Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað gekk alt upp í eina hægri eind hjá feløgunum í høvuðsstaðnum, tá ið sætta umfar í góðum fót­bólts­lík­ ind­um var á skránni ígjár. Við týdningarmiklum sigri í Runa­vík staðfestu teir í HB, at nú vendir nógv øðrvísi hjá teim­um, enn tað gjørdi í fjør, og enn tað gjørdi tíðliga í hesum kapp­ingar­ árinum. Í fyrsta umfari tapti HB 3-0 á heimavølli ímóti KÍ. Tá sá tað út til, at HB var ikki í nógv frægari út­ gávu, enn liðið var í fjør, tá ið tað endaði á fimta plássi. Í fjør var HB níggju ferðir á úti­ vølli ímóti feløgum í Eysturoy, um EB/Streymur verður roknað at vera lið úr Eysturoy. Í fjør spældi EB/ Streymur heimadystirnar í Streym­ nesi. Nú spælir liðið á Eiði. HB úrtøkan í Eysturoy í fjør var níggju stig burturúr níggju vitjan­ um hjá Eysturoyarfeløgum. Vitjan­ in við Løkin í gjár var tann triðja í ár og tann triðja á rað, og tað er munur á úrtøkuni nú og í fjør. Allar tríggjar ferðirnar hevur HB vunnið fulla úrtøku – 1-0 á Eiði, 3-0 á Skála og í gjár 2-1 við Løkin í Runa­vík. Harvið er talan um hamskift HB lið, sum av álvara hevur bjóðað av í topp­stríðnum. Í gjár varð Sebastian Pingel, sum leingi hevur verið skaða­dar­vaður, skiftur inn. Stóri álopstrumfurin Alek­sand­ ar Stankov er ikki tøkur enn. Tá ið hann sleppur frá skaðunum, fer HB at hava uppaftur fleiri streingir at spæla uppá, og tá verður HB ikki minni torført at spæla ímóti. Eyðun steðgaði klaksvíkingum Skála – KÍ 0-0 At fótbóltsfepurin er høgur mill­ um KÍ fjeppararnar sást á stóru bláu viðhaldsfjøldini á Skála. Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til. Eftir 3-0 lúsingin á heimavølli hóskvøldið ímóti HB høvdu Eyðun Klakstein og hansara menn á Skála lisið væl uppá. Fyri tað mesta vóru nógvir heima­menn aftanfyri bóltin, og persón­ligu mistøkini, sum tað var so stutt millum ímóti HB, vóru heilt burtur. Klaksvíkingar ar­ beiddu nógv, men tað gekk illa at vinna meiri enn støður. Fram ímóti dystar­enda var onkra ferðina tætt við, men KÍ var ikki nærri máli, enn tá ið Páll A. Klettskarð eftir innlegg úr vinstru sendi bóltin í handara stólp­an. -Hóast vit ikki hava roknað við, at tað leingi aftrat fór at vera talan um fulla úrtøku, so eru vit vón­brotnir yvir málleysa javn­ leikin. Fótbóltsspælið var ikki tað besta. Vit vóru tó omaná, og vit høvdu møguleikar, men vit høvdu ikki marginalirnar við okkum, og so mugu vit bara staðfesta, at skálamenn vóru raskir og væl skip­ aðir, sigur KÍ liðformaðurin Páll A. Klett­skarð. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki varð KÍ venjarin vístur burtur av ítróttar­økinum, tá ið hann greitt og týðuligt hevði givið til kennar, at hann var ikki nøgdur við dómaran. -Í 3-0 tapinum ímóti HB var av­ rikið vánaligt. Ímóti KÍ var talan um miðal avrik. Tað ráddi um at rudda mistøkini burtur, og tað eydn­aðist. Tá ið so stórur dentur verður lagdur á verjupartin er tað tor­ført at vera fremsti maður, men vit kunnu væl liva við einki mál at skora, tá ið tað endaði við javnleiki ímóti KÍ, sigur Brian Jakobsen, sum er fremsti maður hjá Skála. Spildurnýggir málskjúttar EB/Streymur – Víkingur 1-1 Tað sá leingi út til at fara at enda mál­leyst á Hólmanum á Eiði, men so gekk tað skjótt fyri seg. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var átjan ára gamli Magnus Heinason skiftur inn á besta Víkinga liðið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Tríggjar minuttir seinni legði hann Vík­ing framum. Hetta mundi vera fyrsta ferðin, hann nært við bóltin. Tríggjar minuttir undan leikloki var seytjan ára gamli Fríði Kruse Johan­sen settur inn á EB/Streyma liðið, har hann áður hevur verið tríggj­ar ferðir í eina lítla løtu. Fimm minutt­ir seinni javnaði hann við at seta bóltin framvið vinum og fíggind­um og í málið. Í Víkinga leguni vildu tey hava dómar­an at veittra fyri rangstøðu: -Vit eru ógvuliga vónbrotnir, tí vit høvdu fult og heilt tak á tí, og málverjin hjá okkum var arbeiðs­ leysur. Ein og hvør átti at sæð, at talan var um rangstøðu – eisini hjálpar­dómarin, var viðmerkingin hjá Víkinga venjaranum Maurice Ross. Upptøkurnar vísa, at Fríði K. Johan­sen var ikki rangstaddur. Bóltur­in fór millum fleiri spælarar. Tann síðsti var innskifti Andras Ol­ sen hjá EB/Streymi, sum ikki rakti bóltin. Hann var í rangstøðu, men dóm­arin metti ikki, at tað hevði týdn­ing í hesi støðuni. Meðan víkingarnir iðraðu seg um at hava tapt tvey stig, so fegn­ aðust teir í heimaleguni: -Vit eru stak væl nøgdir við at vinna eitt stig ímóti Víkingi. Tá ið teir høvdu lagt seg framum, spentu vit álopsbogan, og tað eydnaðist, stað­festir Gestur B. Dam hjá EB/ Streymi, sum hóskvøldið spældi 2-2 á heimavølli ímóti NSÍ. B36 gjørdi skjótt av 07 Vestur – B36 0-3 Hóskvøldið var tað ikki fyrrenn í síðsta minutti, at tað eydnaðist Meinhardi E. Olsen at skora sigurs­málið í Gundadali, har B36 hevði vitj­an av Suðringum. Í gjár var einki at rafla um hjá B36, sum var í Sørvági. Fimm minutt­ir undan steðginum var 3-0. Øll málini vórðu skorað eftir fínt upp­spæl – Kaimar Saag, Erlendur Magnus­son og Odmar Færø skoraðu. Meinhard E. Olsen skoraði í fimm teimum fyrstu umførunum. At hann ikki taldist millum mál­ skjútt­arnar í gjár ávirkaði ikki lagið. -Vit løgdu sannførandi fyri, bjóð­aðu teimum av frammarlaga, og tá ið vit høvdu skorað tvey mál, FÓTBÓLTUR Høvuðsstaðurin skoraði fulla úrtøku, meðan EB/ Streymur og Skála tóku stig frá Víkingi og KÍ, sum tvey tey undanfarnu árini hava verið best TAÐ KIKSAÐI HJÁ TEIMUM STÓRU NORÐANFYRI FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB: Sera søtur sigur móti suðriska landsliðnum. Kann koma at telja nógv í heyst. Frens forewer. RÓGVI DAM EB/STREYMUR: Undirhaldið kom ikki fyrr enn tá íð 5 min vóru eftir tá Víkingur fekk mál, sum vit skora aftur í yvirtíðini. Saman standa vit sterk. KRISTIAN JOENSEN KÍ: Aftana 6 dystir, har 5 hava verið á útivølli, so mugu 16 stig verða væl og virðiliga góðkent. Sjálvandi keðiligt at vit ikki røkka fullum stigatalið í ár, sum KÍ gjørdi í 1969. Men nú fara heimadystirnir at koma, og tá eru vit eyka sterkir. Koyr á KÍ JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ: Fúl. Etandi. Skomm.. Kundu avgjørt dystin fyrstu 20 minuttirnar. Men so fer alt í skræpu aftaná tað. Fáa vit ikki 3 stig komandi dyst, kunnu vit akkurát tað sama pakka saman. BJØRG OLSEN SKÁLA: Flott kempa í dag. Spælið var kanska ikki so flótandi í dag, men tað eru stigini sum telja. Okkara eru so teir fyrstu, sum hava tikið stig frá KÍ í ár, og fyrsta liðið sum teir ikki skora í móti. Go Skála