Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 21 nær­um eksplosivan vøkstur í virkseminum seinastu árini. Al­ samt fleiri fólk kring heimin varnast lítla oyggjasamfelagið í Norður­atlantshavinum og leggja leið­ina framvið oyggjarnar. Hetta sæst eisini aftur í tali­ num av ferðafólkum, ið fóru um flog­vøllin í fjør. Ikki bara var 2017 tað árið, tá ferðafólkatalið um flog­ vøllin fór upp um 300.000 ferðandi, men var talið av ferðandi um árs­ enda heili 341.388. Ferðafólkatalið setti eisini eitt annað met í juli mánaði, tá yvir 50.000 ferðandi fóru um flogvøllin. Tað er fyrstu ferð nakrantíð, at samlaða talið av ferðafólkum fyri ein einstaka mánað fór upp um 50.000 ferðandi. Hetta var eisini fyrstu ferð, at talið á útlendskum ferða­fólkum sum komu og fóru um flogvøllin var hægri enn talið av føroyskum ferðafólkum. Kúrr um útbygging Trýstið er vorðið so stórt, at nýggi ter­mi­nalurin, ið bleiv tikin í nýtslu í 2014, longu er um at gerast ov lítil. Í sam­røðu við Kringvarpið, aftaná at hon bleiv kunngjørd sum nýggjur stjóri í Vága Floghavn, boðaði hon eisini frá, at neyðugt helst verður at byggja ein nýggjan terminal, nú vøkst­urin í ferðavinnuni ongan enda tykist at taka. Júst hvat tað inniber ynskir hon ikki at koma nærri inn á nú, men leggur dent á, at vøksturin í tali­ num av ferðandi er ein positivur trupul­leiki. - Vit hava ein luksus trupulleika í og við at ferðavinnan stendur í vøkstri og tað setur krøv til millum ann­að flogvøllin. Hvat og nær fái eg ikki úttala meg um, sigur Gudny Lang­gaard. Spurd um ein møgulig útbygging fer at verða fíggja gjøgnum eina hækking av ferðaavgjaldinum á flog­seðlum, ið frammanundan er størsta inntøkukeldan hjá felag­ num, ger nýggi stjórin greitt, at tað er hon ikki vitandi um enn. Kvinnurnar á tungu sessunum Tá Gudny Langgaard tekur við stjóra­starvinum 1. mai legst hon aftr­at einum langum lista av kvinn­um, ið hava leiðandi sessir ella størv í føroysku ferðavinnuna. Tað er ein óvanlig støða fyri Gudny Lang­gaard, ið áður hevur havt sína dag­liga gongd í vinnugreinum har menn sita á flestu av teimum tungu sessunum. Persónliga vísir hon á, at tað aldrin hevur verið ein trupulleiki, men hon hevði kortini ynskt, at tað vóru fleiri kvinnuligir leiðarar. - Eg ynski at fleiri kvinnur fáa álitis­størv í Føroyum, bæði tá talan er um politikk, nevndir og leiðslu. Um tað ger meg til ein reyðsokk, ja men so eri eg tað. Persónliga kann eg ikki siga, at mítt upplivilsi um kvinna í privata vinnulívinum hevur á nakran hátt verið neilig, sig­ur Gudny Langgaard, ið leggur aftrat, at hon aldrin hevur upplivað at kyn hevur havt nakra ávirkan í hennara dagliga yrki. Meðan tað er ein trupulleiki í fleiri vinnugreinum, at kvinnur ikki eru umboðaðar í nóg stóran mun á leiðslustøði, so eru fleiri av odda­fólkunum í føroysku ferða­ vinnu­ni kvinnur. Harímillum Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, og Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn. Gudny Langgaard heldur tað er trupult at siga, hvat tað er, sum ger, at kvinnuumboðanin í leiðandi sess­um er størri í ferðavinnuni enn aðrastaðni, men vísir kortini á, at tað kann vera teir førleikar, ið verða settir í einari vinnu í stór­um vøkstri, ið er orsøkin til, at kvinn­ ur eru so væl umboðaðar í ferða­ vinnu­ni. - Nýggjar vinnur krevja øðrvísi før­leikar, so sum nýhugsan, krea­ ti­vi­tet, modernaðan leiðslustíl, mark­nað­arføring við meira o.s.fr. Møgu­liga eru hetta førleikar, ið passa betri til kvinnur enn menn, er boðið hjá Gudny Langgaard. HALLUR@SOSIALURIN.FO - At vera stjóri í einari fyritøku krevur sera nógv og eg merkti, at mín motivatión ikki var sum hon plagdi. So eftir eina umhugsunartíð, metti eg ikki, at støðan var haldbar, hvørki fyri meg og ei heldur fyri Vodafone. Tí valdi eg at fara.