Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 9. apríl 2018 · Nr. Ole Jakob Nielsen 75 ár Ole Jakob Nielsen í Leynum fyll­ir 75 ár í dag. Hann er dani, føddur í Is­en­vad, Ikast, Ringkøbing amt 16. apríl í 1943. Foreldrini vóru Johannes Mart­in Niel­sen, Kgs, Lyngby, og Ing­er Jørgensen Valby. Ole Jakob gekk í barna­ skúla í Bodilsker, millum­ skúla í Nexø og tók munnligt stud­ents­prógv frá Rønne stats­skole áðrenn hann fór á N. Zahles Seminarium, har hann tók prógv í 1966. Í 1966-67 gjørdi hann sína verju­skyldu í sivilverndini í Hil­le­rød, 1967-68 tímalærari á Toft­um, 1968-69 útbúgving í træ- og met­al­smíð­ á Dansk sløjd­lær­er­skole í Keyp­ manna­havn, 1969-72 lær­ari á Toft­um við und­ir­vís­ing í smíð í 8. - 10. flokki á Glyvr­ um, 1972-73 árs­skeið í før­ oysk­um á Fróð­skap­ar­setr­ i­n­um og síðani lærari við sankta Frans Skúla til hann fór frá fyri aldur. Seinastu mongu árini hev­ur Ole Jakob verið kend­ ur sum træ­list­ar­maður, sum evnar lampur, skálir, føt og aðr­ar prýð­is­lutir úr træ, sum hann dreyg­ar á verkstað sín­ um í Leyn­um. Og júst í hes­ um døgum er hann ak­tu­el­ l­ur við framsýning sam­an við Philippe Carré í Segl­ húsinum í Klaksvík. Tann fram­sýningin læt upp næst­ síðsta sunnudag og verður op­in allan mánaðin. Ole Jakob er giftur Guðrið Helmsdal. Tey giftust í 1965. Hon er fødd í Havn 28. februar í 1941. Tey eiga børnini Rakel og Gudmund. VAR HANN HVALBINGUR VAR HANN SJÓMAÐUR Seinastu tíðina hevur Zacharias Hammer, fyrrverandi sjónvarpsmaður, víst film sín »Línumenn« kring landið. Fyrst í Klaksvík, síðani í Havn og um vikuskiftið í Saltsiloini á Drelnesi.Filmurin varar í góðar fýra tímar. Í sambandi við at filmurin var vístur í Suðuroyar segði Zacharias Hammer, sum er hávlur hvalbingur og vaks upp í Hvalba fyrstu 10 árini, soleiðis. – Flestu av mínum javnaldrum gjørdist sjómenn. Um eg ikki flutti til Havnar sum 10 ára gamal eri eg vísur í, at eg í dag var sjómaður, sigur Zacharias Hammer. Regin Mark Jensen, av Sandi, bústandi í Kirkham í Onglandi, andaðist hósdagin 14. apríl, 35 ára gamal. Regin Mark var sonur Regin undir Kvíggjum og Mary Margaret Jensen. Beiggi Anna Carol, Elken og Kevin. Elisabet Egholm, fødd Debes, úr Havn, andaðist fríggjadagin 13. apríl á Landsjúkrahúsinum, 81 ára gomul. Heðin Ólavson Jac­ ob­sen, ættaður úr Skál­a­vík, búsitandi í Skop­un, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum miku­kvøldið, 11 apríl, 62 ára gamal. Mourentius Rensistein, vanliga nevndur Ressi, ættaður úr Hattarvík, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Norðoya røktarheimi mikudagin 11. apríl, 91 ára gamal. Lena Simonsen, sjúkra­syst­ir, andaðist á Lands­sjúkr­a­húsinum sunnu­dagin 8. apríl, 64 ára gomul. Schuman Johannesen, ættaður úr Vestmanna, búsitandi í Grindsted í Danmark, andaðist sunnunáttina 8. apríl, 80 ára gamal. David Frits Nielsen, vanliga nevndur Dávur hjá seyðamanninum, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar ellis- og røktarheimi mánadagin 9. apríl, 93 ára gamal. Helgi Mikal Mouritsen, úr Sørvági, andaðist á Landssjúkrahúsinum 5. apríl, 67 ára gamal. Fríðrik Bláhamar Hansen, úr Havn, and­ að­ist í Nuuk miku­dagin 11. apríl, 59 ára gamal. Fríð­ríkur var sonur Marnu og Adolf Hansen, sála, fyrrverandi løg­ tings­mann. Fríðrikur hevur búð í Grønlandi mongu tey seinastu árini. Fríðrikur var sjómaður í mong ár. Sigldi sum skipari m. a. hjá Royal Greenland. Seinnu árini var hann á skrivstovuni hjá teimum. Tey síðstu árini hevur hann starvast hjá Nuuk Transport, sum Edvard Niclasen úr Sørvági eigur. Hasse Justinussen, ættaður úr Havn, fer til gravar úr Filadelfia mikudagin kl. 15.00. Hasse var sonur Lýðurs Palla í Havn. Hann ehvur búð øll síni ár í Rabarbukvarterinum í Havn. Uppvaksin í Tvørgøtu. Bygdi á stykkinum omanfyri hjá pápanum í Brekkugøtu. Hasse var giftur við Sunnvu, sum var dóttir Heina og Kyll Clementsen í Hornabø í Havn. ANDLÁT NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Páll Midjord farin frá við eftirløn Porkeringurin á Argj­ um, sum gjørdist húsa­vørður í Havn Mikudagin var sam­koma í kantinuni í Post­hús­ kjallaranum hjá Tórshavnar býráð, har húsavørðurin Páll Midjord var heiðraður, nú hann leggur frá sær fyri ald­ur. Annika Olsen, borg­ar­ stjóri, helt stutta røðu, har hon m.a. kom inn á, at Páll hevði havt eina spennandi og sjáld­sama lívsleið - og at tað ikki akkurát var stungið út í kort­ið, at hann skuldi enda sína arbeiðskarrieru sum húsa­vørð­ur her í Tórshavnar komm­unu. – Tí elstur av fyra syst­ kjum vart tú borin til at vera bóndi í Bøkkum í Porkeri. Men tú valdi aðrar leiðir og fór í 1962 í læru á bedingini í Vági, har pápi tín var læru­ meist­ari. – Í dag eiga vit ikki nógv­ ar skipstimbrarar eft­ir. Men í 1966 vart tú út­lærd­ur skipstimbrari - skips­timbr­ arar søgdust at vera ser­liga fittir í hondunum og snild­ ir til at fáa alt at bera til. Sagt varð eisini um skips­ timbr­arar, at teir vóru bæði snikk­arar og timburmenn og brúktu eygamát og tumm­as­ tokk, men aldri waterpass. – Hvussu var og ikki, so tókst tú eisini eina tekniska út­búgving í Helsingør í 1970. Og gjøgnum áttatiárini kendu okur øll tje sum leið­ ara í Timb­ur­handlinum á Gørðu­num í Vági. – Men tú endaði her hjá okkum í Tórshavnar komm­ unu. Tú ert giftur Gudnu av Argj­um, og tit eiga fýra børn: Ják­up, Pætur, Anniku og Jónu. – Eg skilji á tínum starvs­ feløgum, at tú við tín­um drúgvu royndum sum húsa­ vørð­ur hevur verið teimum yngru húsavørðunum ein holl­ur stuðul og ein sera hjálp­samur starvsfelagi. – Og teir siga allir, at teir fara at sakna teg nógv, nú tú fert frá fyri aldur. Men helst verður tú bæði at síggja og hoyra av og á. Við eini fortíð sum org­anist­ur í kirkjuni í Pork­eri gjørdist tú ein fram­úr har­mon­ik­u­spæl­ ari og spælir regluliga við "Harm­on­ik­u­vinum". – Eg fari at takka tær fyri trú­fast samstarv og ynskja tær og familjuni alt tað besta í kom­andi døgum, segði Ann­ ika Olsen, borgarstjóri, m.a. í røðu fyri Páll Midjord.