Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 6 Sosialurin STJÓLU LÍKIÐ AV CHARLIE CHAPLIN OG KRAVDU PENGAR Hendan dagin í 1889 var enskst/amerikanski sjón­leik­ar­in og skemtarin Charlie Chap­l­ in føddur. Hann doyði jóladag í 1977 í Vevey í Sveis og varð grivin í kirkju­garð­inum í Cor­sier-sur-Vevey, Vaud. Tveir mánaðir seinni fór tjóvar í kirkjugarðin, gróvu líkið upp og stjólu tað. Allur heimurin fylgdi hesi ikki sørt sjáldsomu burturflyting. Tjóv­ar­nir kravdu loysipengar. Men burturflytingin miseydnaðist, ránsmenninir hand­tikn­ir, og líkið varð funnið aftur 11 vikur seinni nærinds Genevevatninum. BÆNATIKT – 599 ÁR SÍÐANI SEINAST Bænadikt 16. pávi fyllir 91 í dag. Hann var pávi nr. 265 í røðini. Hann varð valdur til páva 19. apríl í 2005. Hann valdi at abdisera 28. februar í 2013 – sum tann fyrsti pávin síðani 1415. Eftirmaður hansara var Frans pávi. Tórleik stjórnar Tónleikafelagnum Føroya Tónleikarafelag hevði aðalfund í Havn miku­dagin, tann 7. mars. Fundurin var ætl­að­ ur at umskipa fel­ag­ið, velja nevnd og dag­føra við­tøk­ur­nar. Um­skip­ an­in hev­ur ver­ið á­veg­is eina tíð og er sett í verk fyri, at Før­oya Tón­leik­ ar­a­fel­ag bet­ur kann virka sum yrk­is­fel­ag og mál­gagn hjá lim­u­num. Felagið strembar eft­ ir at vera virkin ak­tør­ur í føroyskum tón­leik­a­lívi og varða av á­huga­mál­ u­num hjá tónleikarum. Mill­um annað er trygg­ ing av ljóð­før­um og vinnu­ferð­a­trygg­ing fingi­n í lag. Nevndin hevur nú skip­aði seg við Tor­leik Mortensen sum for­ manni, Kristiani Blak sum kassa­meist­ara og Jó­han­nus á Rógvu Jo­ en­sen, sum skrivara. Til­taks­lim­ur er El­in Klein Jo­en­sen, og Knút Há­berg Eyst­ur­stein er umboðsfólk í m.a. listafólkasambandinum. Nú er Ressi farin Mourentius Rensi­ stein í Klaksvík er deyð­ur 91 ára gamal   Mourentius Rens­i­stein – ella Ressi, sum hann var kallaður – var ein býarmynd í Klaks­vík, og hann var kend­ur millum sjófólk. Ressi virkaði stóran av lív­i­ num sum kokkur á sjón­ um – í nógv ár við bát­um hjá Seglhúsinum – og nógvir mans hava gjøgn­ um árini siglt saman við Ressa. Ressi var ættaður úr Hatt­ar­vík, har hann eis­ini vaks upp. Hann var numm­ar trý av sjey systkj­um. Upprunaliga eft­ir­navnið var Gullak­ sen, men hann fekk sær Rensistein sum eft­ir­ navn. Ressi giftist í búnum aldri í 1962 við Vithalu Anthon­i­us­sen av Mork­ r­a­nesi. Tey búðu í Vík­ u­num í Klaksvík, og Thala, sum hon var nevnd, hevði í nógv ár ki­osk. Serliga seinnu ár­ini var Ressi ofta at síggja sitandi á beink­i­num niðast við Vík­a­brekk­ una, har fólk savnaðust um hann, tí hann var prát­ing­ar­samur og góð­ ur for­telj­ari. Guds hjálp, Fólksins kær­ leiki, styrki Danmarkar Margreta drotning fyllir í dag 78 ár. Um tað ikki var fyri grund­lóg­ar­broyt­ ing­ina í 1953, so hevði syskinabarnið, tann tveir mánaðir eldri Ingolf prins­ ur, verið kongur í Danmark í dag Margreta drotning 2. fyll­ir í dag 78 ár. Fulla navn henn­ara hátign er Margrethe Alex­ andr­ine Þórhildur Ingrid. Hon var fødd á A­mal­i­ en­borg Slotti hendan dagin í 1940, og hon tók við sum drotn­ing, tá pápi hennara, Fríð­rikur kongur 9., doyði 14. jan­uar í 1972. Móðir hennara var svenska prinsessan Ingrid, sum gjørdist drotning í Dan­ mark. Margreta drotning er fyrsta kvinna, sum hevur arv­að trúnuna í Danmark. Og tað kundi hon, tí grundlógin varð broytt í 1953. Drotningin verður titt­ ul­er­að »Hendes Majestæt Dron­n­ing Margrethe II«. Av tí at Margreta er omm­ u­dótt­ir Margaret av Conn­ a­u­ght, so er hon eis­ini trún­ arv­ing­ur til bretsku trún­una – um enn hon er numm­ar 321 í røð­ini. Fríðrikur 9. kongur var elsti sonur Kristian 10. kong og Al­ex­an­drinu drotning av Da­n­mark. Mamman var einasta dótt­ir Gustav Adolf krún­ prins – seinni Gustav Adolf 6. kong­ur av Svøríki. Margreta drotning er fødd bara eina viku eftir, at Nazi-Týsk­land hevði hersett Dan­mark 9. apríl í 1940. Hon varð doypt í Holmens Kirke í Keypmannahavn 14. mai í 1940. Fadrar hennara vóru Krist­ian 10. kongur, Knút prins­ur av Danmark, Axel prins­ur av Danmark, Gustav Ad­olf krúnprinsur av Svør­íki og Artur prinsur av Stóra­ bret­landi. Nøvnini hevur hon eft­ ir ommuni Margaret prin­ sessu av Stórabretlandi, Alex­andr­ina eftir omm­uni, Alexandrinu av Meckl­en­ burg-Schwerin og Ingrid eft­ ir mammu síni. Av tí at abbin hennara, Krist­i­an 10., eisini var kongur av Ís­landi tá hon varð fødd, fekk hon íslendska navnið Þór­hild­ur, sum eisini hevur ser­liga íslendska stavin »Þ«. Fyrra systir hennara, Ben­ a­dikta, varð fødd tá Mar­greta var 4 ára gomul. Hon giftist prins Richard zu Sayn-Wittgenstein-Berle­ burg. Tvey ár seinni, í 1946, var onn­ur systirin fødd, Anne- Marie. Hon giftist Kon­stan­ tin kongi 2. av Grikkalandi. Kristian 10. kongur doyði 20. apríl í 1947, og pápi Mar­ gretu drotning, Fríðrikur 9. tók við trúnuni. Tá hann tók við sum kong­ur var trún­arv­ing­ar­ lóg­in frá 1853 galdandi. Og hon segði greitt, at tað bara vóru menn, sum kundu arva donsku trúnuna. Og tá kongshjúnini bara áttu døtur, so var yngri bróð­ ir kongs, Knút arvaprinsur, tann, sum arva skuldi trún­ una. Og eftir hann var tað so elsti sonur hansara, Ingolf prins­ur. Við grundlógini frá 5. juni í 1953 var hetta broytt so­leið­ is, at konufólk eisini kundu arva trúnuna – partvíst so­ leið­is, at menn høvdu fyrsta rætt at arva trúnuna. Hetta er seinni broytt soleiðis, at elsta barn trúnarvingin er næsti trúnarvingur. Tá Fríðrikur 9. bara átti døt­ur, so gjørdist Margreta trúnarvingur. Hon varð fermd á Fred­ ens­borg Slotti tann 1. apríl í 1955. Á 18 ára føðingardegi sín­um gjørdist hon limur í stats­ráðnum, har hon leiddi fund­irnar, tá pápanum barst frá. Margreta gekk í fólka­ skúla á N. Zahles Skole í Keyp­manna­havn, har hon eis­ini tók studentsprógv í 1959 sum privatistur. Margreta hevur lisið ymsastaðni, eitt nú í Dan­ mark, Frank­aríki og Ong­ landi: Hon hevur m. a. tik­ ið filo­so­fi­ku­m á Lærda háskúlanum í Keyp­manna­ havn í 1960, forn­frøði við Cam­bridge Uni­versity 1960- 1961, stjórn­mála­frøði við Aar­ hus Universitet frá 1961-1963. Tann 10. juni í 1967 gitist hon franska diplomatinum Henri-Marie-Jean André, greiva de Laborde de Mon­pe­ zat, ið síðani fekk heiti Hans­ ara Kongaliga Hátign Hein­ d­rikur Prinsur. Fríðrikur krún­prins­ur er fødd­ur 26. mai í 1968. Næsti sonur teirr­a er føddur 7. juni í 1969. Hann fekk navnið Jo­ac­him Holg­ er Waldemar Christ­i­an, tó nevnd­ur Jo­a­kim prinsur. Margreta drotning gjørd­ ist sum nevnt drotning, tá pápi hennara dyði 14. januar í 1972. Hon var útrópt sum drotn­ing av svalanum á Christ­i­ans­borg Slotti, og tað var Jens Otto Krag, for­sæt­is­ ráð­harri, sum útrópti hana 15. januar í 1972. Drotningin valdi sær orðatakið: »Guds hjálp, Fólksins kærleiki, styrki Danmarkar«. Sjálvt um Margreta Drotn­ing verður nevnd Mar­ greta II, so er hon í veruleik­ a­num fyrsta drotning av Dan­mark við hesum navni. Margreta 1., sum stjórn­aði Danmark frá 1370 til 1412, hevði ongantíð heitið drotn­ ing av Danmark. Hon var fyrst for­myndari hjá soni sínum, Oluf, og tá hann doyði í 1387 valdi Ríkisráðið Mar­ gretu til regent við heiti­num »for­myn­der af hele Dan­ marks rige«. Hon var tó fram til 1380 eis­ini formliga drotning av Nor­eg sum kona Hákon 6. Margreta 2. er harvið fyrsta regerandi drotning av Dan­mark – sum jú ikki bar til fyrr enn eftir grund­ lóg­ar­broy­t­ing­inga frá 1953. Var grundlógin ikki broytt, so hevði Knút prinsur, yngri bróðir pápa hennara, arvað trún­una eftir bróðirin, og síð­ani sonur hansara, Ing­ olf prinsur, sum er tveir mánaðir eldri enn Margreta drotn­ing. Margreta drotning gjørd­ ist omma fyrstu ferð 28. au­ gust í 1999, tá Joakim prinsur og tá­verandi kona hansara, Alex­andra prinsessa, sum nú er greivinda av Fred­er­ iks­borg, fingu Nikolai prins. Síð­ani eru sjey ommubørn kom­in í hópin. Hennara hátign Margreta drotning fyllir 78 ár í dag