Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOGBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Í landskappingini hjá kvinnum í flogbólti hevur eitt lið verið á ein­ um hægri støði enn øll hini í ár. Fleyr endaði langt fremst í grund­spælinum við 42 stigum – 17 fleiri enn KÍF á øðrum plássi. Bert ein dystur var taptur á leið­ ini í finaluna og tilsamans taptu Fleyr­kvinnurnar bert 8 sett alt árið. Í finalunum skuld kvinnurnar hjá Fleyr prógva at tær hava verið besta liðið í kappingarárinum, tá ið tær hittu KÍF. Hesum kundi eingin mótmæla eftir knúsandi 3-0 sigurin í fyrru finalu­ni, og uttanveltaðu áskoðar­ ar­nir væntaðu ikki, at støðan fór at verða øðrvísi í hini seinnu finaluni. Og rætt fingu teir. Hóast KÍF - við góðum stuðli frá viðhaldsfólki - gav Fleyr ein skarpari gang í seinnu finaluni , so var tað ongantíð veru­ ligur ivi um, at Fleyr var væl betri fyri. Í øðrum setti hótti KÍF við at venda gongdini, men í avgerandi løtu­num hevði Fleyr munin og vann settið 25-23. Í triðja settinum var allur ivi skúgv­aður til viks, og Fleyr vann settið við sannførandi úrslitinum, 25-11. Sostatt kundu Fleyrkvinnurnar fegnast um enn ein 3-0 sigur og eitt trygt føroyameistaraheiti at leggja afturat steypasigrinum fyrr í vár. KÍF-venjarin: Vit taptu fyri einum betri liði Hóast tað altíð er vónbrótandi at tapa, so ásannaði venjarin hjá KÍF, Ragnar í Haraldsstovu, at Fleyr var betra liðið í finalunum, eins og tær hava verið alt kappingarárið. Góða gongdin hevur givið Fleyr mentala yvirvág, og so hava tær eisini leikarar, ið kunnu avgera, tá ið støðan gerst trupul. “Tað fáa vit ikki staðið í móti”, sigur Ragnar og sipar til annað settið, har tað var um reppið at KÍF fekk javnað. Venjarin hevði allatíðina trúnna á at tað fór at eydnast at venda gongd­ini. Júst avgerðin í hesum øðr­um setti var avgerandi, sigur Ragn­ar. “Eg trúgvi allatíð upp á at vit fara at venda gongdini, tað geri eg veruliga. Serliga í øðrum setti trúði eg at tað fór at eydnast at taka settið, og møguliga leypa kvøkk á Fleyrliðið. Hóast truplu gongdina so sá venj­arin rætta hugburðin frá sínum leikarum. Tær vóru veruliga tendr­ að­ar og stríddust fyri hvørjum bólti. Góði stuðulin frá við­halds­fólk­ unum gav eisini leikarunum eina eyka tendring sigur venjarin. “Tað hjálpir sera væl. Vit hava so góðar áskoðarar í Kollafirði. Eisini til heimadystirnar hjá okkum plaga at vera øgiliga nógv folk, og dystin á áskoðaraplássinum vunnu vit so í dag”, slær Ragnar fast. Yvirhøvur ber tó illa til hjá venjaranum at vera ónøgdur við kappingarárið. Við kapp­ing­ar­ byrjan var ikki líkt til at KÍF fór at enda í finaluni, har serliga Fleyr og Mjølnir høvdu hug at renna undan. So hóast vónbrotið í finalunum, er tað ein nøgdur venjari, ið hyggur aftur á kappingarárið. Nú snýr tað seg hjá KÍF um at byggja víðari upp á hesa kapp­ingina. “Nú havi eg verið her í trý ár, og verið í tveimum teimum seinastu finalu­num, so nú mugu vit bara byggja víðari og royna at vinna næsta kappingarárið. Tað kann væl bera til at fáa føroyameistaraheitið til Kolla­fjarð­ ar komandi kappingarár, heldur Ragnar. “Eg havi tað besta fólkið til tað” sigur hann at enda. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum: Vit megnaðu at halda trýstið Fleyr-liðskiparin Anna Sára Leifs­ dóttir Skaalum væntaði, at KÍF fór at vera betri enn í fyrru finaluni. “Vit væntaðu harðari mótstøðu, tí at tað fekk næstan ikki verið verri hjá teimum, enn í fyrsta dystinum. So vit vóru fyrireikaðar til, at tær fóru at spæla betri, og tí máttu vit eisini spæla betri og halda trýstið”. Hetta eydnaðist til fulnar, hóast KÍF hótti við at fáa spenning í eina løtu. Men sum dysturin leið var eingin ivi. “Jú longur fram vit komu, jú meira orku fingu vit” sigur Anna Sára og greiðir frá at tær løgdu nógv fyri at avgera dystin í trim­um settum. Fleyr-venjarin: Tað er lætt at vera venjari tá tað gongur so væl Kristian Mikkelsen, Fleir-venjari, helt ikki at spælið hjá Fleyrliðnum rakk sama støðið sum í fyrru finaluni. “Vit gjørdu fleiri býtt mis­ tøk” sigur hann. Hetta er eisini orsakað av, at lið­ið kom undir væl størri tryst í seinni finaluni. “KÍF spæla nógv betri í dag, og tær eru øgiliga ágang­ andi”, sigur Kristian. Hóast trivaliga 3-0 sigurin er venj­arin ikki heilt nøgdur við spælið. “Vit vinna 3-0, tíbetur, men eg eri ikki heilt nøgdur, tað skal eg viðganga, tí tær fáa í so nógv stig, eftir býttheitir sum vit helst ikki skulu gera.” Men tað er tó ein fegin venjari sum er skjótur at leggja afturat: “Men nú hava vit so vunnið, og tað er perfekt” Nærum lýtaleyst hevur kapp­ ingar­árið eisini verið, og tað er sum vera man ein væl nøgdur venjari, ið kann líta aftur á kappingina. “Eg vil ikki siga at tað hevur verið ov lætt, men tað ger árið nógv lættari hjá einum venjara, tá ið tað gong­ur væl, tí tú sleppur undan øllum trupulleikum.” Men venjarar síggja aloftast møgu­leika fyri at betri spælið enn meira, og Kristian er einki undan­tak. FLEYR­ KVINNUR ERU EINARÁÐANDI