hósdagur 12. apríl 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
13
nú fór at missa dreymastarvið í
operakórinum.
Lukkutíð var Elsa Súsanna
byrjað at ganga til sálarfrøðing,
tá hon flutti til Noregs. Hetta var
annað árið, at hon gekk hjá sál
arfrøðinginum, og hon tosaði við
hann um fundin, áðrenn hon fór.
Staðfest angist
– Hann spyr meg, hví eg so ofta
komi ov seint til arbeiðis. Eg segði,
at eg helt, at eg var sjálvoyðandi.
Tað tók sálarfrøðingurin als ikki
undir við, tí operasangurin var jú
mín lívsæðr, sigur hon.
Sálarfrøðingurin greiddi henni
frá, at hon hevði angist. Inni í
høvdinum hevði hon eina ræðslu
fyri at fara út millum fólk, sum
hon onkursvegna hevði klárað at
doyvt, tá tað kom til starvið hjá
henni, tí tað var so umráðandi og
altavgerandi fyri hana.
– Eg kendi, at arbeiðið var tað
einasta í lívinum, sum fungeraði,
greiðir hon frá.
Sálarfrøðingurin mælir henni
síðani til, at hon fer til fundin og
greiðir teimum frá, at hon hevur
sálarligu líðingina angist. Eisini
skuldi hon siga teimum, at hon í
samráð við sálarfrøðing arbeiddi
við líðingini, og vildu tey vita meir
um angistina, so kundu tey seta seg
í samband við hann. Hon skuldi
eisini biðja um eitt tíðarskeið,
har arbeiðsgevarin loyvdi henni
eitt rásarúm, soleiðis at hon, tá
hon kendi angist, fekk boðað
arbeiðsplássinum frá, at hon var
sein á veg ella ikki fekk komið tann
dagin.
– Eisini gav hann mær eina
hárnál við lítlum perlum á. Hann
segði, at dóttir hansara hevði
gjørt hana. Eg skuldi lova honum,
at eg hevði hana á mær á einum
sjónligum staði, og hvørjaferð eg
merkti, at eg varð álopin skuldi eg
nerta við hárnálina og siga ‘eg havi
lov at vera her’, sigur hon.
– Eg helt, at hann var púra gagg,
men opinleikin riggaði, sigur hon
frá.
Umframt at Elsa Súsanna skuldi
greiða arbeiðsplássinum frá um
orsøkina til vánaligu uppmøt
ingina, so skuldi hon eisini sjálv
góðtaka og læra meir um diagnos
una, sum hon júst hevði fingið.
– Angistin var millum annað
komin av, at lunnar undir mínum
sosiala lívi vóru so skeivar orsakað
av happingini frá barndóminum,
sigur hon frá.
– Eg hevði ikki álit á fólki. Eg
kundi verða boðin til eitthvørt og
verða pyntað og klár at fara avstað
og síðani broyta hugsan, sigur hon.
Elsa Súsanna og sálarfrøðing
urin tosaðu saman einaferð um
vikuna í fýra ár. Hendan áhaldandi
tíðin saman við sálarfrøðinginum
hjálpti henni burtur úr bæði
tunglyndi og angist.
Hon kennir seg hepna, at hon
fekk starvið í Noregi, og at hon
kundi ganga til sama sálarfrøðing
ein tíma hvørja viku í fýra ár. Eftir
fýra ár við millum annað kogn
itivari terapi avgjørdi hon at gevast
við samrøðunum við sálarfrøðing.
Tá hevði hon lært at lesa mynstrini
í tí, sum hon gjørdi og síðani at
broyta tey.
Matur tálmaði kenslunum
Elsa Súsanna hevur havt eina
langa yrkisleið sum operasangari.
Hon greiðir frá, at professionelt
hevur hon verið væl nøgd við síni
avrik, og hon hevur fingið nógv rós
fyri tað arbeiðið, sum hon hevur
gjørt.
Hon hevur tó kent tað, sum var
hon í tvíningum. Hon visti væl, at
hon var dugnalig innan sítt yrki,
men uttan fyri arbeiðstíðina kendi
hon seg sera lítið verda.
– Onnur síðan av mær var
kaotisk og svørt og hin koyrdi á
skinnum, sigur hon frá.
Ein liður í stríðnum hjá Elsu
Súsannu var yvirvekt. Hon hevur
í fleiri ár vigað alt ov nógv og
stríðst við markloysi og eitt slag
av etingarólagi, har hon ikki fekk
stýrt øllum tí, sum hon koyrdi nið
urum.
– Sálarfrøðingurin spurdi meg
eisini, hvat eg fekk burtur úr at
eta so nógv. Eg greiddi frá, at eg
varð ræðuliga mett, og tá eg var so
mett, so orkaði eg ikki annað enn
at anda, var hvít inni í høvdinum,
og eg hevði ongar tankar. Lukkutíð
havi eg vunnið á hesi avbjóðingini
nú, sigur Elsa Súsanna Dalsgaard,
sum í Noregi fekk eina gastric
bypass skurðviðgerð.
– Tað at lætna hevur loyst nógv
hjá mær, og eg sleppi mær sjálvari
leysari á ein annan hátt nú. Eg veit
tó væl, at ein ikki verður sálarliga
frískur av eini skurðviðgerð. Øll tey
arrini tú hevur, hevur tú við tær
restina av lívinum, líkamikið um
tey eru á kroppinum ella á sálini,
sigur hon.
Skurðviðgerðin køvaði tó mongu
røddirnar í høvdinum, sum vildu
tálma kenslunum við mati.
Stríðist enn
Enn er torført hjá Elsu Súsonnu at
koma upp úr songini um morgn
arnar. Hon lærir seg enn at trúgva
upp á, at tað er neyðugt, at hon
møtir til arbeiðis. Tí innan í sær
sjálvari hugsar hon enn, at eingin
leggur til merkis ella leggur í, um
hon er har.
– Tað berjist eg við hvønn dag
enn, staðfestir hon, men greiðir
frá, at amboðini hon fekk ta tíðina
hon gekk hjá sálarfrøðingini hava
lært hana at koma upp undan, tá
slíkar kenslur og tankar sníkja seg
inn á hana.
– Tað ber til at broyta hesar
tankarnar og mynstrini, tí eg fangi
tey so skjótt. Eisini hevur tað hjálpt
mær nógv at vera opin um tað, sum
eg upplivi, sigur hon.
Nú er langt ímillum, at hon fær
angist, hóast hon enn upplivir tað
nakrar ferðir um árið.
– Tá ið tað kemur, er umráðandi
at lata vera við at berjast í móti tí.
Best er at góðtaka kenslurnar og
lata tær koyra sína gongd, tí tá tú
sleppur tí, so gongur tað skjótari.
Avnokti eg kenslurnar, so verða
tær sterkari. Trýstir tú ímóti, so er
tað sum náttúrulógin sigur: Trýst
elvir til móttrýst, staðfestir Elsa
Súsanna Dalsgaard.
Elsa Súsanna Dalsgaard
Sanglæraraprógv
av Nordjysk
Musikkonservatorium
1993
Diplomprógv
av Kgl. Danska
Musikkonservatorinum
1995
Starvast i Radiokoret
(Danmarks Radio)
1994-2000
Starvast í Operakórinum
í Oslo 2000-2017
Solistur i Danmark,
Norra og Føroyum
í kirkju, konsert
og á operapalli
Flutti til Føroya
aftur i juni 2017
HEVUR FYLGJA