Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað kann ikki passa ! Helgi Abrahamsen Rættarnevni hjá løgtinginum tekur ikki undir við, at atkvøðurnar á smáu valstøðunum skulu verða tald­ar saman við atkvøðum frá størri valstøðum. Bara umboðini hjá Sambandsflokkinum í rætt­ar­ nevnini taka undir við upp­skot­ inum. Harvið er staðfest, at áhugi er ikki fyri, at føroysk løgtings- og komm­unuval skulu vera loynilig. Tað skal framvegis vera møgu­ ligt at rokna út, hvør atkvøður hvat á smáplássunum, og tað skal eis­ini bera til at trýsta fólk á hesum pláss­um til at atkvøða ímóti teirra sann­føring. Hetta er snøgt sagt ikki í lagi. Vit kalla okkum eitt fólkaræði og vit liva í 2018! Bíligar undanførslur Tað ber altíð til at finna bíligar undanførslur, og tað roynir meiri­ lutin í rættarnevndini eisini eft­ ir førimuni at gera. Víst verð­ur mill­um annað á, at ”tað er fremj­ andi fyri fólkaræðið, at veljarar á smærru støðunum hava sítt val­ stað eins og veljarar á størru val­ støð­unum.” Hetta fær meg at seta spurnartekin við, um tey sum hava skrivað álitið yvirhøvur hava lisið uppskotið. Tað stendur jú beinleiðis í uppskotinum, at tað snýr seg IKKI um at avtaka nakað valstað. Skotið verður harafturímóti upp, at veljarar skulu kunna velja á vanliga staðnum, men atkvøðurnar skulu verða fluttar til annað stað, fyri at verða taldar upp har. Meirilutin í rættarnevndini nevn­ir nógvar aðrar grundgevingar fyri, hví vallógin átti at verið tikin upp til nýggja viðgerð. Alt gott um tað, men hví brúka hesar und­an­ førsl­ur fyri ikki at taka undir við hes­um uppskotinum? Tey hava einki við hvørt annað at gera, og einki bendir á, at nakar arbeiðir við hin­um spurningunum. - Hví ikki bara vera erligur og siga bart ut: Vit ynskja ikki, at valini skulu vera loynilig? Alt hevur sínar avbjóðingar, men tað skal eingin billa mær inn, at tað ikki ber til at flyta ein kassa við atkvøðum frá einum valstaði til annað í 2018. KJAK Hvat bagir í Kringvarpinum? Jenis av Rana Eg havi av og á samband við kring­varpið og tey, ið har starv­ ast. Sum heild bæði fitt, fyri­kom­ andi, blíð og arbeiðssom. Men so bráddliga kenst ikki aftur! Tykist sum nøkur teirra taka stykkið úr, fara í sjálvsving, gloyma alt um objektivitet og halda seg eiga bæði kringvarpið, lurtaran, sannleikan og veruleikan. Sjálvterapisendingarnar. Eg latið sjálvterapisendingarnar hjá Heina liggja, fyribils, tær skaða jú ongan annan enn hann sjálv­ an. Men at kringvarpsfólk skulu gerast firtin og í øðini inn á tær kanningar, sum gjørdar eru í sam­ bandi við sendingarnar, tað krev­ ur bæði eina og fleiri frá­greið­ing­ar, fyrrenn ikki frá stjóranum. Ein stórur partur av føroy­ ingum trúgva, at Gud hevur skapt heimin, tað vísa hesar kanningar m.a. Fantastiskt og sjálvsagt í ein­ um sokallaðum kristnum landi, øll burdu havt orsøk at gleðst um tað!  Men tíverri tykist gleðin hjá summum kringvapsfólkum vend í vreiði vegna hendan gleðiliga veruleika. Hvør í verðini man orsøkin vera til tað? Í øði út á skúlarnar. Í øði fara tey, saman við sjálv­ profilerandi " vertinum", at royna at finna orsøkir til, hví tað er so galið, hví tað er so illa statt við før­ oyska skúlunum og hví før­oyingar eru so frekir at trúgva uppá Gud, Skapara Himins og jarðar. Eitt eru prátini við menn, sum hava valt ikki at trúgva Gudi, men hví, í hesi øði, fara út á skúlarnar at stilla lærarar til svars fyri, hví hes­ir ikki hava megnað, áðrenn skúlalok, at hava rikið trúnni úr næmingunum? Hví ikki fegnast? Hví ikki kannað og fegnast yvir frálæruna, sum hevur megnað at varð­veitt trúgv næminganna? Hví ikki vitjað samkomur, kirkj­ur, prestar, samkomuleiðarar, sunnu­dagsskúlalærarar, foreldur v.m. og fregnast um, hvussu til hevur borið at vart, ment og styrkt før­oyska ungdómin, so gudloys­is­ streym­urin, sum treing­ir á, ikki hev­ur fingið sama gróðr­ar­botn teirra millum sum tíverri so mang­ ar aðrastaðir? Og hví blint verja  uppáhaldið um, at menningarlæran og vísind hava nakað við hvønn annan at gera og at halda, at trúgvin uppá Skaparan útilokar vísind? Veruleikin er jú tvørturímóti! Vísindin vísir og prógvar stórleika Guds! Aftur og aftur vísir vísindin okkum, hvussu ómetaliga stórur Gud og Skapari okkara og skapan­ arverk Hansara er, ella, sum ”Tóra” so væl skrivar í viðmerking á portal.fo: ”Onki er meir ótrúligt enn hvussu cellubiologi og genetik rigga.... og tá man lærur hesi fak, er tað ringt ikki at trúgva uppá Guð” Hinvegin vita vit væl, at trúgvin á tilvildarligu menningarlæruna hongur í einum tunnum tráði, nei orsakað, tráðurin er í fleiri støðum slitnaður, tí menningarlæran er als ikki knýtt at vísind ella tíans­ heldur vísindaliga grundað! Og tann veruleikin hevði verið upplagdur hjá onkrum av dugna­ ligu kringvarps- fólkunum at greitt før­oyinginum frá, honum sum trúfast verður tvangskravdur lurtara-og hyggjaragjald. KJAK Dreymastarvið finnur tú á in.fo Minnist til haldaragjaldið Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn