Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 26 ANDRÉ OLSEN F øroyska kvinnulandsliðið hevur av álvara fingið seg roynt í hesari HM- undankappingini, har stórir ósigrar mestsum hava verið gerandisdagur hjá føroysku leikarunum til allar dystirnar. Men týsdagin framdu føroysku kvinnurnar sítt besta avrik higartil í HM-undankappingini, tá Ísland var á vitjan. Tíverri fyri føroysku kvinnurnar endaði dysturin við einum greiðum 0-5 ósigri móti Íslandi, men føroyska avrikið hevði uppiborið betur enn ein so greiðan ósigur. Ongantíð áður í undankappingini hava føroysku kvinnurnar verið so nær við at fingið mál, sum tær vóru til dystin týsdagin, og hevði tað ikki verið fyri tveimum býttum málum í yvirtíðini, hevði úrslitið sæð væl penari út á pappírinum, enn tað gjørdi. Tí er tað ein sannroynd, at føroyska liðið er í menning og hevur lært av, at hava fingið nakrar orduligar nevar framaná, sum tær í fjør fingu til fleiri dystir. Klárt besta avrikið hjá kvinnunum Eftir dystin iðraði føroyski venjarin, Pætur Smith Clementsen, seg eisini um, at endaliga úrslitið av dystinum var 5-0. Men Pætur Smith Clementsen var væl nøgdur við avrikið hjá føroysku leikarunum, sum hann helt vera tað besta sum hansara kvinnur hava framt higartil. Sjálvsagt eri eg skuffaður. Eg hevði verið nøgdur um dysturin hevði enda 0-3, men eg haldi at 0-5 er eitt antiklimaks til síðst. Talan er um klárt tað besta avrikið sum leikararnir hava framt higartil. Í dystinum skapa vit kjansir, eru óhepnar ikki at fáa mál, vísa góðan geist og arbeiðsvilja, sum ger, at man hevur uppiborið at verið eitt sindur heldigari. Eg haldi heldur ikki at tær hava so nógvar kjansir útyvir tað tær skora. Men í mun til dystin í Íslandi, tá tað stendur 3-0 til Ísland aftaná 12 minuttir, er framgongd at hóma. Nú stóð tað 0-3 líka til 89’inda minutt, og tá ein hálvur tími av dystinum var leiktur, var støðan framvegis 0-0 javnleikur, so vit eru í framgongd, sigur Pætur Smith Clementsen. Ófatuliga skuffað Eisini føroyski liðskiparin, Rannvá Biskopstø Andreasen, sat eftir við skuffaðari kenslu eftir dystin týsdagin. Undan dystinum hevði Rannvá B. Andreasen selt dystin fyri ein 0-5 ósigur, men sum dysturin varð, var skuffilsi ikki til at taka feil av. Áðrenn dystin, hevði eg selt tað fyri ein 0-5 ósigur, men sum dysturin var, eri eg ófatuliga skuffað. Støðan var 0-3 líka til tað síðsta, og tað er stórur munur á at tapa 0-3 og at tapa 0-5. Hetta er klárt besta kenslan sum vit hava havt leikliga. Undan dystinum, haldi eg at vit høvdu havt eitt skot á mál í undankappingini, og í dag hava vit fleiri góðar kjansir, hava hornaspark og spæla við í dystinum. Tí eri eg ógvuliga kedd um, at tað skuldi enda 5-0 til Ísland, sigur Rannvá B. Andreasen. Hava flutt seg rætta vegin gjøgnum veturin Tá Ísland og Føroyar seinast hittust í Reykjavík í september í fjør, endaði úrslitið sum kunnugt við 8-0 sigri til Ísland. Men í mun til tá hevur føroyska liðið ment seg nógv. Bæði á taktiska økinum og á fysiska økinum. Rannvá B. Andreasen viðurkennir eisini, at føroysku leikararnir neyvan nakrantíð hava verið so væl fyri sum tær eru nú, og at tað krevst fyri at vera við í altjóða fótbólti. Vit spældu seinasta dystin í november í fjør, og eru byrjaðar aftur beinavegin at venja, umframt at kappingin er byrja tíðliga. So vit hava ikki havt tíð at verið í pausu. Tí er man í nógv betri formi nú, enn man er vanur við, og tað mugu vit fyri at vera við í altjóða fótbólti. Vit mugu simpulthen oppa okkum meira við at spæla alt árið. Men tað kemur eisini at flyta okkum, sigur Rannvá B. Andreasen. Vilja hava stig móti Slovenia Komandi dysturin hjá føroysku kvinn­un­um verður á heimavølli móti Slovenia. Tá lutakastið varð til HM- undan­kapp­ingini, var Slovenia tað landið, sum var seedað næstniðast, meðan Føroyar varð seedað niðast. Tí hevur Rann­vá B. Andreasen gott mót um, at tað kann bera til at fáa eitt gott úrslit móti Slovenia. Um vit ætla okkum stig í undan­kappingini, skal tað koma í komandi dystinum móti Slovenia. Men so krevst at vit skulu spæla líka væl sum vit gera í dag, og skora uppá kjansirnar, sigur liðskiparin á føroyska kvinnulandsliðnum at enda. ÍTRÓTTUR: Fótboltur Hóast tað enda stóð 0-5 til Ísland, spældu føroysku kvinnurnar týsdagin sín besta dyst í hesari HM-undankappingini YVIR 25 ÁR Í MIÐAL Miðal aldurin á føroyska liðnum, sum byrjaði landsdystin móti Íslandi týsdagin, var 25,27 ár. Tá hugsað verður um aldurssamanseting, er føroyska liðið mannað við leikarum í 20’unum og 30’unum. Jóna Nicolajsen og Rannvá B. Andreasen eru einastu leikarar, ið eru yvir 30 ár, meðan allar hinar eru í tjúgunum. Har er vítt spennið – nakrar eru fyrst í tjúgunum meðan aðrir eru mitt í tjúgunum og síðst í tjúgunum. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... HM-undankapping: FØROYSKA KVINNU­LANDSLIÐIÐ ER Í FRAMGONGD