Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 213 - 6. november 2004 Nr. 213 - 6. november 2004 3 Fríggjamorgunin kl 09.00 varð byrjað at selja atgongumerki til eykasýningarnar, men Ingigerð á Trøðni á Kunningar- stovuni væntaði hósdagin, at eyka atgongumerkini fóru at verða skrødd burtur eftir umleið tveimum tímum SJÓNLEIKUR Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo Í sambandi við leikin um Kardumummubýin, sum í løtuni gongur í Sjónleikar- húsinum í Havn, má gamla orðatakið um at sein kúgv fær skitið gras, enn eina- ferð ásannast. Útselt er nevniliga longu til allar 24 sýningarnar, sum upprunaliga vóru á skránni, og av Kunningar- stovuni frætta vit, at fyrstu 14 sýningarnar longu vóru útseldar 14 dagar fyri frum- framførsluna. Fríggjamorgunin kl 9 varð farið undir at selja at- gongumerki til eykasýning- arnar, og longu ein tíma seinni var alt útselt. – Hetta er avgjørt met í billettsølu til nakran barna- leik. Tað er ikki hent áður, at so nógvar sýningar hava verið útseldar áðrenn leik- urin yvirhøvur hevur verið frumframsýndur, sigur Ingigerð, og undirstrikar, at tað veruliga er stórur tørvur á barnaleikum. – Sjónleikarhúsið hevur at kalla havt ein barnaleik á hvørjum ári, og um leikurin er bygdur á eina kenda søgu, so er áhugin ovur- honds. Teir verða altíð út- seldir beinanvegin, sigur hon. Fólk og dólgar í Kardamummu: Allar sýningar útseldar TÍTT ÁLIT - MÍN ÁBYRGD gott skil gott samstarv góð úrslit betri starvsfólkaviðurskifti betri skoðsmál frá løgtingsins umboðsmanni best við Javnarflokkinum C M Y K 3 2