mánadagur 16. apríl 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
Onkuntíð er tað gott at
fáa eitt óvæntað úrslit
KANNING Nú hevði tað eisini verið
áhugavert at kanna, hvussu strongdar
sjómannskonur eru, sigur Pál Weihe
Áki Bertholdsen
Viðhvørt er tað forvitnisligt at fáa
eitt óvæntað úrslit burtur úr eini
kanning, tí tað kann elva til enn
fleiri kanningar.
Tað sigur Pál Weihe, granskari á
Deildini fyri Arbeiðs- og Almanna
heilsu. Tey hava staðið fyri eini
kanning, har endamálið var eitt
vita, hvussu strongdir føroyskir
trolaramenn, eru.
Pál Weihe sigur, at í hesum
sambandi hava tey kannað fimm
trolaramanningar, sum fóru í Bar
entshavinum beint eftir ársskiftið
í 2004.
– Endamálið var at finna út av,
um tveir, tríggjar mánaðirnir uppi
í myrkrinum, við vanligum trolara
arbeiði, elvdi til strongd, ella ikki.
Beint øvugt
Pál Weihe sigur, at tey ivaðust ikki
í, at úrslitið fór at vera, at slíkar ar
beiðsumstøður vóru streingjandi
fyri trolaramenninar.
Men tað heilt óvæntaða úrslitið
av kanningini var beint tvørtur
ímóti, tí tað vísir seg, at tað elvir
ikki til strongd at verða føroyskur
trolaramaður í Barentshavinum.
Tað er heldur hinvegin, at lívið
umborð á einum barentshavs
trolara, er avstreingjandi fyri fiski
menninar.
Kanningin varð gjørd soleiðis, at
land og spýtt frá monnunum, varð
kannað, áðrenn teir fóru til skips og
harafturat varð tað kannað tríggjar
ferðir á sjálvum túrinum.
Harumframt var tað so loksins
kannað eina ferð afturat, beint eftir
at teir vóru komnir heim aftur.
Trolaramenninir svaraðu teir
spurnabløðum, umframt at blóð
trýstið varð kannað.
Pál Weihe sigur, at niðurstøðan
er óvæntað, tí úrslitið er nevniliga,
at trolararamenninir vórðu ikki
strongdir á túrinum. Tað var heldur
tvørtur ímóti, tí nøgdin av strongd
arhormonum fall so hvørt túrurin
leið, men so hækkaði tað aftur, tá
teir komu heim.
Regluligt lív
Pál Weihe heldur, at tað er ein
áhugaverdur spurningur at vita,
hví tað er so, tí vanliga verður sagt,
at tað elvir til strongd at arbeiða í
skiftisvaktum og á náttarvaktum.
Men hann heldur at kanska er
tað við til at fyribyrgja strongd, at
teir hava fastar vaktir umborð, hvør
einstakur kennur sínar arbeiðsupp
gávur og kosturin er regluligur.
– Ein forkláring kann vera, at
er veðrið hampiligt, og er tað ikki
sovorðið rokfiskarí, at menn verða
noyddir at bróta vakt, er lívið um
boð so trygt og regluligt, at tað er
avstreingjandi fyri teir. Ein trolari
í Barentshavinum er sostatt eitt
vart umhvørvið aftur ímóti at vera
heima, har tað eru túsund viður
skifti at taka støðu til alla tíðina,
og har tað aldrin er friður, heldur
Pál Weihe.
Hinvegin er hugsandi, at í dag
eru samskiftismøguleikarnir so
góðir, at teir kunnu hava samband
heim hvønn dag. Sostatt eru trol
aramenn ikki so vardir umborð í
dag, sum teir vóru fyrr, og tað átti
so at drigið øvugtan veg í kanning
ini, heldur hann.
Kanna konurnar
Pál Weihe leggur kortini afturat, at
eitt er lívið umborð á teimum stóru
trolarunum í Barentshavinum, men
vit hava eisini onnur fiskiskip, og
tað er væl trúligt, at støðan hevði
verið heilt øðrvísi, hevði manningin
á einum línubáti ella ísfiskatrolara
undir Føroyum, verðið kannað.
Umborð á teimum skipunum er
tilveran alt annað enn regluligt, tí
mangan er tað buldrasligt og har
afturat eru tað fáir menn við, so tað
hevði verið áhugarvert at kanna
støðuna hjá teimum eisini.
Men í hesum sambandi Pál
Weihe eisini, at tað hevði verið
áhugavert at kanna støðuna hjá
konum teirra, sum fiska í Barents
havinum fyri at vita um støðan
hjá teimum er tann sama sum hjá
monnunum, nevniliga at tær eru
minni strongdar, tá ið maðurin er
burtur enn tær eru, tá ið hann er
heima.
Pál Weihe heldur, at ein forkláring kann vera, at ein trolari í Barentshavinum er eitt vart
umhvørvið, har lívið er so trygt og regluligt, at tað er avstreingjandi fyri fiskimenninar
Kanna hvussu nógv
dømikraftin versnar
Nú skal greiða fáast á, hvussu
tað ávirkar føroyskar fiskimenn,
at teir hava langar arbeiðsdagar,
og fáa ov lítið av svøvni.
Tað er Annbjørg Abrhamsen,
sum er PhD lesandi á Deildini
fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu,
sum stendur fyri kanningini.
Endamálið við henni er ikki
at vita, hvussu strongdir teir
menninir eru, soleiðis sum enda
málið var, tá ið trolaramanning
arnar í Barentshavinum vórðu
kannaðar.
Pál Weihe sigur, at endamálið
við hesari kanningini er at vita,
hvussu langar vaktir ávirka
teirra árvakni og evnini til at
taka rættar avgerðir. Hann sigur,
at aðrar kanningar vísa nevni
liga, at fólk, ið hava verið vakin í
eitt samdøgur, er so dølsk, at tað
svarar til, at tey hava eitt pro
millu av alkoholi í blóðinum.
– So nógv minkar dømikraftin
og evnini at taka avgerðir hjá ein
um, sum hevur verið uppi í eitt
samdøgur, sigur hann.