Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eisini eftir vild hjá ÍF fyrsta settið, sum teir vunnu 25-19, men Mjøl­ nir gavst ikki somikið lættliga, og annað sett vunnu teir 25-22 og javn­ aðu harvið til 1-1 í settum. Í triðja setti var Mjølnir eisini á odda eina løtu, men fyri tað mesta var tað stavn um stavn, og við 22-22 kopppaði tað til ÍF, sum vann 25-22. Hetta skuldi vísa seg at blíva avgerandi, tí 2-1-leiðslan til ÍF í einari kritiskari løtu var eyð­sæð mønustingurin hjá Mjølnir, sum eisini misti Jón Syderbø í fjórða setti við skaða – teir vóru upp­gev­andi, og ÍF vann stórt 25-12 og har­við finaluna 3-1. - Tá ið vit taptu annað settið í dag avgjørdu vit, at nú skuldu vit ikki tapa eitt sett afturat. So vunnu vit. Einki meira tvætl, segði ein av ungu ÍF-arunum, Hjørtur Eliasen. - Hetta var forloysandi at vinna FM, nú vit taptu steypafinaluna, legði hann afturat. Í Mjølnir-hópinum løgdu teir seg flatar fyri ÍF-avrikinum. Teir gjørdu alt, ið teir vóru mentir, men tað rakk ikki. - Vit hava ikki verið samlaðir sum eitt lið fyrr enn síðstu tveir dystir­nar, har vit hava verið fult mann­aðir. Vit leitaðu framvegis eftir hvørjum øðrum, so eitt sindur av frustratiónum spældu inn, men ÍF spældi eisini fantastiskt, og tað er ringt at steðga slíkum spælarum. Tú sást hvussu teir slóu bóltin niður í gólvið, og fleiri ferðir høvdu vit ongan kjans. Til lukku til teir, segði Jón Syderbø úr Mjølnir eftir dystin. Hetta er fyrstuferð í trý ár, at ÍF vinn­ur FM-gull. Seinastu tvey árini hevur SÍ verið føroyameistari, men smakk­urin av gulli er ikki heilt ókend­ur hjá fuglfirðingum, sum vóru meistarar árini 2013, 2014 og 2015. albinus@sosialurin.fo FYRRA FM-FINALAN, 12. APRÍL: ÍF – Mjølnir 3-2 (25-20, 25-18, 20-25, 20-25, 15-12) SEINNA FM-FINALAN, 14. APRÍL: ÍF – Mjølnir 3-1 (25-19, 22-25, 25-22, 25-12) FM-finalur, meistaradeild menn: Ein av drúgvastu monnunum á ÍF-liðnum hevur verið lið­skip­ arin, Bartal Eliasen, sum hevur havt ein lyklaleiklut bæði í nógvu meistaraheitunum, men sanni­liga eisini í ættar­liðs­skifti­ num, har hann er góður í ráð­ um at slúsa yngri leikarar inn á liðið, verður neyvan aftur at síggja á ÍF-liðnum. Tað avdúkar 41 ára gamli veteran­urin, sum nú ætlar sær at gevast. - Eg tori ikki at siga, at eg geri tað, men ætlanin er at leggja skógvarnar á hillina. Tað var eisini ætlanin í fjør, men vit mettu, at eg kundi spæla eitt sindur afturat. Tað havi eg gjørt, men nú verður slutt, sigur Bartal Eliasen, sum tó ikki vil úti­loka, at hann fer at spæla á næst­besta liðnum. Veteranurin: Ætli mær at gevast FLOGBÓLTUR