hósdagur 12. apríl 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
16
MENTAN: Nadia Abraham
ÁRNI GREGERSEN
T
að er ein søga, sum er
at finna bæði í Bíbliui
og hjá islamistum um
Móses, sum var sendur
til Egyptalands, men endaði við at
føra fólk sítt heimaftur úr útlegd.
Barbara Nadia Abrahamsen
av Argjum hevur fingið stóra
leiklutin, sum kona Móses í
sangleikinum, sum júst hevur
havt enska frumframførslu á
Fredericia Teater og har danska
frumframførslan verður 17. apríl.
-Ja, hetta er heilt klárt tann
størsti leikluturin eg higartil havi
havt, sjálvt um eg eftirhondini havi
verið við í nógvum leikum, sigur
Nadia Abraham, sum er navnið hon
brúkar, tá ið hon dansar, syngur og
spælir sjónleik.
Hon er annars fult upptikin nú.
Seinastu tveir mánaðirnar hava
allar venjingar verið á enskum
og arbeiðsmálið hevur verið
enskt undan frumfrramførsluni
á enskum.
-Men nú skulu vit uppá nakrar
fáar dagar flyta allan leikin yvir til
danskt mál, so vit venja ógvuliga
hart, sigur hon.
Leikurin sum hon spælir við í
ber heitið “Egyptiski prinsurin”.
Sami leikur hevur verið at sæð,
sum animatiónsfilmur. Søgan er
lívssøgan hjá Móses, sum fyrst
verður settur í eina kurv í Nilánna
og endar sum prinsur í Egypta
landi.
Hann var ein góðan uppvøkstur
saman við Ramses, sum er borin til
ríkið.
Í leikinum er Nadia Abraham
kona Móses. Sjálvur leikurin er
góðar tveir og ein hálvan tíma lang
ur og eftir at eini 40 minuttir eru
farnir er Nadia Abraham fyri tað
mesta á pallinum.
-Størsta avbjóðingin fyri meg
er seinasta pallmyndin, tá ið eg
eri tikin fangi og syngi seinasta
sangin, sigur Nadia Abraham.
Syngur og dansar
Nadia Abraham bæði syngur og
dansar í stóra leiklutinum. Hon
hevur áður luttikið í hópin av sang
leikum í Danmark og Svøríki.
Í hesum leikinum syngur hon
eisini heimskenda sangin “When
You Believe”, sum Whitney Hous
ton og Maria Carey gjørdu til eitt
hitt.
Í teknifilminum var tað Michelle
Pfeiffer, sum sang og legði rødd til
leiklutin, sum Nadia Abraham nú
hevur.
Sum vanlig er til slíkar fram
førslur, so eru upptøkuroyndir og
sjónleikarar, dansara og sangarar
bjóða seg fram. Nadia Abraham
bjóðaði seg fram til ein minni
leiklut, men tá ið framleiðararnir
høvdu sæð hana, avgjørdu tey at
fáa hana at spæla leiklutin sum
kona Móses, Tzipporah.
-Eg var ógvuliga glað og bilsin,
tá ið eg fekk hesa avbjóðingina. Eg
haldi tað gekk so, tá ið amerikansku
framleiðararnir sóu, hvat eg hevði
víst, sigur Nadia Abraham.
Leikurin her hevur nógvar
dansarar við, sum koma úr
Suðurafrika, Italia og aðrastaðni.
-Hetta eru fólk, sum eru útvald
tí tey eru so dugnalig til júst dansin,
sigur Nadia Abraham.
Amerikanskur leikur
Leikurin er skaptur av amerikana
num Stephen Schwartz, sum hevur
gjørt tónleikin og sum eigur kon
septið. Tað er sonurin, Scott Sch
wartz, sum er leikstjóri.
Sjálvt handritið til sangleikin
hevur Philip LaZebnik skrivað.
Tilsamamans eru 130 fólk í
gongd, tá ið leikurin verður fram
førdur, men á sjálvum leikpallinum
eru tey millum 30 og 40 fólk.
Danska
frumframførslan
verður 17.apríl og so verður spælt til
inn í juni, men eftir ætlan, so verður
leikurin framførdur á Kongaliga
Leikhúsinum í Keypmannahavn
næsta ár.
Nadia Abraham hevur gjørt
sáttmála um, at hon eisini er við,
tá ið leikurin verður settur upp í
Keypmannahavn.
STØRSTA
KVINNULIGA
LEIKLUTIN Í
SANGLEIKI UM
EGYPTISKA
PRINSIN
Nadia Abraham av Argjum spælir leikin á enskum og á donskum