hósdagur 12. apríl 2018síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. APRÍL 2018
SOSIALURIN 42
25
TRÓNDUR ARGE
S
einastu árini hevur hug
takið ”Heilsufótbóltur”
fingið fastartøkur í Før
oyum. Eitt gransking
arsamstarv, sum í dag ger at
fótbólturin røkkur enn longri
út. Granskingin vísir eisini, at
spælararnir blíva betri fyri krops
liga. Eisini tað sosiala ger stóran
mun. Tað sæst millum annað
aftur á Argjum, har 17 spælarar
nú fara ein túr til Florida í USA á
eina sokallaða venjingarlegu í átta
dagar.
-Vit hava fingið samband við
ein fyrrverandi fótbóltsvenjara í
Florida, sum í løtuni leggur tilrættis
ein venjingardyst móti einum
lokalum kvinnuliði. Umframt at
venja og spæla dyst, er ætlanin at
hugna okkum og uppliva Florida,
greiðir Johild Dulavík frá. Hon er
ein av stamspælarunum hjá AB.
- Hugskotið til hendan túrin
kom eftir eina venjing, meðan
endorfinurnar framvegis fresaðu í
kroppinum og onki tóktist ómøgu
ligt, fortelur Johild Dulavík.
Orsøkin til at tað bleiv Florida
er, at ein av hesum AB spælarunum
hevur búð har í fleiri ár, og kundi
húsa teimum í einum privatum
húsum.
Trý ár við heilsufótbólti
Søgan um Heilsufótbóltin hjá AB
byrjaði á várið 2015 í samband
við at Fótbóltssambandið, Liljan
av Fløtum, Halltóra Joensen og
Magni Mohr saman við Fróð
skaparsetur Føroya fóru í eitt
granskingarsamstarv.
-Vit vóru fleiri kvinnur, sum
vóru knýttar at virkseminum hjá
AB frammanundan. Tá vit fingu
áheitan um at verða við í hesi grans
king, ið síðani skuldi halda áfram
sum regluligar venjingar, avgjørdu
vit, at hetta var vert at royna, sigur
Johild Dulavík og leggur afturat:
- Vit vóru umleið 70 kvinnur at
byrja við, og fleiri av okkum høvdu
ongantíð spælt fótbólt áður. Innan
tað fyrsta árið fullu nakrar frá, og nú
trý ár seinri eru vit um 40 spælarar.
Summar venja oftari enn aðrar, sigur
Johild Dulavík brosandi.
Gransking vísir á, at nógvir
ágóðar eru av at venja fótbólt.
Hetta hava tær í AB eisini upplivað.
-Hjá fleiri av okkum er blóð
trýstið normalisera, kolesterolið
er minkað og konditiónin er blivin
betri. Vit merkja væl, at vit hava
meiri yvirskot í gerandisdegn
um. Ongin ivi er um, at fótbólts
venjingin hevur stóran leiklut í
hesum, sigur hon.
Tað er tó ikki bert hesi virðini,
sum eru úrslit komin burtur úr
hesum heilsufótbóltsvenjingum.
Gjøgnum hesi trý árini eru nógv
nýggj vinarbond knýtt, og nógvur
látur er til hvørja venjing, sum
jú eisini er heilsubót fyri okkum
menniskju.
-Vit hava fingið ein góðan
felagsskap við einum aldursspenni
heilt frá í 30´unum til í 50´unum.
Slíkur sosialur felagsskapur, tað
verið seg á vøllinum, á gongutúri,
summartúri, jólafrokosti og øðrum
eru ómátiligir, men gull verdir. Tað
er alt hetta samanlagt, sum ger at
vit fara til Florida ein túr, greiðir
Johild Dulavík at enda frá.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Sunnudagin fara 17 kvinnuligir spælarar hjá heilsufótbóltinum hjá AB til Florida á venjing
arlegu. – Fleiri av okkum høvdu ongantíð spælt fótbólt fyrr, fortelur Johild Dulavík, sum
saman við eini 40 kvinnum í aldursbólkinum frá 30 unum til 50 ini regluliga spæla fótbólt
Heilsufótbóltur:
FÓTBÓLTURIN KNÝTIR
OKKUM SAMAN
– HEILT TIL FLORIDA
Aftast frá vinstru: Randi Gregersen, Sólrun Gleðisheygg, Doris Rasmussen, Jóhanna Laksá, Maria Dalsgarð, Kristbjørg Poulsen, Astrid Magnussen, Malan Dahl.
Fremst : Johild Dulavík, Rannvá Skála, Lilly Hanssen, Annika P Árting, Eva Árting , Marita Hentze og Louisa Fjallsbak