hósdagur 12. apríl 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
20
SAMRØÐA: Gudny Langgaard
- Eg ynski at fleiri kvinnur fáa álitisstørv í Føroyum, bæði tá talan er
um politikk, nevndir og leiðslu. Um tað ger meg til ein reyðsokk, ja men
so eri eg tað. Persónliga kann eg ikki siga, at mítt upplivilsi um kvinna
í privata vinnulívinum hevur á nakran hátt verið neilig. Tað sigur
Gudny Langgaard, sum 1. mai tekur við sum stjóri í Vága Floghavn
HALLUR AV RANA
T
að mundi taka tey flestu
á bóli, tá tíðindini bórust
16. november 2017, at
Jákup Sverri Kass, stjóri
í Vága Floghavn, og nevndin í P/F
Vága Floghavn vóru vorðin samd
um at enda samstarvið millum
partarnar.
Sum heild peikaðu allir pílar
beint upp eftir hjá felagnum. Nýgg
ja støðan hjá Føroyum sum eitt
óspilt og ótrúligt land í eygunum
hjá útlendskum ferðafólkum hevur
undanfarnu árini økt munandi um
talið av ferðafólkum, ið ferðaðust
um flogvøllin, ein nýggjur termi
nalur bleiv tikin í brúk fyri fáum
árum síðan og tað eydnaðist at
økja um kundaskaran hjá felag
num, tá danska felagið SAS byrjaði
regluliga flúgving millum Dan
mark og Føroyar. Harumframt
hevur felagið havt samskifti við
fleiri onnur útlendsk flogfeløg, ið
vóru áhugað at flúgva til Føroyar.
Alt tykist at ganga rætta vegin
og tí kom tað óvart á, tá felagið
miðskeiðis í november boðaði frá,
at tað skuldi hava nýggjan stjóra.
Áhugin fyri at taka yvir eftir Jákup
Sverra Kass var ovurhonds stórur.
Tá umsóknarfreistin var farin
1. februar hevði nevndin fingið
68 umsóknir til starvið, harav 59
menn og 9 kvinnur.
Nevndin brúkti næstu tveir
mánaðirnar at velja rætta persónin
at leiða felagið víðari og fall valið
at enda á eitt frammanundan kent
navn í føroyska vinnulívinum,
Gudny Langgaard, sum í fleiri ár
var stjóri í føroysku telefyritøkuni
Vodafone Føroyar.
Drúgvar royndir
Nýggi stjórin í Vága Floghavn er 39
ára gomul og hevur nomið sær eina
bachelor-útbúgving í International
Marketing Management frá
Bournemouth Univeristy og eina
master-útbúgving frá Liverpool
University.
Av arbeiðsroyndum kann
nevnast, at umframt at hava verið
stjóri í Vodafone Føroyar í fimm
ár, hevur Gudny Langgaard eisini
royndir sum sølu- og marknaðar
leiðari í Sosialinum og Vodafone.
Harumframt er hon í løtuni nevnd
arlimur í FO-ráðnum, Krea, Ílegg
ingargrunninum og býráðslimur í
Eysturkommunu.
Tað var í Vodafone, at Gudny
Langgaard fyri fyrstu ferð settist í
stjórasessin í einari privatari fyri
tøku við fleiri starvsfólkum undir
sær. Og sum heild minnist hon
aftur á tíðina í telefyritøkuni við
gleði og sum eina tíð, tá hon lærdi
nógv um leiðslu.
- Mær dámdi sera væl á Voda
fone. Tað var ein ógloymandi tíð.
Eg lærdi so ómetaliga nógv, so tað
er trupult at raðfesta hvat hevur
størstan týdning, men tað at hava
tey røttu fólkini í starvi, er sera
týdningarmikið. Eg vil siga, tað
er avgerandi. At tora at taka av
gerðir er eisini týdningarmikið og
so grundleggjandi menniskjalig
krøv, so sum at verða erligur, lurta,
samskifta væl, vera nærverandi
við meira, sigur Gudny Langgaard.
Tíðin í Vodafone endaði brád
liga, tá felagið í tíðindaskrivi
kunngjørdi, at stjórin var farin
úr starvi og at Bárður Nielsen, tá
verandi fíggjarstjóri, fyribils tók
við leiðsluni av felagnum. Ongin
almenn frágreiðing var tá um hví
stjórin brádliga legði frá sær. Í dag
váttar Gudny Langgaard leysa
søgurnar um, at viðurskiftini mill
um nevndarformannin og leiðslu
ikki vóru av teimum bestu, og var
tað ein av orsøkunum til, at hon
valdi at leggja frá sær.
- Táverandi nevndarformaðurin
og eg fingu ósamsvar í okkara
meiningum um nøkur viðurskifti.
Hann valdi at trekkja seg sum
nevndarformann og nýggjur kom
til. Men at verða stjóri í einari fyri
tøku krevur sera nógv og eg merkti,
at mín motivatión ikki var sum hon
plagdi. So eftir eina umhugsunartíð,
metti eg ikki, at støðan var haldbar,
hvørki fyri meg og ei heldur fyri
Vodafone. Tí valdi eg at fara, greiðir
Gudny Langgaard frá um avgerðina
at fara frá Vodafone eftir fimm ár í
stjórastarvinum.
Eitt ár seinni
Tá Gudny Langgaard formelt tekur
við starvinum sum stjóri í Vága
Floghavn 1. mai, er eitt gott ár liðið
síðan hon fór úr stjórastarvinum í
Vodafone Føroyar. Hóast hon í við
førinum hevur fleiri ára royndir frá
privata vinnulívinum, so er tað ein
heilt nýggj avbjóðing, ið nú bíðar
henni, tá hon tekur við leiðsluni av
almenna partafelagnum.
Frammanundan hevur Gudny
Langgaard ongar royndir innan
føroysku ferðavinnuna ella sam
ferðsluna, men júst tað, at talan er
um eina nýggja avbjóðing í einari
vinnu, ið er undir stórari menning,
var ein av orsøkunum til, at hon av
fyrsta tíð valdi at søkja starvið.
- Vága floghavn er ein spenn
andi fyritøka, sum hevur víst
stóra framgongd seinastu árini.
Vit síggja framhaldandi vøkstur í
ferðavinnuni og kemur tað at seta
fleiri krøv og gevur nýggjar møgu
leikar. Arbeiðsplássið, vinnan og
avbjóðingin tiltala meg og tí valdi
eg at søkja hetta starvið, sigur
Gudny Langgaard.
Stórur vøkstur
Tað er eingin loyna, at Gudny
Langgaard tekur yvir eina fyri
tøku, ið hevur upplivað ein
- Vit hava ein luksus trupulleika
í og við at ferðavinnan stendur
í vøkstri og tað setur krøv til
millum annað flogvøllin.
YNSKI FLEIRI
KVINNUR FÁA
ÁLITISSTØRV
Í FØROYUM