tær at eti á Koks
frammi við Gjónna.
- Vit eru bókaði upp til eini 65
til 70 prosent í ár, so enn eru pláss
eftir, sigur hann. Men tað verður
bert í ár, tí vit hava fingið greið boð
um, at vit sleppa bara at vera her í
ár, leggur hann afturat.
TAÐ HANDLAR
UM GESTIN
Hóast Koks er mest kent fyri matin, so sigur
høvuðskokkurin, at endamálið er at geva
gestinum eina ógloymandi uppliving
Kvøldið byrjar her, í Skerpa. Her fáa gestirnir eina lambssúpan,
áðrenn teir verða koyrdir í jeepi inn í dalin til smáttuna
Komandi dagarnar verður ein gøta gjørd frá smáttuni oman til
parkeringsøkið, so at alt ikki gerst eitt runudíki uttanfyri smáttuna
Rúm er fyri 24 fólkum í smáttuni. Nøkur borð eru til tveir
ella tríggjar persónar, men tvey størri borð eru eisini, sum
antin kunnu bíleggjast til størri bólkar ella fremmand
kunnu velja at seta seg við og møta øðrum vitjandi
Tað er lágt undir loftið og durakarmurin er lítil. Hetta
er alt við til at skapa eina kenslu av intimiteti