Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 22 REGIN EIKHÓLM L ongu í Seyðabrævinum frá 1298 skilir fornføroyskt seg frá norrønum og næstu 4-500 árini mennir føroyska málið seg munnborið til eitt meiri nútímans samansett skandinaviskt / germanskt mál við mongum innlæntum orðum og hugtøkum bæði frá teimum lærdu málunum, latíni og griskum, og øðrum málum, langt áðrenn vit fingu eitt reelt skriftmál. Føroyskt og íslendskt ment eftir hvør sínum leisti Í 1846 valdu V.U. Hammershaimb (1819-1909) et al. í Keypmannahavn at brúka eina innlænta íslendska orto­grafi/stavseting sum modell til eitt føroyskt skriftmál. Hesin leistur bleiv valdur, tí fonetiska/ ljóð­skrift modellið hevði ov stóra óvissu. Soleiðis bleiv kjølurin til skrift­málið strektur. Eftir var at til­laga henda kjøl til tað føroyska mál­ið, okkara móðurmál, ið tá hevði ment seg til eitt rímiliga sjálv­støðugt og samansett mál. Íslendskt hevði longu í miðøld eitt vælment skriftmál, ið helt seg til vesturnorrønu røturnar, meðan tað føroyska málið munnborið og uttan skriftmál menti seg móti og saman við teimum europeisku mál­unum. Sæð í søguligum høpi er onki løgið í hesum, tí latín, grikst, sanskrit og onnur mál vísa øll aftur til tann sama upprunan, nevni­liga indueuropeiskt. Málslig familju­bond ganga ikki bara upp og niður, men eisini uppá tvørs, har samskifti er. Íslendskt við sínum skriftmáli helt fast við sínar vesturnorrønu røtur, og harvið mentist íslendskt og føroyskt eftir hvør sínum leisti, og hesin munur er lættur at ávísa. Føroyskt og europeiskt felags latínskt basisalfabet Um vit taka tey í yvirskriftini nevndu europeisku málini: Danskt, norskt (nynorskt og bokmål), svenskt, enskt, týskt, spanskt, franskt og føroyskt, so síggja vit, at øll hesi átta málini hava tað la­ tínska basisalfabetið: a, b, c, d, e, f, g, h, i, j, k, l, m, n, o, p, q, r, s, t, u, v, w, x, y, z, við íalt 26 bókstavum til felags í teirra respektivu alfabetum. Tey ymisku málini hava so teirra ser­ stavir aftrat. Enskt hevur tó ongan serstav, meðan vit hava átta ser­ stavir, so móðurmálsalfabet telur 34 stavir, svarandi til tað bók­ stava-indeks, ið brúkt verður í Móður­málsorðabókini frá 1998, við J.H.W. Poulsen professara sum for­manni í ritstjórnini. Íslendskt fellur púra uttanfyri her við bert 22 basisstavum, og hevur ikki basis­ stavirnar c, q, w, z við. Føroysk og europeisk felagsorð og heitir eru ymisk frá íslendskum Serliga eru tað orð frá teimum lærdu málunum latíni og griksum, ið ganga aftur í øllum átta málunum. Hesi lærdu orð og hugtøk við upplýsing og vitan flømdu sum fráleið inn á allar læru­stovnar í vesturheiminum og bóru eisini upprunasøguna við sær. Mong av hesum gjørdust so­ leiðis mestsum ‘almen ogn’ í nevndu europeisku málunum við undan­taki av tí íslendska. Niðanfyri eru nøkur dømir um mun­in millum felagsorð í hesum átta málunum: donskum, norskum (nynorskt og bokmål), svenskum, ensk­um, týskum, sponskum, fronsk­ um og føroyskum á aðrari síðuni og íslendskum á hinari síðuni: Felags / Ísl.; Filosofi / Heim­speki; Demokrati / Lýðræði; Politi / Løgreglan; Alfabet / Stafróf; Psykologi / Sálfræði; Psykiatri / Geðlækningar; Etno­ logi / Þjóháttafræði; Biologi / Líf­fræði; Botanik / Grasafræði; Mole­kyli / Sameind; Farmakologi / Lyfhriafræði; Kemi / Efnafræði; Fysikk / Eðlisfræði; Geografi / Landa­fræði; Estetikk / Fagurfrøði; Etikk / Siðfrøði; Telefon / Sími; Radio / Útvarp; Musikk / Tónlist; Prisma / Strendingur; Matematikk / Stærfræði; Atmosfera / Gufu­hvolf; Fokus / Brennipunktur. Hetta bert fyri at nevna nøkur ítøki­lig dømir. Ikki er neyðugt at vera filologur fyri at síggja, at hesi átta europeisku málini vísa til eina aðra tilgongd/menning og grein enn ta íslendsku vesturnorrønu grein­ina, ið kann vera meiri fremmanda­kend, men sjálvandi finnast eisini líkheitir. Okkara europeiski málfelagsskapur og ideologiska purisman Tað er tí bæði løgið og harmuligt, at tað í Føroyum enn er ein lítil ideologiskt puristiskur bólkur, ið ger alt fyri at avskaffa ella burtur­ beina tey mongu søguríku euro­ peisku felagsorð og hugtøk við altjóða dámi, sum vit hava í felag við omanfyri nevndu europeisku mál. Tey verða ofta erstattað/ sub­sti­tuer­að við søguleys lokal íslendsk ‘frøðiorð’ og hugtøk, sum eru fremmand í føroyskum høpi. Um V.U. Hammershaimb í 1846 hevði ynskt, at føroyskt skuldi mennast eftir tí íslendska vestur­ norrøna leistinum, so hevði hann ikki noyðst við bara at innlænt ta naknu íslendsku ortografiina. Men tað gjørdi hann, tí hann ynskti at geva tí føroyska móðurmálinum eitt skriftmál, ið megnaði at endur­geva móðurmálið við tí europeisku menn­ ingini, tað nú einaferð hevði fingið. Tey europeisku felagsorðini hjá okkum umfata í stóran mun øll fakorð og hugtøk, ið ofta vísa aft­ ur til bæði latín og grikst, ið sum kunnugt eisini hava indu­euro­pe­ iskar røtur, harav mong av teimum eru meir ella minni global at rokna. Hetta ríkar okkara mál og lættur um samskifti sum heild, tí vit møta teimum allastaðni, og kunnu brúka tey natúrliga í sambandi við undirvísing bæði í enskum, týsk­um, fronskum og sponskum í skúlanum. Hetta er eisini reint prakt­iskt ein fyrimunur, tá hugsað verður um, at 86% av okkum hava EU-pass. At reflektera upp á íslendsk fak­ orð í føroyskum gevur ongan re­ spons. Tey eru lokal og ikki altjóða orð við eini søguligari menning aftan­fyri, eins og vit kenna tað frá latíni og griskum avleiddum orð­um. Hesi orð eru nevniliga lætt atkomulig bæði í bókum og á inter­ netinum. Felags europeiska basisalfabetið skert hóast gamalt í føroyskum Sjálvt okkara felags europeiska basisalfabet ynskti tann ideologiskt puristiski bólkurin at broyta við at skerja okkara móðurmálsalfabet. Í 2013 eydnaðist so meirilutanum í táverandi Málráði einsæris og uttan debatt at skerja móður­ máls­alfabetið við fimm basis-stav­ um, nevniliga: c, q, w, x, z. Henda skerj­ing av stavraðnum gjørdi 7.000 føroyingar navnleysar á før­ oysk­um, tí so nógvir føroyinga bera navn við onkrum av hesum stavun­um í. Beint aftaná í 2014 vísa tvær kanningar (Lóður og Setr­ið) í Føroyum, at 70% av fólki­ num er ímóti at skerja móður­ máls­alfa­betið, tí føroyskt eins og hini europeisku felagsmálini brúka útkoyrdu stavirnar, c, q, w, x, z, hvønn einasta dag. Hesir fimm stavirnir eru annars eisini at finna í gomlum føroyskum skjøl­um sum: Seyðabrævið 1298, Húsa­víkarbrøvini 1403-05 og x’ið finna vit hjá V.U. Hammershaimb sjálvum. Ekskluderandi tilgongdin til málið fremmandager og vekir ónøgd millum fólk At tað er stór ónøgd millum fólk við ekskluderandi tilgongdini til málið er brot úr “bloggur nord­ lysid.fo”,15.02.2018., hjá Bergur Jacob­sen, fyrrverandi prestur, blað­stjóri og landsstýrismaður, eitt gevandi dømi um. Undir yvir­ skriftini: “Móðurmálskomplex! Móður­máls­mafia?”, skrivar hann m.a. “Tað er syrgiligt, at fólk ikki tora at málbera seg skriftliga á sín­um egna móðurmáli, grundað betong­grammatikarum og cement­ pro­saistum, ið hanga seg meiri í formin enn innihaldi. Hetta terrori­serar vanliga føroyingin og gev­ur honum komplexir, ið fær hann at føla, at málmafian altíð er eft­ir honum.” Móðurmálið og V.U. Hammershaimb - nú hann stundar móti teimum 200 árunum Um vit skulu megna at liva upp til slagorðið hjá Málráðnum “ØLL EIGA MÁLIД, má annað skinn takast um bak! Vit mugu legalisera og smidliggera okkara bæriliga Móður­mál við øllum tess margfeldi av europeisku felagsrótum eins væl og vesturnorrønu rótum og geva tí Móðurmálsalfabetið aftur. Í hesum globaliseringstíðum kann mann ikki isolera málið, men heldur brúka tað útlendska ár­ inið positivt inkluderandi - í V.U. Hammers­haimbs anda! TÍÐARGREIN: Regin Eikhólm Hesi mál hava ikki bert tað latínska basisalfabetið til felags við okkara móðurmálsalfabet, men eisini ein hóp av orðum og hugtøkum – lærd sum leikmannaorð, og sum vit ikki finna í íslendskum Móðurmálið hevur eitt stórt felags europeiskt potentiali - ikki bert í donskum, norskum og svenskum, men eisini í enskum, týskum, sponskum og fronskum máli