mánadagur 16. apríl 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Albinus
Føroyameistararnir í meistadeildini
hjá monnum seinastu tvey árini, SÍ,
eru í ferð við eitt ættarliðsskifti, og
skjótt gjørdist greitt, at meistara
deildin í ár skuldi hava ein nýggjan
føroyameistara.
ÍF var sannførandi í landskapp
ingini í ár og vann sær annað finalu
plássið, meðan Mjølnir í kapping
við Fleyr vann sær seinna plássið.
Tískil var greitt, at tað annaðhvørt
vóru ÍF ella Mjølnir, sum fóru at
taka ímóti FM-steypinum í ár.
Umvegis oddasessin í meistara
deildini og nøvnini á leikaralista
num, so kundi ÍF valla lúgva seg
frá heitinum sum favorittur, men
Mjølnir hevur í kappingarárinum
víst, at teir eru førir fyri at koppa
fuglfirðingum.
Hetta vístu teir eisini í finalun
um í ár, sum stundum vóru væl
spældar og – ikki minst – spenn
andi.
Javnbrótari
Tað byrjaði júst sum ÍF hevði ynskt
sær. Teir vunnu fyrstu tvey settini
í fyrru finaluni 25-20 og 25-18, men
júst sum teir stevndu ímóti einum
tryggum 3-0-sigri, so ressaðist
Mjølnir, og við góðum spæli vunnu
teir næstu tvey settini 25-20 og
javnaðu harvið til 2-2 í settum.
Tískil varð neyðugt við einum
javnbrótara, soleiðis sum fimta og
avgerandi sett verður rópt.
Ein hevði illgruna um, at tað nú
var stórt trýst á ÍF, sum hevði tapt
tvey sett upp í slag, men fuglfirðing
ar vístu eingi tekin um nervar, og
heldur merkisvert løgdu teir seg á
odda heili 9-0 í avgerandi settinum
áðrenn Mjølnir yvirhøvur kom á
talvuna. Klaksvíkingar togaðu seg
heilt langt upp, og tað var ikki heilt
uttan nervar, at ÍF vann avgerandi
settið 15-12.
Liðskiparin, Bartal Eliasen, fegn
aðist sjálvsagt um finalusigurin,
men hann helt, at tað bleiv ov tætt
í avgerandi settinum.
Eg veit ikki hvat sker. Vit gera
útskifting, tá ið vit føra 9-0, og eg
veit ikki, um Boban (Ilic, venjari,
red.) roynir at satsa eitt sindur, men
hatta var ikki í ordan, at vit loyva
Mjølnir innaftur í dystin. Vit skuldu
havt lukkað tað tá, segði Bartal,
sum helt finaluna vera góða.
- Eg haldi, at áskoðararnir fingu
ein góðan, tættan og spennandi
dyst. Vit spæla øgiliga væl fyrstu
tvey settini, men síðani vinnur
Mjølnir seg fram á okkum, har vit
sjálvir halda, at vit lækka í støði.
Vit traðka so á speedaran aftur, og
gera vit tað, so eru vit nokso góðir,
segði hann.
ÍF avgjørdi
Hóast tapið kom dátt við hjá Mjøl
nir, sum var tætt við sigurin í fyrru
finaluni, men tó so langt burturfrá,
so mundi góða spælið og frálíka
comeback'ið frá 0-2 til 2-2 geva eina
vón og trúgv upp á egin evnir til
seinnu finaluna, sum varð spæld
seinnapartin leygardagin.
Fyri ÍF snúði tað seg um at
koma væl frá byrjan, soleiðis at
teir kundu taka vónina frá Mjølnir
og halda teimum so langt burtur
frá steypinum sum tilbar. Tað gekk
Eftir tvey ára fráveru frá FM-gullinum er ÍF nú aftur á
trónuni í føroyskum mansflogbólti. Mjølnir royndi at
spæla teimum eitt puss og var væl við í fyrru finaluni,
men í seinnu finaluni prógvaði ÍF, at tað ikki var av
tilvild, at teir vóru oddalið í landskappingini í ár
ÍF ER
AFTUR Á
TRÓNUNI
FLOGBÓLTUR