hósdagur 12. apríl 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
11
ANGIST
ER BÆÐI
UMFATANDI
OG VANLIGT
– Hóast angist er ein tann mest vanliga sálarliga líðingin,
sum fólk leita sær hjálp fyri, so kann tað vera torført
at skilja fólk, ið stríðast við angist, tí angistin vísir seg á
ymiskan hátt. Tað eru tó fleiri úrslitagóðir viðgerðarhættir,
ið kunnu hjálpa teimum, ið stríðast við angist
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
G
urið Simonsen, sálar
frøðingur, sigur soleiðis
um angist:
“Angist minnir uttan
iva um tað, sum fyrr varð kallað
ringir nervar, og angist er ein tann
vanligasta sálarliga líðingin, ið fólk
fara til sálarfrøðing fyri.
Angist kann festa seg á ymiskan
hátt. Hjá summum er tað sosialur
angist, har tað at vera saman við
fólki, ein ikki kennir ella saman
nógvum fólki kann gera, at ein
fer upp at koyra. Hjá øðrum kunnu
tað vera tað ymiskar ræðslur, sum
elva til angist. Hetta kann vera
høgar hæddir, eiturkoppar ella at
flúgva.
Onnur merkja ikki, at tað er
nakað serligt, sum ger, at tey
kenna seg so, men tað er bara alt
ella einki, sum tey kunnu seta
fingurin á. Tað kann eisini vera
ein samanseting av øllum hesum
møguleikunum.
Kropsliga kann tað kennast
sum onkur stendur á bringuni, tað
ørar kanska fyri einum,tað er ringt
at anda, hevur summarfuglar í
búkinum, spentar vøddar, høvuð
pínu, hjartabankan, ringt at savna
seg um nakað, tað surrar í kropp
inum ella ein kennur órógv. At
hava angist krevur nógva orku,
og tí kann ein kenna seg troyttan
og hava lítlan hug til nakað. Tey,
ið hava angist, kunnu eisini verða
lætt kløkk, merkja at tey ristast á
hondunum og eru kanska altíð eitt
sindur ‘heit um høvdið’.
Kensluliga er ein møguliga
stúrin uttan at vita heilt um hvat.
Fólk við angist merkja ofta, at
tankarnir súsa runt í høvdinum, og
heilin kann við hvørt velja at stúra
um okkurt heilt týdningarleyst.
Hetta kann lættliga elva til
svøvntrupulleikar. Tað eru ofta
tankar, sum byrja við ‘hvat nú um
hetta ella hatta’.
Summi uppliva eisini ræðslu
herðindi. Hetta eru upplivingar,
har tað kann kennast sum hjartað
steðgar, tað tykist ógjørligt at
anda og ein kann halda, at okkurt
er ruskandi galið. Ræðsluherðindi
kemur sum oftast uttan ávaring,
og tí kunnu summi fáa enn meiri
angist. Tey kunnu ganga og bíða
eftir, at tað hendir aftur. Fólk
hugsa ofta, at nú eru tey deyðan
um nær, og tí skunda tey sær at
ringja til lækna ella fara á skaða
stovuna. Kanningar vísa tó oftast,
at einki er galið.
Tað kunnu sum við flestu sálar
ligum tilbrigdum vera eitt ótal av
grundum til, at ein fær angist,
og ein annar sleppur undan. Tað
kann liggja til familjuna og kann
byrja sum barn. Men gerst angist
ein stórur trupulleiki, so er ofta
ein onnur orsøk til tess. Til dømis
kann ein hava verið strongdur ella
havt eitthvørt at stúra um í longri
tíð. Men summi hava tó lyndi til
at stúra, og tað gerst verri við
aldrinum, tí lívið verður meira
avbjóðandi.
‘Post traumatic stress disorder’
hoyrir til familjuna av angist
trupulleikum, men har er byrjanin
ofta greið. Ein hending hevur
elvt til, at vit hava kent okkum
ótrygg annaðhvørt í eitt stutt ella
eitt longri tíðarskeið. Eitt tekin
upp á PTSD, sum skilur hetta frá
vanligari angist, er, at fólk uppliva
at hava “flashbacks”. Tey uppliva,
at myndir, ljóð og orð, ið minna tey
á tað ræðuliga sum hendi, koma
fram fyri tey, tá tey eru vakin, ella
tá tey sova.
Kropsliga líkist angist nógv
strongd, men tankarnir eru øðr
vísi. Í stuttum kann sigast at
strongd snýr seg ofta um tað, ið
ein ikki nær. Tað snýr seg ofta um
manglandi tíð. Angist snýr seg
meira um ymiskt, ið kann ganga
galið. Tað snýr seg um tað, sum vit
eru bangin fyri ella stúrin um.
Tað er strævið lív at hava angist,
og tað ávirkar ofta vinaløg, parløg
og arbeiði. Tað er eisini torført hjá
mongum at skilja, hvat angist er.
Tað er ringt teimum, sum eru um
ein við angist at skilja, at tey ikki
bara kunnu hugsa meira jaligt, ikki
stúra um tað, sum tey ikki kunnu
broyta og ikki bara kunnu ‘sláa
kalt vatn í blóðið’. Men tað er ikki
so einfalt. Tá ein hevur angist, so
er ólag komið í háttin, kroppurin
og heilin arbeiða saman á, og tað
er ógjørligt at bara gevast við at
stúra. Tá ein tíð er fráliðin, kann
ein byrja at stúra fyri at stúra, tí at
ein hevur havt so nógvar neiligar
upplivingar av at hava tað so ringt,
tá ein er stúrin.
Um tú hevur angist, so er týdn
ingarmikið at gera tað, sum tú
kanst, fyri at tað ikki gerst verri.
Til dømis er týdningarmikið at
sova nokk, eta væl og røra teg. At
drekka nógvar drykkir við koffein
kann eisini gera tað verri. Tað er
eisini gott at royna at sleppa sær
undan strongd og ikki at skunda
sær ov nógv gjøgnum dagin. Eisini
er gott at vera saman við fólki, ið
stuðla og ugga heldur enn royna
at loysa nakað.
Minnast skal til, at angist er ikki
eitt val, og tí ikki bara nakað ein
kann gevast við. Hóast alt hetta
kann hjálpa, so loysir tað oftast
ikki grundleggjandi trupulleikan.
Sálarlig hjálp er ofta neyðug, og
nógvir góðir og effektivir viðgerð
arhættir eru.”