mánadagur 16. apríl 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Favorittarnir vinna FM í
flogbólti. Kvinnurnar hjá
Fleyr vinna báðar dystirnar
á KÍF, meðan menninir hjá
ÍF mugu stríðast fyri at
vinna samanlagt á Mjølni
Skála er fyrsta liðið,
sum vinnur stig frá KÍ
í landskappingini hjá
monnum í fótbólti. HB
vinnur dystin um annað
plássið á NSÍ, meðan AB
fær fyrsta sigurin í ár
Remy Gardlykke og Lýdia á
Smið vinna FM í dart, sum
er í Fuglafirði hesaferð.
Remy Gardlykke hevur í
nógv ár verið millum bestu
dartspælararnar í landinum
Føroyska kvinnulandsliðið
í fótbólti tapur 5-0 fyri
Íslandi, men tað kundi
verið minni munurin. Ein
framgongd í mun til 8-0
tapið í fjør
Jónas G. Djurhuus og
danska felagið, Høj, vinnur
seg í fyrsta atløgu undan
niðurflyting í næstbestu
deildini í Danmark. Høj skal
nú spæla avgerandi dyst í
niðurflytingarstríðnum
Andrias Edmundsson,
yngsti beiggin hjá Jóan
Símuni, skorar avgerandi
málið í U17 dysti fyri
Sunderland móti Liverpool
U17 landsliðið hjá
kvinnum í fótbólti vinnur
í menningarkapping í
Norðurírlandi 4-3 á Kosovo
Lutakast er til HM
undankapping í hondbólti.
Føroyar kom í bólk saman
við Danmark, men dysturin
kann fyribils ikki spælast í
Føroyum
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Marianna Holm Jacobsen
Føddur: 11. feburar 1996
Yrki: Hondbóltur – VÍF
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: 2004
2: Menn H71-Neistin,
kvinnur VÍF-Kyndil
3: 1984, 1-1 og
Liverpool vann upp á
brotssparkskapping
4: Michael Oliver
5: Vípan
6: Símun Hansen
7: Sonni Larsen
8: Bartal Eliasen
Hetta er filmurin um listaskoytu
kvinnuna Tonja Harding, sum
gjørdist heimskend í miðskieðis
í 90 unum. Hon er ein sera evna
ríkur listaskoytari, sum ikki heilt
passar inn í fornemma lista
skoytuumhvørvið, har stílreina
og sjarmerandi Nancy Kerrigan
er favoritturin hjá teimum flestu.
Undan vetrar OL í 1994 verður
Nancy Kerrigan álopin eftir ein
venjing. Ein maður ger stóran
skaða á annað knæið og sjón
bandamyndirnar,
har
Nancy
Kerrigan grátandi rópar “Why,
why, why”, ferðast kring allan
heimin.
Sum tíðin gongur blívur greitt,
at hendingin hevur samband við
Tonju Harding og mannin hjá
henni. Tonja Harding verður
heimskend og fær ringt orð á
ser. Filmurin fylgir hendingini
við útgangsstøði í samrøðum við
Tonju Harding, manninum hjá
henni, mammuni og lívvaktinum,
sum gevur boðini víðari til álops
mannin. Einki er líka til í hend
ingini, sum ber brá einum roka
ligum og fátækum samfelagi í
Oregon.
Tað eru fleiri tilburðir í filmi
num, sum eru ógvusligir og tað
snýr seg ikki altíð so nógv um
ítróttarliga partin, men heldur ein
bakgrundslýsing av persóninum
Tonju Harding og hennara um
hvørvi.
Tað er avgjørt ein fyrimunur
at kenna til hendingina, áðrenn
tú fert at hyggja eftir filminum,
sum annars er ótrúliga væl
gjørdur. Tað er ikki ein beinleiðis
ítóttarfilmur, men ein filmur
um eina heimskenda hending í
ítróttarheiminum.
HYGG UM: Tú minnist Tonju
Harding og hendingin, ella kennir
til hana.
IKKI HYGGJA UM: Tú ikki
veist hvør Tonja Harding er,
ella
væntar
ein
Disney film um ein
listaskoytara
HVUSSU ER AT
HYGGJA: Tað verð
ur ikki spart upp
á keðiligu hend
ingarnar í filmi
num. Hann er væl
spældur og spenn
andi
HVAT SIGUR TÚ:
Avgjørt ein filmur,
sum er verdur at
síggja, men set teg
inn í hendingina
fyrst. Tá fært tú
nógv meiri burtur
úr
FAKTA: Filmurin
byggir á veruligar
samrøður
við
Tonju
Harding,
f y r r v e r a n d i n
mannin Jeff, mammuna LaVona
og lívvaktin Shawn
Filmurin:
I, Tonja
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Grikkaland hevur eina ferð vunnið EM í fótbólti.
Nær?
2 Hvørji møtast í FM finalunum í hondbólti?
3 Liverpool og AS Roma møtast í Champions League,
men tey hava eina ferð spælt í finaluni. Nær?
4 Hvussu eitur enski dómarin, sum bríkslaði fyri
umstrídda brotssparkinum til Real Madrid móti
Juventus?
5 Hvussu eitur kvinnuunglingaliðið hjá Støkk, sum
kom víðari til finaluna í Challenge Cup II í Eysturríki?
6 Venjarin hjá B71 skoraði sigursmálið í 1.deildardysti
um vikuskiftið. Hvør er hann?
7 Hvussu eitur venjarin hjá manslandsliðnum í
hondbólti hjá Føroyum?
8 Hvør er FM vinnandi flogbóltsspælarin á myndini?
Hey Marianna, nú
gekk aftur galið við
knænum, hvat hendi?
Puha, vit spældu á Skála móti
StÍF, tá eg skjeyt eitt hoppiskot.
Bólturin fór í málið, men eg
lendi á vinstra beini og tað segði
”klikk”. Skanningin sigur, at ytri
meniskurin er skrædnaður og
fremra krossbandið er partvís
slitið. Eg angri, at eg skjeyt hatta
skotið
Hvat sker so nú við
viðgerð og endurvenjing?
Eg fari at fjakka um tvær
vikur. Tá eg komi aftur má eg
skurðviðgerðast. Vit mugu bara
síggja um hvussu illa krossbandið
er farið, og um tað skal skiftast
aftur. Tað væntar læknin tað skal.
Hørð uppvenjing fylgir altíð við.
Hvussu umfatandi er
skaðin fyri framtíðina?
Eg hugsi, at nú er kanska tíð at
gevast við hondbóltinum. Knæið
bleiv ongantíð ordiliga gott aftur
eftir seinast. Havi spælt við
stórum skinnara og pínu av og
á. Eg má hava knø at ganga á um
10 ár, so eg havi hug at takka fyri
meg. Tað tekur áleið eitt ár at gera
knæið klárt til hondbólt aftur og
tað krevur tol – sum eg ikki havi
nógv eftir av. Tað er ringt at hugsa
um at gevast sum 22 ára gomlu, tá
eg kundi hugsað mær at spælt í 15
ár afturat, men nú fáa vit at síggja.
Tú hevur verið ótrúliga
óheppin við skaðum,
hvussu taklar tú
tað mentalt?
Eg eri so kedd og havi grátið míni
tár fyri hetta. Havi skift bæði
krossbondini framman. Tað má
verða nokk. Eg fái gingið betri
nú og tað hjálpir. Royni eisini at
hugsa, at eg ikki havi sjúkur ella
havi mist nakran kæran, og at eg
annars eri heppin og havi mína
trúgv á Harran.
Tit skulu spæla FM finalu
í vikuni, hvønn leiklut
kemur tú so at hava?
Eg komi at hava sama leiklut sum
vanligt uttanfyri vøllin, har eg ætli
mær at verða stuðlandi og heppa
frá bonkinum. Faktist ætli eg
mær at gera alt, sum eg plagi bæði
áðrenn og aftaná dyst. So vóni eg
bara, at vit vinna.
“Teir fáa eitt mál, sum er rangstøða. Eg skilji
ikki hvussu linjuverjin ikki sær tað, tí hann er
minst tríggjar ella fýra metrar rangstaddur”
Maurice Ross, venjari hjá Víkingi, eftir 1-1 javnleikin móti
EB/Streymi í gjár
“Eg eri so ræðiliga skuffaður. Hini
liðini skulu bara hava ein ella
tveir møguleikar, so skora tey.”
Sámal Erik Hentze, venjari hjá NSÍ, er
vónbrotin eftir 2-1 tapið fyri HB í gjár