Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 10 Angist TEMA Angist Heitið angist verður nýtt sum eitt samheiti fyri eyðkenni, sum verða sjónlig, tá fólk, ið uppliva vanda, verða árvakin og klár til eina stríðsstøðu. Angist verður tó ein trupulleiki, tá ein fær hesi eyðkennini, hóast ongin vandi er á ferð ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO T að finnast ikki føroysk hagtøl, ið siga, hvussu nógv stríðast við angist, men staðfestast kann, at vit í Føroyum ikki eru øðrvísi enn aðrastaðni. Kanningar á økinum vísa, at sannlíkt er, at angist er sera út­ breidd og vanlig. Psykiatri­fonden. dk skrivar, at ein stór kanning, sum varð gjørd í fleiri evropeiskum londum, vísti, at á leið 12 prosent upp­liva angist í einum tíðarskeiði á eitt ár. Ein onnur norsk kanning vísti tó, at talið var heilt uppi á 20 pro­sentum. Kanningar vísa, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið líða av angist. Serliga eru tað kvinnur, ið hava familju, arbeiði, nógva ábyrgd, stóran vinaskara og nógv­ar kenningar. Tað eru eisini fleiri, sum hava fleiri ymisk sløg av angist ella hava angist og tung­ lyndi samstundis. Á temasíðunum hesa vikuna seta vit sjóneykuna á angist – og ser­liga sosiala- og generella angist. Psykiatrifonden.dk upplýsir, at í einum tíðarskeiði á eitt ár fáa á leið 1-3 prosent generella angist, men vandin fyri at fáa generella angist einaferð í lívinum er 3-5 prosent. Tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið fáa generella angist, og bert ein triðingur av teimum, ið uppliva generella angist, venda sær til lækna innan fyrsta árið. Fleiri fáa ongantíð diagnosuna. Á leið 2 prosent hava agorafobi, sum er ótti fyri stórum almennum rúm­um og stórum fjøldum. Sam­ svarandi hava 2 prosent sosi­ ala angist. Fleiri kvinnur enn menn hava ræðslusjúkur, sum vanliga byrja tíðliga í lív­in­um. Hóast ræðslusjúkur ofta kunnu staðfestast í barn­dóm­in­um, so byrjar sosial angist ofta í tann­ár­ inga­árunum – á leið helm­ingurin fær staðfest ræðslu­sjúkur um 13 ára aldur. Agorafobi verður tó oft­ ast staðfest í 20-unum. Á temasíðunum greiðir 56 ára gamla Elsa Súsanna Dalsgaard frá av­leiðingingunum av ógvusligari happ­ing í barnaárunum, og um óttan fyri at verða avvíst, sum varð so stórur, at tað var lættari hjá henni sjálv at avvísa lívið, læsa seg úti og lata vera við at luttaka. – Hóast eg var uppi klokkan sjey, fór undir brúsu og var klár at fara til arbeiðis ein tíma áðrenn, eg skuldi møta, fekk eg meg ikki út um dyrnar. Eg stóð og hugdi at hurðini, og eg fekk fleiri tankar um, hví eg ikki kundi fara. Til síðst fekk eg pressað meg gjøgnum dyrnar, sigur hon um sosialu ang­ ist­ina, sum myndaði tilveru henn­ ara í mong ár. Gurið Simonsen, sálar­frøð­ing­ ur, heldur, at tað er umráðandi at normalisera hetta og vita, at til ber at gera okkurt við tað. Tað eru nógv amboð, ið kunnu nýtast, tá ein fer í hernað ímóti angistini. Eis­ini er umráðandi at tosa um líð­ingina við tey, ið standa einum nær.