Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 27 EIGA ENN FYRSTA MÁLIÐ TIL GÓÐAR Teir fimm dystirnar, sum kvinnulandsliðið higartil hevur spælt í HM-undankappingini, eiga Føroyar enn til góðar, at koma á máltalvuna í undankappingini. Móti Íslandi týsdagin var tó fleiri ferðir um reppið, og tí er sannlíkt at fyrsta málið kann koma í komandi dystinum móti Slovenia. Í spælarametingunum til dystin millum Føroyar og Ísland sæst, at tær báðar systrarnar úr Runavík – Heidi Sevdal og Ansy Jakobsen (fyrrv. Sevdal) – vóru teir leikararnir á føroyska liðnum, ið skaraðu mest framúr í dystinum móti Íslandi. Systrarnar eru einastu leikarar á liðnum, ið hava fingið eina leikarameting sum er yvir miðal. Aftaná tær báðar, fingu tær báðar sum spældu í miðverjuni, Lív F. Arge og Rannvá B. Andreasen, eisini góðar karakterir. Tær spældu báðar til eitt fimm tal. Allar hinar á liðnum fingu fýra í leikarametingunum. Leikarametingar: Systrarnar vóru tær mest eyðsýndu HM-undankapping FØROYAR 0 0 ÍSLAND 1 5 Føroyar – Ísland 0-5 (0-1) 0-1 Gunnhildur Jónsdóttir, 37. 0-2 Rakel Honnudóttir, 47. 0-3 Harpa Thorsteinsdóttir, 58 min. 0-4 Agla Maria Albertsdóttir, 89 min. 0-5 Fanndis Friðriksdóttir, 94 min. Føroyska liðið: Jóna Nicolajsen - Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen, Katrina Akursmørk - Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Arnborg Lervig, Eyðvør Klakstein (Margunn Lindholm, 62), Ásla Johannesen (Jakoba Langgaard, 86) - Heidi Sevdal (Milja Simonsen, 88) Á bonkinum: Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen Gult kort Føroyar: Ansy Jakobsen 4 4 4 4 4 5 4 5 6 4 6 JÓNA NICOLAJSEN BIRNA T. MIKKELSEN OLGA K. HANSEN KATRINA AKURSMØRK ÁSLA JOHANNESEN RANNVÁ B. ANDREASEN ARNBORG LERVIG LÍV F. ARGE ANSY JAKOBSEN EYÐVØR KLAKSTEIN HEIDI SEVDAL