Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Myndin av odda- og botnstríði í 1. deild hjá monnum gerst klárari, nú øll tey fremru liðini vunnu leygardagin. Fimleikarar hava kappast í Eysturríki, Torkil Veyhe hevur súkklað í Fraklandi og svimjarar vunnið heiðursmerki í Noregi. Her eru stuttsøgd ítróttartíðindini Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Fult umfar var í 1. deild hjá monn­ um leygardagin. Øll tey fremru liðini vunnu, og hevur deildin nú hug at fara í tvey við einum greið­ um topp-4. Oddaliðini bæði, KÍ og NSÍ, vunnu ávikavist 3-0 ímóti Giza Hoyvík og 3-1 ímóti Skála. Hjá KÍ var Aksel B. Danielsen tví­faldur málskjútti, meðan Henry Heine­sen setti punktum við einum brots­ sparksmáli í yvirtíðini, og hjá NSÍ stóðu Hans Marius Davidsen, Jann Martin Mortensen og Steffan Løk­ in fyri málunum. Karstin Jensen skeyt einsamalla málið hjá Skála. Aðra­staðni í deildini vann ÍF heili 9-0 ímóti TB/FCS/Royn, B68 2-1 ímóti HB og B71 2-1 ímóti Víkingi. Ein dystur hevur verið í Betri­ deildini hjá kvinnum hetta viku­ skift­ið. Hann varð spældur í Gunda­dali í gjár, har B36 og ÍF/ Víking­ur hittust. Maibritt Olsen legði gestirnar á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki, men tá ið 20 minutt­ ir restaðu í javnaði Elisabet Vang til 1-1. ÍF/Víkingur fekk tó hálað sigurin heim, sum við málum frá Jensu Tórolvsdóttir og Arnborg Ler­vig vann 3-1. Hetta var annar sigur­in í ár hjá samanlagda liðnum úr Gøtu og Fuglafirði. Tær eru á fjórða plássi. B36 hevur eftir fyrstu fimm dystirnar fingið eitt stig og er á aftasta plássi saman við B68. FIMLEIKUR Estetiska liðið hjá fim­leika­felag­ num Støkk í Runavík, Vípan, megn­ aði um vikuskiftið at sleppa við í finaluna í Challenge Cup í Graz, Eysturríki. Tær fingu 14,90 stig fyri sína framførslu í innleiðandi kapp­ ingini, har eisini Hulda og Eina úr Havnar Fimleikafelagi og Hydra úr fimleikafelagnum Ljósinum lut­tóku. Eina fekk 14,75 stig, Hydra fekk 14,50 stig og Hulda fekk 14,25 stig. Í finaluni, har 12 lið vóru við, bleiv Vípan næstaftast. Tær megn­ aðu at leggja eitt spanskt lið aftur­ um seg, men í samanløgdu kapp­ ingini blivu tær nummar 12. Vípan kemur aftur til Føroya í dag: - Við fullari skjáttu av góðum minn­ um, frálíkum úrsliti og nýggj­um vinarbondum, skrivar fimleika­ felagið Støkk á facebook-síðu sínari. HONDBÓLTUR Tað vóru einans niðastu plássini eftir at spæla um, tá ið tveir teir sein­astu dystirnir í grundspælinum í FTZ-deildini vórðu spældir leygar­ dagin. StÍF og Team Klaksvík dystaðust um fimta plássið og klaks­víkingar somuleiðis um at sleppa undan aftasta plássinum í stríði við KÍF, tá ið tey spældu ímóti ávika­vist H71 og VÍF. H71 er longu í FM-finaluni og VÍF hevur longu tryggj­að sær bronsu, so í tann mun var einki trýst á teimum. Felags fyri dystir­nar var, at tey niðaru liðini vun­nu. StÍF vann 23-21 ímóti H71, og Team Klaksvík vann 30-28 ímóti VÍF. Peter Krogh skeyt sjey mál fyri hoyvíkingar, me5ðan Jóannes Prestá somuleiðis fekk sjey mál fyri StÍF. Jens Pauli Mohr og Vilhelm Vil­helmsen skutu hvør síni sjey mál fyri Team Klaksvík, og toppskjútti hjá VÍF var Bjarti Hansen. Hann skeyt eisini sjey mál. Úrslitini hava við sær, at StÍF blívur nummar fimm í FTZ-deildini, meðan Team Klaks­vík endar næstaftast. KÍF endar á aftasta plássi. Finalurnar ímill­um H71 og Neistan verða spæld­ar 18. og 21. apríl. Seinastu dystirnir í Hvonn­deild­ ini hjá kvinnum vórðu eisini spæld­ ir um vikuskiftið. Tveir dystir vóru leygardagin, og ein var í gjár. Suðuri í Vági var týdningsleysur dystur ímill­um bronsuvinnaran, VB, og FM-finalistin, VÍF, og har gjørdist tað til ruddiligan 32-25-sigur til VB. Agnes Fallesen, Rúna M. Jacob­ sen og Caroline Ladefoged skutu seks mál í part fyri VB, meðan Liljan Djuruus gekk á odda fyri VÍF við átta málum. Í Hoyvík var botndystur ímillum H71 og StÍF, og har vann heimaliðið 30- 23. Toppskjúttin í Hvonndeildini, Maria Halsdóttir Weyhe, skeyt átta mál fyri hoyvíkskvinnur, meðan Rebekka Justinussen skeyt seks mál fyri gestirnar. Í gjár vóru FM- finalist­arnir úr Kyndli eisini í dysti. Tær spældu ímóti Stjørnuni, og har bleiv tað til 30-21-sigur til Kyndil. Turið Arge gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum, meðan Jansy Jacobsen skeyt heili 11 mál fyri Stjørnuna. SÚKKLING Torkil Veyhe og liðfelagarnir í Team VIRTU Cycling høvdu eina frá­líka viku fram til í gjár, tá ið teir eftir eitt strúkandi avrik í fronsku súkklu­kappingini, Tour du Loir et Cher, komu heimaftur við samlaða sigri­num – bæði í liðkappingini, og ikki minst í einstaklingakappingini, har Asbjørn Kragh Andersen vann ta gulu troyggjuna. Torkil Veyhe var ein av hjálparunum í hesi kappingini, og venjarin, Michael Skelde, rósar einum ótrúlig­um liðavriki, sum hann metir vera orsøkina til samlaðu sigrar­nar í kappingini til As­bjørn Kragh Andersen og alt lið­ið í liðkappingini. Restina av mán­aði­ num kappast Team VIRTU Cycl­ing heima í Danmark, og tann fyrsta kappingin í einari røð av fimm verður leygardagin, tá ið GP Hern­ ing er á skránni. SVIMJING Føroyskir svimjarar hava seinastu dagarnar luttikið í norsku kapp­ ing­ini, Bergen Swim Festival, og her bleiv tað til nøkur føroysk heiðurs­merki. Vár E. Eidesgaard legði fyri við at vinna gull í 100 metra frísvimjing fyri juniorar. Hon vann eisini gull í 200 metra frí­svimjing, og í 50 metra firvald bleiv tað, umframt gull, eisini til nýtt føroyskt juniormet (28,44). Sign­hild vann gull í bæði 50 og 100 metra ryggsvimjing, og á 100 metra teininum bleiv tað somu­ leiðis til nýtt føroyskt met (1:03.01). Rókur Trygvason vann silvur í juniorfinaluni 200 metra bringu­ svimjing, og á 100 metrum í somu grein svam hann seg til nýtt før­ oyskt juniormet (1:06.14). Tann tíðin rakk til eitt fimta pláss. albinus@sosialurin.fo 1. deild farin í tvíningar