mánadagur 16. apríl 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
Samgongan sloppin um
ringastu forðinganar
Ferð er komin á aftur tingarbeiðið, nú tað bert eru fáir
dagar til formaðurin ætlar at senda tingið heim
Arni Gregersen
Stígur hevur verið í tingarbeiðnum
í drúgva tíð, men nú kemur ferð á
aftur.
Hetta hendir, nú fleiri nevndir
eru komnar við álitum í seinastu
viku. Álitum, sum millum annað av
politiskum ávum, ikki vóru komnin
úr nevndunum.
Mest avgerandi fyri samgong
una er, at álit, sum hava við pen
sjónsnýskipanina at gera, komu úr
nevndunum, tí pensjónsnýskipan
in er eitt av teimum málum, sum
samgongan hevur sett sær fyri at
fáa ígjøgnum í hesi tingsetuni.
Bæði fíggjarnevndin og trivnað
arnevndin hava lagt álit fram um
júst pensjónsnýskipanina.
Politiski
trupulleikin
hevur
verið, at Kristin Michelsen av Tvør
oyri, situr í fíggjarnevndini og hann
hevur ikki viljað skrivað undir álit
í drúgva tíð.
Tingmaðurin hevur boðað frá,
at hann ikki er bundin at tí, sum
Javnaðarflokkurin ætlar. Tað hevur
rakt tingarbeiðið í vetur – bæði í
fíggjarnevndini og í vinnunevndini.
Veiðugjøldini
Vinnunevndin hevur eitt stórt mál
liggjandi. Talan er um veiðugjøldini,
sum skulu ásetast í samband við
lógina um fyrisiting av sjófeingi.
Grundleggjandi skal lógin um
veiðugjøld tryggja, at landskassin
fær tey gjøld, sum fiskivinnan skal
gjalda fyri veiðuloyvini. Tað er tann
lógin, sum fíggjarligi parturin av
almenna partinum í fiskivinnuni,
skal stýrast eftir.
Vinnunevndin hevur ikki enn
lagt álit fram í hesum máli. Fyrst
og fremst tí semja er ikki millum
samgongu og andstøðu um avgjøld
ini, men so eisini tí Kristin Michel
sen ikki vil skriva undir álitið hjá
samgonguumboðunum í vinnu
nevndin
Tað vil siga, at hetta mál stendur
framvegis á skrá, hvørja ferð vinnu
nevndin hevur fund.
Politiskt hevur hetta sjálvandi
týdning, at samgongan ikki hevur
stýr ujppá sínar egnu, men prakt
iskt hevur lógin um veiðugjald ikki
hastverk.
Landskassin fær sínar pengar
inn eftir einari fyribils lóg, sum
var samtykt í sambandi við fíggjar
lógina fyri 2018, so lógin um veiðu
gjøld hevur ikki fyri neyðini at
koma í gildi fyrr enn 1.januar.
Freistin verður hildin
Páll á Reynatúgvu, tingformaður,
hevur í góðari tíð boðað frá, at
seinasti tingdagurin í hesari setuni
verður flaggdagin 25.apríl.
Hóast nógv mál komu úr
nendum í seinastu viku, so heldur
tingformaðurin fast við dagin,
tingið fer heim.
-Alt sum er lagt fram, kann við
gerast innanfyri galdandi tíðar
freistir, sigur tingformaðurin.
-Eg havi í góðari tíð boðað frá,
hvør arbeiðsætlanin er, tí hetta er
mín uppgáva. Tingið fór so at siga
als ikki í summarfrí undan ólav
søku í fjør og tað ætli eg ikki at enda
úti í afturí, sigur Páll á Reynatúgvu.
Samgongan hevur fingið tey
týdningarmiklastu málini aftur í
tingið – burtursæð frá lógini um
veiðugjald – men uppskotið um
stjórnarskipan er ikki komið og
ivasamt er um tað kemur úr grein
25-nevndini nú.
-Men júst við stjórarskipanini
havi eg sagt, at verður nevndin
liðug við sítt arbeiðið, so er onki í
vegin fyri, at vit kalla tingið saman
í summar at fáa tað málið avgreitt,
sigur Páll á Reynatúgvu.
Uppgávan hjá tingformanninum
er millum annað at leggja arbeiðið
hjá tinginum til rættis. Hetta ger
hann uttan at gerast partur av
stríðnum millum andstøðu og sam
gongu um hvørji mál kom aftur úr
nevndum.
-Tað er ein politiskur spurningur,
sum flokkarnir mugu finna útav.
Eg skal skipa arbiðið og tað havi eg
gjørt í góðari tíð, sigur formaðurin.
-Men vil tingið broyta mín ætl
an so kann tingið sjálvandi gera
tað. Formaðurin er ikki nakar eina
ræðisharri, leggur hann afturat.
Í
dag
byrjaði
tingfundurin
klokkan 10 og høvuðslógarupp
skotið í dag var alilógin.
Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, er tingformaður, og
leggur arbeiðið í Løgtinginum til rættis.
Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgonguleiðari, hevur fingið tey
avgerandi málini úr nevndunum aftur. Stjórnarskipanin er tó eftir.
Í fjør sluppu tey ikki í summarfrí. Tað ætlar tingformaðurin ikki skal henda aftur í ár.