hósdagur 12. apríl 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
17
ÁRNI GREGERSEN
T
að byrjaði við, at hon
sum smágenta gekk
til dans hjá Elsu
Mariu Bærentsen.
-Ja, tað var heilt greitt har,
at eg fekk lært fyrstu trinini
í hesum slagi av dansi. Siðani
havi eg bygt uppá.
Nadia Abraham hevur júst
nú sín størsta leiklut í einum
sangleiki. Talan er um leikin
”Egyptiski prinsurin”, sum
verður framførdur á Fredericia
Teater. Hetta er søgan um
Móses og fosturbróður hansara,
egyptiska Ramses.
Nadia Abraham hevur leik
lutin, sum kona Móses. Hon
kemur á pallin umleið 40
minuttir inni í leikinum, men er
so eisini við teir tveir tímarnar,
leikutin varar afturat.
Argjakvinnan hevur fingist
við dans og sang síðani hon var
smágenta. Hon hevur yrkis
útbúgving í hesum sama frá
Performing Arts í Gøteborg í
Svøríki.
-Hetta er ómetaliga stuttligt,
men tað er hart og ikki nakar
dansur á rósum, sigur hon, sum
hevur luttikið í stórum sang
leikum.
Millum annað hevur hon
verið við í Cabaret á Kongaliga
Leikhúsinum í Keypmanna
havn, Mama Mia í Tivoli,
West Side Story í Gøteborg,
og Klokkarin fra Notre Dame
í Fredericia. Hon hevur eisini
verið við í Shrek.
-Men hetta er greitt mín
størsti leiklutur, sigur Nadia
Abraham.
Leikurin er krevjandi. Tað
verður vant ógvuliga hart við
bæði dansi, sjónleiki og sangi.
Tað ger tað heldur ikki minni
krevjandi, at leikurin verður
spældur bæði á enskum og
donskum.
Men Nadia Abraham arbeiðir
í stóran mun sum yrkisfólk.
-Tey flestu sum luttaka í
slíkum, arbeiða bara við hesum
meðani vit venja og spæla leikir
nar, men vit noyðast at hava
onnur arbeiðir afturat fyri at
fáa alt at hanga saman, sigur
hon.
Annað arbeiði hava tey so
millum leiklutirnar.
Hon býr í Keypmannahavn,
men sum øll hini sum luttaka
í leikinum, so búgva tey í
Fredericia, meðan vant verður
og meðan leikurin verður
spældur.
Nadia Abraham skipaði í
heyst fyri einum filmfestivali í
Norðurlandahúsinum.
Hon vildi
dansa og
syngja
Nadia Abraham, sum nú hevur
kvinnuliga høvuðsleiklutin í
“Egyptiski prinsurin”, hevur
altíð viljað dansað og sungið