mánadagur 16. apríl 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Hópurin hevur tað fantastiskt
saman, men tað kundi eisini verið,
at liðið hevði verið enn betri um
tað hevði tapt nakrar dystir, tí eg
meini at tað er av tapum, at tú lærir
allarmest”.
Men góða samanhaldið hevur tó
avgjørt verið ein fyrimunur, og ein
orsøk til framúr góða kappingar
árið.
“Leikararnir hava møtt væl upp
til venjing, vit hava vant væl og vit
hava so nógvar dugnaligar leikarar.”
Hetta hevur sæst aftur í 6 móti
6 spælinum sambært Kristiani,
ið síðani staðfestir, at hóast liðið
hevur verið einaráðandi í ár, so
hevur tað ikki verið óáhugavert
og hann staðfestir at enda: “Tað er
deiligt at vinna.”
KÍF vann á
áskoðaraplássinum
Ein orsøk til at KÍF tóktist munandi
meira tendrað í seinni finaluni,
var framúr góði stuðulin, ið KÍF-
kvinnurnar fingu av áskoðara
plássunum.
Ofta er tað so, at liðið, ið er
undirmett, hevur størri tørv
á stuðli, og tað fingu kollfirðingar
so sanniliga frá viðhaldsfólkum
sínum.
KÍF og Fleyr viðhaldsfólk vóru
helst møtt eins væl upp, men úr
kollafjarðarendanum
hoyrdust
herrópini og trummusløgini um
allan vøllin. Hvørt stigið sum KÍF
fekk, førdi nógvan gang við sær,
og hvørt stig liðið misti, førdi
eitt hjartaskerjandi suff við við
sær – og tá fjeppararnir ikki vóru
ósamdir við dømingina – tá komu
eisini róp.
Góði hýrurin elvdi eisini
til
at
Fleyrfjeppararnir
fóru at gera um seg, og
fjøldin hoyrdist veruliga í
øðrum setti, har gangurin í
høllini gjørdist ógvusligari,
so hvørt sum avgerðin
nærkaðist.
Tá ið dysturin var av, fóru
KÍF-leikararnir eisnii beina leið
oman at takka fjepparunum
fyri stuðulin, og tey uttanveltaðu
høvdu somuleiðis hug at takka fyri
góða dámin, ið var lagdur á dystin
haðani.
FLOGBÓLTUR
FYRRA FINALA HÓSDAGIN 12. APRÍL:
KÍF 0-3 Fleyr (25-17, 25-12, 25-11)
SEINNA FINALA SUNNUDAGIN 14. APRÍL:
Fleyr 3-0 KÍF (25-20, 25,23, 25-11)
Finalur, meistaradeild kvinnur: