Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 8 Bindi­ festivalur í Fugl­a­ firði TÍÐINDI SÍÐA 9 Loysir seg at ganga Málið um pensjónsnýskipanina tyk­ist nú umsíðir at vera komið í eina rímuliga trygga legu. Naggatódn hevur valdað leingi. Í fyrsta lagi var tað samgongan, sum hok­naði og viknaði við tað, at Sonja Jógv­ans­dóttir ikki var partur av loysn­inin hjá samgonguni. So var tað Krist­in Michelsen sum spældi tvør­ur, tí hann vil hava løgmann at greiða sær fløkjuna á Tvøroyri. Síðani kom Sjálvstýri upp í semj­ una – so nú tyktist glið verða komið á. Men best sum tey hildu væl til standa, so var tað Kári P. Højgaard, sum eisini skuldi sína vøddar – helst orsakað av onkrum stríðið inn­an­floks í Sjálvstýrinum. Men tá álitið kom úr trivn­að­ar­ nevndini, nú stendur Sonja Jógv­ ans­dótt­ir saman við samgonguni, so nú tykist meirilutin aftur at vera inn­taktur. Men stóru andstøðuflokkarnir, Fólka­flokk­ur­in og Sam­bands­flokk­ ur­in eru ikki við. Teir mæla ikki til nýskipan. Teir eru konservativir og vilja hava pen­sjón­ina at vera akk­u­r­ át sum hon er. Tað er nú løgið, at okkara lítla høga ting ikki klárar so frægt sum at semj­ast um nakað so grund­leggj­ andi, sum eina skilagóða pen­sjóns­ ný­skip­an. Lesur tú álitini, so er ilt at fáa eyga á, hvat í veruleikanum skil­ir part­ar­nar, uttan tað, at tey bara ikki skulu semjast. Hjá politikarum telur tað øgi­liga nógv, at hin parturin ikki fær rós. Tað er eitt tað mest grundleggjandi í pol­itikki. Tað er tí at politiskt orða­ skifti ofta er beinleiðis for­dumm­ andi. Tú kennir teg býttari aft­an­á at hava lurtað eftir ein­um pol­it­isk­ um kjaki. Men tað er ikki tí, at tú sum lurtari ert býttur. Tað er pol­ i­tikk­ur­in, og fólkini, sum fáast við pol­i­tikk, sum eru soleiðis. Andstøðan brúkar nógva orku upp­á at niðurgera loysnina hjá sam­gong­uni við at stimbra Sam­ halds­fasta til at gjalda størri part og so at lækka kravda inngjaldið úr 15 pro­sent­um nið­ur í 12 pro­sent. Tað er bara ein eyka skattur, siga teir. Hinvegin so vil adnstøðan aft­ ur hækka skattafríu grund­ar­upp­ hædd­ina til tað, sum hon var áðrenn hon lækk­aði. Argumentatiónin hjá and­støð­uni her er samhaldsfesti. Eyðsæð er, at báðir partar vilja tað sama. Størri samhaldsfesti, størri egingjald, hækka pen­sjóns­ ald­ur­in og geva fólki fyrimun, sum sjálvi út­seta pensjónsaldurin enn meira. Men tað sum hevur allar størst­ an týdn­ing er, at partarnir ikki semj­ast. Meirilutin skal bara ong­an fjøð­ur fáa í hattin. Sikkin ein máti at arbeiða uppá. Hetta hevði ikki ging­ið á einum privatum ar­beiðs­ plássi. ÓSEMJAN STØRSTAN TÝDNING Ja, í morgun fekk eg boðini um, at Heðin Jacobsen var far­in, 62 ára gamal. Heðin var ættaður úr Skála­vík, sonur Ólavur í Geil og Nannu í Hanusarstovu. Tey síðstu árini hevur Heð­in verið merktur av sjúku, men hann hevur ikki góð­tikið tað, kundi man síggja á honum, hann ar­ beiddi álíkavæl, tí ar­beiðs­ evn­ini hjá Geilamonnunum hava verið framúr. Heðin giftist til Skopunar við Tór­fríð Hentze, saman fingu tey børnini Súsannu, Mads og Herfríð Sum ungur fór Heðin til skips, sum aðrir ungir menn. Sjálv­ur dámdi honum væl, var í ­millum teir fremstu. Heðin lærdi til skipara, tað var eisini hansara yrki leingi. Brøðurnir av Kletti, sum var stað­ar­navnið á barna­ heimi­num í Skálavík, keyptu sær skip, teir silgdu nakað í byrj­anini út frá Skopun, við hes­um snotuliga 50-tonsara. Síðan fóru teir í Eyst­ur­ sjógv­in at fiska. Tummas, elsti beiggin, og Heð­in skiftust um at føra bátin saman við hinum Kletta­beiggj­u­num og væl gekk við fiskaríðinum, jú, hesir brøð­urnir rokaðust við Fríð­borg. Men óeydnan var eisini har. Vit minnast at ein dag kopp­aði báturin og sakk ógv­u­liga knappuliga. Heðin var skip­ari og Tummas stýri­ maður henda túrin, hin­ir beiggj­arnir, sum vóru við vóru Tor­bjørn, Ragnar og Han­us, jú, allir fimm beiggj­ ar­nir vóru við tá forlisið hendi. Eg havi sæð í onkrum blað, at teir góðu Harranum Jesus æruna fyri, at teir sloppu við lívinum. Seinni keyptu teir nýggj­ an bát, ein 80-tonsara, men tá fór fiskaríið at minka í Eyst­ur­sjón­um, og seldu teir tann bátin. Undir arbeiði av troli, fekk Heð­in ein trukk oman yv­ir seg og fekk stóran skaða. Tá hann var komin fyri seg aft­ ur, fór hesin pressari at læra til elektrikkara, og bleiv tað ar­beiði hjá honum til sjúkan for­ð­aði hesum. Jú, tey síðstu tvey ár­ini sá tú henda vakra skála­vík­ ingin vera á keiini í Skop­un og arbeiða upp á tíggju­ manna­farðið Røðina og hegn­igur var Heðin, tað ligg­ ur til fólkið. Heðin var ein bekennandi krist­in, hann var deknur í Skop­unar Kirkju, og læs hann har við síni vøkru rødd, nú er røddin tagnað her á fold. Eg veit at saknurin er stór­ur hjá Tórfríð og børn­u­ num og ikki minst abba­børn­ i­num, sum so trúliga hann leiddi við sær. Friður verður við minni­ num um Heðin á Klett. Gerhard Lognberg borgarstjóri Minningarorð um Heðin Jacobsen Tað er alt um at gera hjá pol­itikarum at dyrka ósemjuna Við hesum verður kunn­ að um eina komandi MC- Gudstænastu, sum verður hildin í Mein­ig­heit­s­húsi­ num í Havn, leygardagin 21. apríl, klokkan 15.00 stund­ is­liga. Tað er kristiligi MC- klubb­urin Cross-Bikers MC Før­oyar, ið skipar fyri. Eins og fleiri undanfarin ár verð­ur í ár ein MC-guds­ tæn­asta hildin, har øll MC- á­hugað hittast til andaligan fel­ags­skap við sosialari sam­ veru, nú MC-árið 2018 byrjar. Felagsskoyring við øllum mot­or­súkklum, verður frá Effo-støð­ini í Kollafirði, har far­ið verður klokkan 14:15 stund­is­liga suðureftir. Kom­ ið verður til Havnar um­leið klokkan 14:40, har park­er­að verður framman fyri Mein­ ig­heits­hús­ið. Skrá er løgd við bæði fel­ ags­sangi, sang- og tón­leika­ lut­tøku og talu. Tað verð­ur Dan Eliassen frá Mein­ig­heits­ húsinum, ið kemur at tala, og tann eftirhondini vælkendi Halle­ljua Sofus, sum kemur at syngja vælkendar anda­lig­ ar sangir. Victor Carlsen, sum eisini hevur givið in­stru­ ment­al­ar fløgur út, kemur eisini at framføra. Fleiri felagssangir verða eisini á skránni, har endað verð­ur við tjóðsangi okkara: Tú al­ fagra land mítt. Eftir gudstænastuna verð­ur kaffihugni og sosial sam­vera, áðrenn øll fara heim. MC-Gudstænastan er almenn, so øll eru hjartaliga væl­kom­in. MC gudstænasta í Meinigheitshúsinum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin