mánadagur 16. apríl 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
Bátaeigarar eru
stak væl nøgdir við
hylin á Válinum. Fleiri
av brúgvunum er
skiftar út við longri
armar, so hesar passa
betur til
bátastøddirnar.
Hýsa dýrari
enn toskur
Onkran dag á søluni hjá
Fiskamarknaði Føroya í
síðstu viku var hýsa tvær
krónur dýrari enn toskur
Vilmund Jacobsen
Tað er ivaleyst meira tað, at
hýsuprísurin hevur verið
frægur í løtum enn, at toska
prísurin er vánaligur.
Og tó.
Toskur hevur verið dýr
ari fyrr í vár, enn hann er
tað í løtuni - og hýsa hevur
eisini fingið lægri prís, enn
prísurin var á søluni í síðstu
viku.
Besti miðalprísur á toski
seinasta fríggjamorgun var
17,86 krónur fyri tosk 1. Hin
vegin var besti hýsuprísur
- nevniliga fyri hýsu 3 - 19,92
krónur fyri kilo.
Soleiðis fekk hýsa 3 á søl
uni fríggjamorgunin heilar
tvær krónur meira í miðal
fyri kilo, enn størsti toskurin
fekk.
Leggjast kann aftrat, at
samlaðu nøgdirnar av toski
vóru sløk 28 tons henda
morgunin, og samlaðu nøgd
irnar av hýsu vóru sjey tons.
Samanbera vit miðalprís
irnar á toski 2 og hýsu 2, fór
toskurin fyri 17,61 og hýsan
fyri 17,52 seinasta fríggja
morgun.
Soleiðis er eingin prís
munur á toski og hýsu í løt
uni.
MC-áhugað
og onnur
til guds
tænastu
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 21. apríl
klokkan 15 verður sonevnd
MC-gudstænasta hildin
í Meinigheitshúsinum
í Havn.
Hetta er eitt afturvend
andi tiltak, sum hevur
verið í fleiri ár, og tað er
her, at øll MC-áhugað og
onnur hava høvi at hittast
til andaligan felagsskap
við sosialari samveru,
nú MC-árið 2018 byrjar.
Í samband við tiltakið
verður felagsskoyring
við motorsúkklum frá
Effo-støðini í Kollafirði
klokkan 14.15 og suðureftir.
Komið verður til
Havnar umleið klokkan
14.40, har parkerað
verður frammanfyri
Meinigheitshúsið.
Skrá er løgd við bæði
felagssangi, sang- og
tónleikaluttøku og talu.
Tað verður Dan Eliassen
frá Meinigheitshúsinum,
sum kemur at tala,
og tann eftirhondini
vælkendi Halleljua Sofus
fer at syngja vælkendar
andaligar sangir.
Á tiltakinum fer Victor
Carlsen eisini at framføra.
Eftir gudstænastuna
verður kaffihugni
og sosial samvera,
áðrenn øll fara heim.
- MC-Gudstænastan
er almenn, so øll eru
hjartaliga vælkomin, sigur
MC-klubburin Cross-
Bikers MC Føroyar, sum
skipar fyri tiltakinum
í Meinigheitshúsinum
í Havn.
UMHVØRVISVIKA:
Í døgunum 30.
apríl til 6 mai
2018 verður
umhvørvisvika
á Tvøroyri, og
ætlanin er, at
hetta skal vera
eitt afturvendandi
tiltak.
Føroyar vertur fyri
arktiskari ráðstevnu
Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru nýggir
vinnuligir vakstrarmøguleikar, samferðsla og
infrakervi, og demografiskar avbjóðingar og
møguleikar hjá samfeløgunum í Arktis
Vilmund Jacobsen
Tann 8. og 9. mai verður
ráðstevnan ”Arctic Hubs” í
Norðurlandahúsinum,
og
á skránni eru hópin av før
oyskum og útlendskum fyri
lestrahaldarum, ið fara at
viðgera evni, sum hava týdn
ing fyri londini í arktiska øk
inum.
Arctic Hubs er økisráð
stevna, sum er samskipað
av fyriskiparunum av Arctic
Circle í Íslandi.
Umframt politikarar og
útlendskar gestarøðarar vera
eisini føroysk vinnulívsfólk
á skránni.
Vinnuhúsið skipar fyri
fyrilestrum
undir
yvir
skriftini ”Excellence in the
Arctic”, har góðar søgur
úr Føroyum um menning,
samstarv og vøkstur verða
settar á breddan. Fyrilestra
haldararnir verða Atli Gerg
ersen, stjóri í Hiddenfjord,
Jens Meinhard Rasmussen,
formaður í Reiðarafelagn
um fyri Farmaskip, Richard
Mortensen, sølu- & markn
aðarleiðari í Mest, Thora
Augustinussen,
sølu-
&
marknaðarleiðari á Hotel
Føroyum og Karen Vist, víns
erfrøðingur á Koks.
Høvuðsevnini
á
ráð
stevnuni eru nýggir vinnu
ligir
vakstrarmøguleikar,
samferðsla og infrakervi, og
demografiskar avbjóðingar
og møguleikar hjá samfeløg
unum í Arktis.
- Uttanríkis- og vinnu
málaráðið og Arctic Circle
skipa fyri Arctic Hubs í Før
oyum, veit Vinnuhúsið at
siga í dag.