hósdagur 12. apríl 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
14
TEMA: Angist
Angist
ANNIKA KUNOY IM
I
nnan sálarfrøðina verður ofta
sagt, at hevur ein tað torført
í seks mánaðir, og ávirkar
líðingin virkisføri, so ein
ikki fær virkað í gerandisdegnum,
so eigur ein at leita sær hjálp. Gurið
Simonsen, sálarfrøðingur, heldur
tó ikki, at neyðugt er at bíða í seks
mánaðir, men er ein stúrin, og
ávirkar stúranin gerandisdagin,
so er best at leita sær hjálp.
Tað eru mong, ið stúra nógv í
gerandisdegnum, men sum ikki
leita sær hjálp, tí tey halda, at tey
eru bara stúrin av lyndi, og at tey
tí mugu liva við stúranini.
– Nógv menniskju hava
tað torført, hóast tey klára
gerandisdagin ár eftir ár. Tey verða
von við kensluna, sum tey ofta
hava havt frá barndómi av, og tey
kenna ongan annan veruleika enn
at vera stúrin, sigur hon.
Gurið Simonsen greiðir frá,
at angist verður nýtt sum eitt
samheiti fyri eyðkenni sum verða
sjónlig, tá fólk uppliva vanda. Ein
verður árvakin og verður klárur
til eina stríðsstøðu. Angist verður
tó ein trupulleiki, tá ein fær hesi
eyðkennini, hóast ongin vandi er
á ferð.
Oftast verður tosað um sosiala
angist og um generella angist.
– Tey sum stríðast við angist
verða ofta árvakin og yvirtulka
eygnabrá og kropsmál hjá fólki,
tey eru saman við. Ofta fara tey í
verjustøðu, tí tey halda, at onnur
ikki dáma tey, ella at tey hava sagt
okkurt skeivt. Tey renna undan
støðuni ella velja ikki at fara
avstað, tí tey hava havt keðiligar
upplivingar, sigur Gurið Simonsen.
Øll kunnu fáa angist
Gurið Simonsen greiðir frá, at hon
hevur nógvar klientar, ið líða av
angist. Hóast øll kunnu fáa angist, so
hava tey flestu, ið líða av generellari
angist ella sosialari angist, introverta
persónsmensku, og hava tørv á at
vera einsamøll við hvørt.
– Sum samfelag hava vit
eina hugsan um, hvussu ein
vælskipaður og sosialur persónur
eigur at bera seg at. Vit skulu
til tiltøk, føðingardagar, tosa
við vinir og so framvegis. Er ein
introvertur ella kenslusamur, so
er orkan til tað sosiala minni. Ein
hevur aðrar dygdir ístaðin, sigur
sálarfrøðingurin.
Tað er umráðandi, at vit skilja,
at tað ikki er ein veikleiki at vera
introvertur. Tað er eitt slag av
persónsmensku, og á leið ein
triðingur av menniskjunum eru
fødd soleiðis.
Samfelagsreglurnar noyða
okkum at framføra, og vit verða
síðani eftirmett og virðismett. Vit
skulu helst hava ávíst starv, síggja
út á ávísan hátt, eiga pengar og
vera sosial.
– At vera sosialur er vorðið
ein alsamt meira týðandi
mátistokkur fyri framgongd,
og tað er eitt óneyðugt trýst,
sum kann elva til angist. Tað
er umráðandi at kenna seg
sjálvan og vita, hvørjum ein
hevur tørv á, sigur hon.
Hóast tey flestu, ið líða av
sosialari- og generellari angist
eru introvert, so fáa menniskju
við ekstrovertari persónsmensku
eisini angist. Tá er orsøkin tó ofta,
at tey hava upplivað eitthvørt
traumatiskt.
Angist er avmarkandi
Gurið Simonsen greiðir frá,
at hóast fleiri liva við angist í
gerandisdegnum, so verða tey
avmarkað.
– Summi við sosialari angist
eru so mikið væl fyri, at tey
klára at gera tað, sum tey skulu í
gerandisdegnum, so sum at fara
í føðingardagar, at ferðast ella
á ólavsøku, men tey eru ikki til
staðar, tá tey gera tað. Orsøkin
er, at angistin yvirtekur kroppin,
og ein fær ikki verið nærverandi.
Ein fær ikki notið upplivingarnar,
tí ein hugsavnar seg um at hava
tamarhald á kroppinum, og tá
verður sosiala samveran ikki so
gevandi. Lívið verður ein bardagi,
og ofta verður nógv orka nýtt til
at láta sum um, at alt er í lagi, sigur
hon álvarsliga.
– Tey, sum hava generella
angist, stúra um alt møguligt.
Tað kann millum annað vera ein
konfirmatión, sum verður um
tríggjar mánaðir. Stúranin fyllir alt
í huganum, hóast alt er í ordan og
lagt til rættis, leggur hon afturat.
Tey flestu stúra mest, tá tey eiga
at hugna sær. Gerandisdagurin
kann ganga væl við arbeiði og
familju, men tá tey onki hava at
gera, ella tá tey eru troyttari enn
vanligt, kemur stúranin.
Torført at siga, hvaðani
angist kemur
Tað er sunt og gott fyri
menniskjuna at kenna eitt sindur
av angist, men tað verður til ein
trupulleika, tá ið kroppurin eisini
reagerar. Verður
ein ikki illa fyri av
angistini, so er ikki
vist, at angistin er
ein trupulleiki. Verður
tað á hinvegin torført at
hugsa um eitthvørt, uttan
at kroppurin reagerar, so er
angistin ein trupulleiki, og tá byrja
fólk við angist ofta at sleppa sær
undan ávísum støðum og fólki, ið
elva til angist. Tað kann tó enda
við, at ein síðani verður bangin og
stúrin kortini.
– Tað er ikki vanligt, at tú til
dømis ikki kanst hugsa um at
gjalda eina rokning ella ringja til
eitt kontór, uttan at kroppurin
reagerar, sigur hon.
Gurið Simonsen greiðir frá, at
stúran er ein natúrlig mekanisma,
ið kann fyribyrgja, at eitthvørt
gongur galið. Menniskju, ið
hava stóran tørv á tamarhaldi í
gerandisdegnum, brúka angistina
til at tryggja sær, at alt er, sum tað
eigur at vera.
– Tað eru ofta tey, sum klára
seg væl, ið stúra nógv. Tey fáa
nógv á skaftið og leggja nógv til
rættis, men tað kann lættliga verða
strævið fyri ein persón at liva
við angistini, og verða tey eisini
strongd, so verður støðan negativ,
sigur hon.
Kvinnur meir enn menn
Kanningar vísa, at tað eru fleiri
kvinnur enn menn, ið líða av
angist. Serliga eru tað kvinnur,
ið hava familju, arbeiði, nógva
ábyrgd, stóran vinaskara og
nógvar kenningar.
Gurið greiðir frá, at hóast
tað er fleiri kvinnur enn menn,
ið líða av angist, so hevur hon
eisini mannligar
klientar, ið stríðast við angist.
– Angistin hjá monnum er tó
ofta tengd at strongd, sigur hon.
Royndirnar hjá Gurið vísa, at
menn ofta ikki geva sær far um
kenslurnar, fyrr enn tað er ov
seint.
– Ofta er tað serstakliga
umráðandi fyri menn, at tey eru
raskir, og tá kroppur og sinn ikki
orka meir, verða teir strongdir og
fáa síðani kroniska angist, sigur
hon.
Eisini eru fleiri av klientunum
hjá Gurið ungar kvinnur í 20-
unum. Tær eru undir stórum
trýsti og væntanirnar um, hvussu
tær skulu síggja út og klára seg,
eru høgar.
– Tær liva undir øgiligum trýsti,
og tær hava einki annað val, sigur
hon.
Hesin óttin fyri at skula avrika
er eisini eitt slag av sosialari angist.
Trýstið verður tó ofta so stórt, at
viðkomandi undir trýsti als ikki
sær, hvussu væl hon ella hann
klára seg.
Ikki lætt at tosa um
Tað finnast ikki føroysk hagtøl,
ið siga, hvussu nógv stríðast við
angist, men staðfestast kann, at
vit ikki eru øðrvísi enn aðrastaðni.
Útlendsk tøl vísa á, at ein út av 10
stríðist við angist. Angist er tí ein
vanlig líðing, men hóast tað, so
tykist tað enn sum eitt tabu at tosa
SÁLARFRØÐINGURIN:
–Angist er avmarkandi
– Angist er ikki ein støða, ein velur at vera í. Tað er ein veruligur trupulleiki. Tey, ið
stríðast við tað, vildu fegin sloppið burtur úr tí, sigur Gurið Simonsen, sálarfrøðingur
Visti tú?
Kropsliga kann angist
kennast sum onkur stendur
á bringuni, tað ørar kanska fyri
einum, tað er ringt at anda, hevur
summarfuglar í búkinum, spentar
vøddar, høvuðpínu, hjartabankan,
ringt at savna seg um nakað,
tað surrar í kroppinum ella
ein kennir órógv.
Visti tú?
Angist er eitt
tað vanligasta,
ið fólk fara til
sálarfrøðing
fyri.
At vera sosialur er vorðið
ein alsamt meir týðandi
mátistokkur fyri framgongd, og
tað er eitt óneyðugt trýst, sum
kann elva til angist