Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 28 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen T að áhugaverda við at skriva søgu er, at hetta opnar so nógvar dyr. Hetta er ikki minst gald­ andi fyri eina søgu sum tann um Daniel J. Danielsen, Dollan, sum hevur verið burturtøgd og tískil gloymd í meira enn 100 ár. At hetta er tann rætta søgan, er váttað av søgufrøðingum á lærdum háskúlum í fleiri londum úti í heimi. Hetta er m.a. gjørt við ummæli í Journal of African History, sum verður útgivið av lærda háskúlanum í Cambridge. Hetta merkir, at Dollin nú er viður­ kendur at eiga part í heims­søguni. Hansara veruligi leiklutur verð­ ur umrøddur í tí, sum nú verð­ur skrivað um hendan part­in av søguni um Congo. Eitt dømi er bókin hjá amerikanska søgu­pro­ fess­aranum Dean Pavlakis “British Hum­anit­arianism and the Congo Reform Movement, 1896-1913”, sum kom út í 2015. Hetta er mest um­fat­andi bókin um hetta evni í nýggj­ari tíð. Hann takkar í fororðinum átta “scholars” fyri hjálpina hann hev­ ur fingið at skriva hesa søgu. Teir sjey eru kendir rithøvundar og søgu­professarar úr londum sum USA, Canada og Bretlandi. Tann áttandi er føroyingur. Læknabókin hjá Dollanum komin undan kavi Tá ið børnini hjá Óla Hendrik av Fløtum, sála, gjøgnumgingu hans­ ara bókasavn komu tey fram á læknabókina, sum Dollin brúkti í Congo. Hon kallast “The Col­ onist’s Medical Handbook”, útgivin í 1891. Hetta má sigast at vera ein søgulig bók, tí hesa hevur uttan iva havt við sær á teimum søguligu ferðunum, har hann var skipari og meistari. Henda bók gevur ráð um, hvat skal gerast, tá ið fólk koma til skaða, og so um heilivág við sjúku. Hesin var ógvuliga avmarkaður. Fyri tað mesta “kinin [móti mal­ aria], opium, epsom salt og brandy”. Bókin er blivin ein kelda hjá bretsku Dawn Sanders, sum hevur lagt seinastu hond á eina bók um tropuheilivág. Henda bók umrøður eisini veruliga leiklutin hjá Dollanum í sambandi við Congo. Trúboðarasonur hevur fingið svarið Seinasta heyst kom ein teldu­ post­ur frá Reginald Hall, sum er fyrrverandi lækni, og sum býr í New­castle norðast í Onglandi. Reg, sum hann verður kallaður, er sonur eini trúboðarahjún í Congo. Hann var føddur í 1939 í Ikau, sum var trúboðarastøð hjá Congo Balolo Mission, sum Dollin eis­ini virkaði fyri. Tískil var Dollin eis­ini væl kendur í Ikau. Hagar kom hann sum skipari á bátinum hjá missiónini, Pioneer, árini 1901- 1903. Hann kom eisini til Ikau í 1903 á kanningarferðini saman við bretska konslinum í Congo, Roger Case­ment, sum kundi staðfesta ræðustýrið í landinum. Vitjað varð í Ikau bæði á ferðini niðan eftir og oman eftir Congoánni á hesi ferð. Tískil hevur pápi Reg, Harold Hall, sum kom til Congo í 1924, kent trúboðarastarvfelagar hjá Dollanum. Tað var eisini í Ikau, at trúboðararnir hjá Balolo Mis­ sión­ini á fundi 12. og 13. mai 1904 samtyktu at mæla frá, at Dollin slapp aftur til Congo at halda fram við sínum virki. Ætlanin var hjá foreldrunum hjá Reg at fara aftur til Bretlands, tá ið hann var føddur. Men hesum forðaði seinni veraldarbardagi fyri. Tískil komu tey ikki heim aft­ ur fyrr enn aftaná bardagan. Reg fór at lesa til læknan, og í 1963/1964 var hann eitt ár lækni á sjúkrahúsi í Baringa, har Balolo missiónin eisini hevði missións­ støð. So helst hevur Dollin eisini verið kendur her sum skipari á Pioneer. Í Baringa virkaðu trúboð­ara­ hjún­ini Alice og John Harris. Tað er gjørd til almenna søgu í Bretlandi, at tað var Alice Harris, sum tók tær fyrstu kendu og søguligu mynd­ ir­nar av lamløstaðum fólki, sum vóru brúktar í Congo kampagnuni í Bretlandi. Hetta er m.a. gjørt á framsýningum í London og Liv­ er­pool i 2014 og 2015. Men tað er staðfest, at fyrstu kendu myndirnar hjá Alice Harris av lamløstaðum fólki eru frá 1904, meðan Dollin byrjaði sína fund­ar­ røð við egnum myndum í 1903. Tað er viðurkent , at Harris hjúnini seinni gjørdu eitt stórt arbeiði í Bretlandi og Amerika fyri fólkið í Congo, men tey komu ikki upp í hetta virkið, fyrr enn tey sóu tann áhuga millum fólk, sum Dollin skapti fyri hesi sak. Annars sæst í tilfarinum frá teirri tíðini, at John Harris hevur ikki verið væl í øgn við Dollan. Hann var eisini við til ta umrøddu fund­arsamtyktina ikki at lova Doll­an at koma aftur til Congo. Reg kom aftaná eitt ár í Baringa til ta niðurstøðu, at hann riggaði vist betur sum lækni enn sum trú­boðari. Hann fór aftur til Bret­ lands og gjørdist serlækni í urologi og krabbameini. Hann hevur skrivað eina bók um, hvussu tað kann livast við krabbameini. Men hann er framvegis áhugaður í Congosøguni, eisini fyri tað, sum hendi í samband við uppgerðina við kong Leopold 2. Eisini er hann áhugaður fyri leik­ lutin hjá trúboðarum, sum leingi vóru í iva, um teir skuldu tekkj­ ast makthavarunum fyri at fáa arbeiðs­frið ella teir skuldu fara í part við fólkinum við vandan fyri at koma til ilnar við teir sum ráddu fyri borgum. Tað var hetta seinna Dollin gjørdi. Reg hevði lisið nýggjar enska søgubøkur, eisini trúboðarasøgur, um hetta tíðarskeið, men hann fekk ikki alt at passa, heldur ikki í sambandi við hvør ið hevði tikið fyrstu kendu myndirnar av lam­ løst­aðum fólki. Men nú hevði hann fingið hend­ur á tað, sum er skrivað í Før­oyum, og nú fekk hann svarið uppá hesar spurningar. Hann er ovfarin yvir inn­sats­in hjá Dollanum, eisini sum ein tann fyrsti trúboðarin, sum miðvíst gjørdi bart móti myndug­leik­un­ um. Reg heldur, at bráa sinnið hjá Doll­anum eigur at vera honum fyrigivið, tá ið hugsað verður um hansara avrik, eisini við at fáa missiónsfeløgini at taka eina greiða støðu. Hann heldur tað eisini vera hug­takandi, at Føroyar hava minst Doll­an saman við Casement við ein­um frímerki, tá hugsað verður um, hvussu Dollin er burturtagdur Enskur trúboðarasonur í Congo fekk loyst ósvaraðum spurningi í Føroyum TÍÐINDI ÚR GRANNALAGNUM HJÁ DOLLANUM Í CONGO Hetta var farleiðin í Congo, har Dollin sigldi. Missiónsstøðin í Ikau, har Reg var føddur. Tað var eisini í Ikau, at trúboðararnir atkvøddu fyri at Dollin ikki skuldi sleppa aftur til Congo. Reginald Hall, trúboðarasonur úr Congo. Er hugtikin av avrikinum hjá D.J. Danielsen