hósdagur 12. apríl 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
15
um, at ein stríðist við angist. Gurið
Simonsen heldur, at hóast vit eru
komin væl áleiðis, so er enn langt
á mál, tá talan er um sálarsjúku.
– Tað er ikki lætt hjá fólki at
tosa um sínar “veikleikar”, og
lættast er at láta sum um, ein
hevur stýr á lívinum á øllum
økjum. Hóast hetta, so tosa fólk
meir opið um kropsligar sjúkur
enn sálarligar, hóast tað ikki eru
allar kropsligar sjúkar, sum líka
lætt er at tosa um. Eg haldi, at vit
eru komin langt við at normalisera
sálarligar trupulleikar sum heild,
men enn er torført at siga, at ein
stríðist við eina sálarliga sjúku.
Tað er, sum verður tað tulkað
sum ein kroniskur veikleiki í
persónsmenskuni heldur enn
ein støða, sum ein er í, sigur
sálarfrøðingurin.
– Tað er umráðandi at
normalisera hetta og vita, at til
ber at gera okkurt við tað. Tað eru
nógv amboð, ið kunnu nýtast, tá
ein fer í hernað ímóti angistini.
Eisini er umráðandi at tosa um
líðingina við tey, ið standa einum
nær. Nógv kenna støðuna, og
eins egna lív verður lættari, tá
ein hevur sagt frá. Onki ringt
hendir, tá ein greiðir frá støðuni,
men ístaðin skilja tey, ið eru
rundan um ein, nógv betur, hví
man er, sum man er, sigur Gurið
Simonsen.
Tey nærmastu
kunnu hjálpa
Kennir man onkran, sum stríðist
við angist, so ber til at hjálpa
viðkomandi við at kunna seg
um evnið. Gurið Simonsen sigur,
at hon ofta biður makan hjá
viðkomandi koma við til eina
samrøðu, so hon fær greitt frá,
hvat angist er.
Ofta verða tey nærmastu
ørkymlað, tí tey ikki skilja, hví tann
líðandi altíð sigur nei til ymiskt. Men
verða tey nærmastu vónbrotin, so
verður truplari hjá viðkomandi við
angist at broyta støðuna.
– Angist er ikki ein støða, ein
velur at vera í. Tað er ein veruligur
trupulleiki. Tey, ið stríðast við tað,
vildu fegin sloppið burturúr tí.
Best er at vera har og ikki royna at
loysa trupulleikan, staðfestir hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Visti tú?
Kropsliga líkist angist
nógv strongd, men tankarnir
eru øðrvísi. Í stuttum kann
sigast, at strongd snýr seg ofta um
tað, ið ein hevur tíð til. Angist snýr
seg meira um ymiskt, ið kann
ganga galið. Tað snýr seg um
tað, vit eru bangin fyri ella
stúrin um.
Visti tú?
Tað eru fleiri
hættir at arbeiða
við angistini. Gurið
Simonsen nýtir mest
kognitiva terapi og
mindfulness.
Sum samfelag
hava vit eina
hugsan um,
hvussu ein
vælskipaður
og sosialur
persónur eigur
at bera seg at.
Vit skulu til
tiltøk, føðing
ardagar, tosa
við vinir og so
framvegis. Er
ein introvert
ur ella kenslu
samur, so er
orkan til tað
sosiala minni