hósdagur 12. apríl 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
29
Komandi partur
Í komandi parti verður komið aftur til
ungmannafelagið Merkið og til felagsblaðið,
Neistan, sum nú er komið úr kavi
av søguni í Bretlandi. Reg heldur,
Dollin er veruliga tað, sum á ensk
um verður kallað ein “unsong
hero”, ein burturtøgd hetja.
Reg heldur, at hansara heil
hjartaða lyndi sást best av tí, at
hann hevði eina greiða støðu til
yvirgangin móti fólkinum í Congo,
mótvegis øðrum trúboðarum,
sum hugsaðu meira um “politikk”
enn tað líðandi fólkið í Congo. Reg
sigur, at “við míni egna samhuga
við fólkinum í Congo, vóni eg, at
eg hevði gjørt tað sama”.
Bókina um Dollan heldur Reg
vera eitt framúr granskingaravrik.
Hann heldur tað eisini vera ógvu
liga illgrunasamt, at brøv og annað
skrivligt tilfar hjá Dollanum er
horvið úr skjalasavninum hjá
missiónini.
Søgan hjá Reg í Congo
Foreldrini hjá Reg fóru í 1924 til
Congo. Tey fóru fyrst til Bongan
danga, sum eisini var ein støð hjá
Balolomissiónini á somu leiðum,
har Dollin virkaði. Hann kom eis
ini hagar bæði við Pioneer og við
Henry Reed á umrøddu kanning
arferðini hjá Casement.
Pápi Reg var prentari, og hann
skuldi arbeiða á prentsmiðju, sum
missiónin setti á stovn í hesum
býi. Her var m.a. prentað blaðið
The Congo Balolo Mission Rec
ord. Tað var eitt stórt framstig at
kunna prenta á staðnum heldur
enn at fáa tað prentað í Bretlandi.
Ein kendur trúboðari í Bong
andanga var Edward Ruskin, sum
saman við konuni Lily týddu
Nýggja Testamenti til lokala
málið, Lomongo. Pápi Reg fekk
eitt signerað eintak frá Ruskin.
Tað er eingin ivi um, at Dollin
og Ruskin kendust. Teir tosaðu
eisini báðir Lomongo málið.
Ruskin var á tí fundinum, sum
samtykti, at Dollin skuldi ikki
sleppa aftur til Congo. Tað er
nokk so greitt, at Ruskin ikki tók
undir við teirri samtyktini.
Nú er greitt, at Bokwala
var veruligur
Lily Ruskin var eisini ein partur av
hesum týðingararbeiði. Hon skriv
aði í 1910 undir dulnevni bókina
Bokwala – søgan um eitt Congo
offur. Hetta var ein samansett
søga hjá fleiri persónum. Henda
søgan varð í bløðunum sammett
við heimskendu bókina “Onkel
Toms Hytte”, sum gjørdi sítt til at
beina fyri trælahaldinum í USA.
Alex Sólstein er annars í ferð við
at týða bókina til føroyskt í Norð
lýsinum. Tað áhugaverda er eisini,
at Dollin fekk í 1903 júst sama
ummæli aftan á ein av sínum
fyrilestrum um støðuna í Congo,
nevniliga at vera samanborin við
hesa bók.
Bókin um Bokwala hevur av
søgufrøðingum verið roknað
sum falsan og uppspinn, tí eingin
rithøvundur hevur verið nevnd
ur. Men nú er komið fram í ensku
bókini um Dollan, hvør rithøv
undurin var, at her er talan um
veruligar hendingar. Í umrødda
ummæli í Journal of African
history er bókin um Bokwala,
tískil nú eisini viðurkend sum
partur av søguni um ræðustýrið
í Congo.
Nú ger Reg sínar egnu kann
ingar av Congo søguni, sum hann
varar av. Tað áhugaverda er, at ein
enskur trúboðarasonur í Congo
kannar missiónssøgu í Congo við
hópi av tilfari, sum hann hevur
fingið úr Føroyum. Tað kemur
uttan iva at frættast meira frá
hesum.
Søgan um Impongi
Tær kendu myndirnar av lam
løstaðum fólki í Congo hava ikki
havt nakra søgu um persónarnar
á myndunum. Fleiri søgur eru
kortini komnar í ensku bókini
um Dollan, og tær hava eisini
verið við til at staðfesta, hvar
myndirnar hava verið tiknar.
Her skal ein teirra verða lýst.
Myndin av Impongi, sum bæði
hevði mist hond og fót, er ein av
teimum kendu ræðumyndunum
úr Congo. Tað kann vera, men
kann tó ikki sigast við vissu, at
Dollin hevur tikið hesa mynd.
Men hann hevur í hvussu er verið
á somu leiðum.
Impongi var úr økinum við
Ikau, har Reg er føddur.
Í blaðnum hjá missiónini,
Regions Beyond, verður í 1905
greitt frá hesum neyðars drongi.
Tað varð sagt, at Impongo
gjørdi eitt gott arbeiði innan
missiónina. Hann ferðaðist um í
økininum og talaði, eins og hann
undirvísti um Guds kærleika.
Í 1910 skrivaði Regions Beyond:
Sunnudagin vóru vit í teirri
góðu støðu at kunna doypa 34
fólk úr ymsum bygdum í okkara
øki.
Heilt serligt var tað at kunna
doypa Impongi, tann lamløstaða
dreingin. Tað var eingin av teim
um doyptu, sum vóru móttikin
við størri hjartaligheit enn hann.
Tað var hjartanemandi at síggja
hendan skerda drongin kom upp
úr vatninum aftaná dópin.
Teksturin til myndina frá dóp
inum sigur:
Tú hann síggja Impongi koma
niðan eftir gøtuni vi stavi. Im
pongi fekk eina hond og ein fót
avkvettan av starvsfólki á eini
gummifyritøku, tá ið bygd hans
ara var álopin, tí menninir í bygd
ini ikki høvdu útvegað ásettu
nøgdin av gummi. Hann er ein av
teimum mongu livandi minnun
um um framferðina hjá teimum
siviliserað myndugleikunum móti
lokala fólkinum.
Dollin orsøk fyri
fiskasølu til Congo
Søgan um Dollan hevur havt nakr
ar óvæntaðar og jaligar avleið
ingar. Ein er tann, at nærum 120
ár eftir, at at Dollin slepti øllum
verðsligum virksemi, hevur hann
útvegað okkum ein fiskamarknað
í Congo!
Páll Gregersen er stjóri á
Fiskavirkinum í Gøtu. Hetta ger
at hann ferðast nokk so nógv í
fiskasøluørindum. Eina ferð var
hann farin til Genova í Italia.
Tá hittir hann á hotellinum ein
av gestunum. Páll hevur lætt at
koma í samband við fólk, so teir
fóru at práta um leyst og fast.
Maðurin var afrikanari, og um
hann var úr Angola ella Nigeria
hevði neyvan komið meira burtur
úr hesum práti. Men tað vísti seg,
at maðurin var úr Congo. “Congo”,
sigur Páll, “eg eigi eina bók um
Congo!” So fór Páll at fortelja
manninum um Leopold 2. kong
og hansara harðræði og um lands
mann sín, Dollin, og tað sum hann
gjørdi fyri fólkið í Congo. Hesin
congolesarin gjørdist áhugaður,
og hann fekk seinni ensku bókina
um Dollan frá Páll. Maðurin var
forrætningsmaður í Kinshasa,
høvuðsstaðnum í Congo. Hetta
samband gjørdi, at hann fekk
áhuga fyri at keypa fisk úr Gøtu.
Hetta var nú ikki bara sum at siga
tað. Skipanin er stirvin, og tað tók
sína tíð at fáa fígging uppá pláss.
Men í oktober var hetta í lagi,
og tann fyrsta bingjan við 24 ton
sum av fiski fór til Congo.
Hetta gav sjálvsagt eina vón
um, at hesi útflutningur kundi
halda áfram. Hetta førdi til, at
fyrst í januar vóru tveir feðgar
frá eini fyritøku í Congo í Gøtu
at kanna møguleikarnar fyri
fiskasølu. Nú í ár er onnur bingj
an farin og arbeitt verður við at
senda ta triðju.
Hesir báðir vóru eisini í Havn
og vitjaðu grøvina hjá Dollanum
í gamla kirkjugarði í Havn.
So takkað verið Dollan er sam
bandið millum Føroyar og Congo
ikki minni enn einki.
Niðast á myndini sæst Impongi við bakinum til við sínum stavi.
Pàll Gregersen saman við gestunum úr
Congo á grøvini hjá D.J. Danielsen.