Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 12 Angist TEMA Angist – Eg eri ein innanhokin persónur, men samstundis havi eg eitt ómetaliga útvent starv, sigur operasangarin, Elsa Súsanna Dalsgaard, sum í mong ár hevur stríðst við sosiala angist ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Í mong ár droymdi Elsa Súsanna um at kunna liva av at syngja, men hon tordi illa at fylgja dreyminum. Tá hon fór undir lesnað í Danmark, fór hon fyrst at lesa til bókavørð, og síðani fór hon at lesa danskt, áðrenn hon endiliga søkti inn á musikkkonservatoriið og kom inn. Í barnaskúlanum varð 56 ára gamla Elsa Súsanna Dalsgaard illa happað og sosialt avbyrgd. Hon greiðir frá, at børnini serliga happaðu hana við útsjóndini og við familju hennara. Happingin gjørdi, at hon kendi seg sera einsamalla og verjuleysa. – Foreldur míni hava gjørt tað, tey hava megnað, men tá í tíðini visti man lítið um, hvussu happing skuldi handfarast, sigur hon. Tá Elsa Súsanna var liðug við sjeynda flokk, skuldi flokkurin víðari í ein annan skúla at ganga í framhaldsdeild. Tá segði hon leiðsluni, at um hon ikki slapp í ein annan skúla at ganga, so gavst hon í skúlanum. Ynskið varð gingið á møti, og tá hon fór í nýggjan flokk, loysnaði fyri happingini. – Tá hevði happingin longu gjørt stóran skaða, og hon hevur á fleiri hættir elvt til ein oyðandi samleika, sigur hon. – Seinni havi eg skilt, at eg eri ein innanhokin persónur, men samstundis havi eg eitt ómetaliga útvent starv, sigur Elsa Maria Dalsgaard, sum seinastu mongu árini hevur staðið á palli í Noregi sum operasangari. Elsa Súsanna legði skjótt til merkis, at hon hevði tunglyndi. Hon helt, at tað var tengt at veðr­ inum og var vetrartunglyndi, og hon royndi fleiri ferðir at leita sær serkøna hjálp. Tað var tó ikki fyrr enn seinni í lívinum, at hon skilti orsøkina til sálarligu líðingarnar og lærdi at brúka tólini frá sálarfrøðingi, soleiðis at hon fekk minkað um og lært at liva við avbjóðingunum. Sangurin Elsa Súsanna hevur altíð elskað at sungið í kóri, og hóast merkt av sosialari avbyrging so visti hon, at hon dugdi væl at syngja. Tað var tó torført hjá henni at gera vart við seg og bjóða seg fram at syngja solo, tá høvið beyðst. – Eg visti, at var eg á fremsta rað, so kundi eg verða happað aftur. Eg hevði onki álit á fólki, sigur hon álvarsom. Orsøkin var ikki, at hon helt, at hon ikki megnaði uppgávuna, tí hon sat við eini fullvissu í sær sjálvari um, at hon dugdi betur enn fleiri av teimum, sum sungu soloirnar, greiðir Elsa Súsanna frá, sum nú bæði hevur útbúgvingina og royndirnar. Eisini hevur hon fleiri ferðir fingið at vita frá starvsfeløgum, at hon tosar alt ov ljótt um seg sjálva. Tað hevur tikið hana á bóli, tí hon als ikki er varug við, at hon tosar soleiðis. – Eg hoyri ikki, at eg geri tað. Eg snakki um meg sjálva, sum eg síggi verðina, eg eri í. Fólk orka tó ikki at hoyra, at eg tosi soleiðis um meg sjálva, og mær dámar heldur ikki, tá onnur menniskju tosa neiligt um seg sjálvi, sigur hon. – Eg havi onkursvegna tikið sosialu útfrystingina frá barn­ dóm­inum og fryst meg sjálva úti, stað­festir hon. – Tað geri eg eisini, tá eg frysti meg úti úr eini sosialari støðu, leggur hon afturat. Óttin fyri at verða avvíst er so stórur, at tað verður lættari sjálv at avvísa lívið, læsa seg úti og lata vera við at taka lut. Tað er tó ein andsøgn í at vera innanhokin og at arbeiða sum opera­sangari, og Elsa Súsanna greiðir frá, at hon mátti læra at taka í móti fagurorðum. – Einaferð kom ein áhoyrari og rósti mær eftir eina framførslu. Eg svaraði viðkomandi, at eg ikki helt, at framførslan var nakað serliga góð, og at eg hevði gjørt fleiri mistøk. Mín klaverlærari hoyrdi, hvat eg svaraði og hevði harðliga at mær og segði, at soleiðis skuldi eg ikki prøva upp á at siga, tá eg fekk rós. Hatta er tað ljótasta ein kann gera, tí tú sigur teimum, ið geva rós, at tey ikki vita, hvat tey tosa um. Ein skal læra seg at siga takk! Tað hevur vent nakað í mær, sigur Elsa Súsanna Dalsgaard álvarsom. Operakórið í Oslo Tíðina eftir at Elsa Súsanna var liðug at lesa hevði hon ymiskt fyri­ fallandi arbeiði í Danmark. Hon hevði tó tann trupulleikan, at hon ofta møtti ov seint til arbeiðis. Hon skilti ikki tá, hvør orsøkin var til, at hon ferð eftir ferð misti starvið, tí hon møtti alt ov seint ella gloymdi, at hon skuldi til arbeiðis. – Tað var eyðmýkandi, og eg varð knúst hvørja ferð, tað hendi, sigur hon. Tá Elsa Súsanna var 38 ára gomul, flutti hon til Noregs at búgva, tí hon fekk dreymastarvið sum operasangari í Operakórinum í Oslo. Hon greiðir frá, at tað pass­ aði væl til sín, tí hon ikki skuldi møta tíðliga til arbeiðis. – Tað byrjaði at glíða kortini. Hóast eg var uppi klokkan sjey, fór undir brúsu og var klár at fara til arbeiðis ein tíma áðrenn, eg skuldi møta, fekk eg meg ikki út um dyrnar. Eg stóð og hugdi at hurðini, og eg fekk fleiri tankar um, hví eg ikki kundi fara. Til síðst fekk eg pressað meg gjøgnum dyrnar, sigur hon. Tá hon hevði tað soleiðis, varð hon ólukkulig og útlúgvað, og hon kendi fleiri sjúkueyðkenni. – Eg kundi sova alt døgnið, og eg hevði ilt alla møguliga staðni, og tað er eisini ein máti at rýma undan kensluni, sigur hon. Á arbeiðsplássinum løgdu tey sjálvsagt til merkis, at Elsa Súsanna møtti illa upp. Hon varð innkallað til fund, og hon fekk at vita, at fekfelagsumboð skuldi við á fundin. Tá visti hon, hvat fundurin fór at snúgva seg um, og hon var ræðslusligin fyri, at hon happingin longu gjørt stóran skaða, og hon hevur á fleiri hættir elvt til ein oyðandi samleika Hóast eg var uppi klokkan sjey, fór undir brúsu og var klár at fara til arbeiðis ein tíma áðrenn, eg skuldi møta, fekk eg meg ikki út um dyrnar. Eg stóð og hugdi at hurðini, og eg fekk fleiri tankar um, hví eg ikki kundi fara. Til síðst fekk eg pressað meg gjøgnum dyrnar – TEY ARRINI TÚ TÆR ALT LÍVIÐ Operasangari: