mánadagur 16. apríl 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um vikuskiftið verður
Savnsfagnaður í Vágum, og
her kunnu fólk njóta eitt
margfeldni av upplivingum
við støði í søguligum tilfari
Úr øllum heraðshornum
til Fuglafjarðar at binda
- Eg fegnist um, at Bindifestivalurin
aftur í ár bjóðar ein pall, har javnvágin
millum at gera og reflektera er í
hásæti - við inspirerandi fyrilestrum,
dygdargóðum verkstovum, góðum mati,
sølutorgi og ikki at minst hugnaligari
samveru, sigur Brynhild Næs Petersen
Vilmund Jacobsen
Hvørt ár í apríl hittast kvinnur
úr øllum heraðshornum til bindi
festival í Fuglafirði, og í ár verður
stóra tiltakið í døgunum 19.-21. apríl.
Her verður høvi at læra stórt sæð
alt um binding.
Hugnaligi festivalurin fevnir eis
ini um verkstovur, sum eru skipað
ar heima í stovunum hjá fólki, har
dugnaligir lærarar, áhugaverdir
fyrilestrar, livandi tónleikur og
gisting heima hjá fólki í Fuglafirði
er partur av stemninginum.
Brynhild Næs Petersen, kvøld
skúlaleiðari og starvsfólk á mentan
ardeildini hjá Fuglafjarðar kommunu,
sigur seg hava hoyrt, at binding ella
forevnið til binding - nálabinding -
kann sporðast heili 8500 ár aftur í
tíðina.
- Mær er fortalt, at fólk halda seg
hava funnið 30.000 ára gamlar nálir
í Ruslandi og at elstu jarnstokkar
nir, sum vit vita um, eru umleið
1500 ára gamlir og eru úr danskari
víkingatíð.
Hon vísir á, at handverk og vitan
um handverk er borið frá ættarliði
til ættarlið gjøgnum túsundtals og
aftur túsundtals ár.
- Tað at vera menniskja og tað at
skapa og evna til, er ein tætt sam
antvinnaður veruleiki. Men, lívið
og avbjóðingarnar í okkara ger
andisdegi broytast støðugt, eisini
í Fuglafirði.
Á einum vegamóti
Brynhild Næs Petersen heldur, at
menniskjan onkursvegna stendur
á einum vegamóti millum ein rúm
ligan og ein flatan heim.
- Hetta endurspeglast nógva
staðni í samfelagnum, men tó ser
liga á útbúgvingarøkinum, har
minni og minni pláss verður givið
hondunum og kroppinum - og al
samt meiri pláss verður sett av á
tímatalvuni til eyguni og høvdið.
Tað rúmliga tykist í stóran mun
at víkja fyri flatuni og skerminum,
heldur hon.
Brynhild Næs Petersen sigur,
at hon luttók á Bindifestivalinum
í fjør og lurtaði við stórum áhuga
eftir
pallborðsfundinum
“Kvik
høvd og klókar hendur”, ið nam júst
við hetta.
- Hóast binding og handverk
síggja út til at hava tað gott í dag,
tykist
samfelagspallurin
ella
forumið, har vit viðgera orð, tankar
og visiónir fyri handverksmentan
okkara, í stóran mun at mangla.
Tí frøist Brynhild Næs Peter
sen um, at Bindifestivalurin aftur í
ár bjóðar ein tílíkan pall, har javn
vágin millum at gera og reflektera
er í hásæti - við inspirerandi fyri
lestrum, dygdargóðum verkstov
um, góðum mati, sølutorgi og ikki
at minst hugnaligari samveru.
Loysir
seg at
ganga
Vilmund Jacobsen
Leygardagin skipaði Krabba
meinsfelagið fyri gongutúrum
ymsastaðni kring landið og
á Strondum, haðani viðhefta
mynd er, vóru nøkur fólk møtt
upp í Bygdahúsinum.
Úr Bygdarhúsinum varð
gingið til ymisk støð í bygdini.
- Hetta var eitt gott høvi at
fara út í náttúruna aftur eftir
ein kaldan og myrkan vetur,
nú vit ganga móti ljósari og
heitari tíðum.
Í
Krabbameinsfelagnum
siga tey, at nógvar kanningar
vísa, at tað er gott fyri likam
og sál at ganga.
- Hetta kann minka um
vandan fyri krabbameini. Verj
andi ávirkanin, sum rørsla hev
ur á krabbamein, veksur mun
andi, jú virknari vit eru.
Felagið vísir á, at rørsla eisini
er týdningarmikil í samband
við krabbameinssjúku, bæði
likamliga og sálarliga.
- Rørsla bøtir um útlitini
fyri at fáa heilsuna aftur, sigur
Krabbameinsfelagið.
BYGDALÍV: Soleiðis sá út í Nólsoy
ein dag í farnu viku. Fýra hjólbørur
á vegnum í senn, og menn standa
og práta. Myndin, sum Janus Nolsøe
hevur lagt út á sína Facebook-síðu,
lýsir ein part av bygdalívinum.
Kunningarstova
í Oyrunum
Navia skal umsita kunningarstovuna
í Nes kommunu, og fólkini hjá Navia
fara at umsita kunningarstovuna
Vilmund Jacobsen
Avtala er gjørd millum Nes
kommunu og Navia um, at kunn
ingarstovan í kommununi verður
í Oyrahandlinum frá 1. mai í ár at
rokna.
Sambært avtaluni skal Navia
eisini umsita kunningarstovuna,
har starvsfólkini hjá Navia fara
at virka sum kunningarfólk.
Í fyrsta lagi verður talan um
eitt royndarár.
Kunningarstovan í Nes komm
unu verður opin, tá handilin
Navia er opin, og tað er mánadag
til og við fríggjadag frá klokkan 10
til 17.30 - og leygardag frá klokkan
10 til 14.
Tað verður sjónligt fyri ferða
fólki og øðrum, sum koma at vitja í
Nes kommunu, at kunningarstova
er í Oyrahandlinum.
- Vitjandi fara at fáa munnliga
kunning, og tey fara eisini at fáa
kunningarfaldarar.
Kunningar
faldari fyri kommununa er í gerð,
og hesin verður liðugur, tá kunn
ingarstovan letur upp, siga tey í
Nes kommunu.
Brynhild Næs Petersen er kvøldskúlaleiðari og starvsfólk
á mentanardeildini hjá Fuglafjarðar kommunu