mánadagur 16. apríl 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Ná, so
hendi
tað
Vit skulu spæla okkara landsdystir uttanlands. Vit
skulu aftur til 1990, tá føroyska fótbóltslandsliðið
mátti spæla sínar heimadystir í Landskrona í
Svøríki. Nú má A-landsliðið í hondbólti spæla sínar
heimadystir uttanlands, tí vit hava onga ítróttarhøll,
sum lýkur altjóða hondbóltskrøv.
Síðani traðkaðu toftamenn til og gjørdu altjóða vøll
á Toftum. Tað skulu teir fáa stórt rós fyri, og mangur
føroyskur fótbóltsáskoðari eigur góð minnir frá
túrunum til Svangaskarð. Men tað er sum við
barnaminninum, tú hevur hug at minnast tað góða,
tí var ein felagsavgerð tikin vegna føroyska fótbólt
og landið, so hevði Svangaskarður ikki verið besta
loysnin. Men eins og við inndurafótbóltsvøllinum í
Vági, so verður intiativið latið einstaklingum, sum
leggja lív og sál í – men uttan veruliga fígging. Tá er
ikki eitt singt orð sagt um hesa eldsálir!
Nú eru 30 ár síðani, at føroyskur fótbóltur fekk
altjóða viðurkenning og framvegis lýkur Tórsvøllur
– okkara tjóðarleikvøllur – ikki øll krøv. Ikki fyrr
enn um eini tvey ár kunnu vit siga, at vit hava
fingið gjørt ein tjóðarleikvøll, sum stendur mát við
nútíðina í framkomna heiminum.
Tað verða minst 30 ár, til vit hava ein altjóða
góðkenda multihøll í Føroyum. Vit gera somu feilir
umaftur og umaftur. Tá eg sigi vit, so meini eg vit
øll. Eg endurtaki, at eg ikki haldi at ávísir persónar
hava gjørt nakað galið, men bara arbeitt eftir
umstøðunum. Tað skakandi er, at ongin talar at og
heldur, at vit skulu bróta upp úr nýggjum. Onkur
má byrja við at hugsa langtsikta og stórt. Vit mugu
hugsa sum land, tí vit eru ov lítil til ikki at tosa sama.
Tað var sama skilið, tá Hoyvíkshøllin bleiv bygd.
Har skuldi tak legjast av nýggjum – tí takið var
spart burtur í næstan einki av fyrstan tíð. Síðani er
bygt uppí, men nú verður mett, at høllin er ov lítil
til at hýsa FM finaludystum. Flott, ha? Hví ikki bara
byggja tað ordiligt frá fyrstan tíð?
Fyri
okkum
á
ÍtróttarSosialinum
er
tann
skemtiligasti parturin, at øll eru sinnaði at taka
ábyrgd, tá tað gongur ítróttinum væl ella tá
Stórhøllin bleiv bygd, men ongin sendir nakað
tíðindaskriv um, at tey eru orsøkin til at hon nú
stendur uttan altjóða góðkenning til hondbólt og
flogbólt – og vil gera nakað við tað.
Vónandi
ringir
onkur
klokka,
tá
føroyska
manslandsliðið í hondbólti má eyðmýkjandi túrin
uttanlands at spæla heimadysti móti Mikkel Hansen
og Danmark.
trondur@sosialurin.fo
Teitur M. Gestsson (HB)
Spælir aftur væl í málinum hjá HB, har hann millum annað
hevði stórbjarging í seinna hálvleiki
Erlendur
Magnusson (B36)
Byrjaði á framrættaða
miðvøllinum fyri Lukasz
Cieslewicz og tók av. Skoraði
eitt mál og átti sín lut í at
dysturin varð avgjørdur í fyrra
hálvleiki
Símun Samuelsen
(HB)
Skoraði og var sjónligur á
vinstra vonginum. Hevur av
álvara funnið formin og er
avgerandi frammanfyri málið
Tróndur Jensen (HB)
Dagsins spælari í Runavík.
Avgjørdi dystin og spældi væl á
miðvøllinum, har hann var nógv
á bóltinum. Tykist væl fyri
Teit Jacobsen (HB)
Stutt og greitt í einum flokki
fyri seg. Legði upp til eitt mál
og átti lut í tí mesta, sum fór
fram á vøllinum. Hansara orka
ger, at HB megnar at trýsta
hini liðini
Árni Frederiksberg
(NSÍ)
Hóast NSÍ tapti og hann ikki
legði upp til nakað mál, so var
Árni góður í dystinum móti HB.
Fleiri góð innlegg og góðar
dribblingar
Bjarki Nielsen (AB)
Avgjørdi botndystin móti TB/
FCS/Royn, tá hann skoraði sítt
annað mál í ár. Arbeiddi hart og
er sterkur á bóltinum
Jákup Pauli
Breckmann (AB)
Eyðsýndur í 1-0 sigrinum í
Trongisvági. Spældi seg væl
úr trýstinum og stóð sterkur í
tvídystunum
Ahmed Mujdragic
(Skála)
Spældi 70 minuttir í miðverjuni
móti KÍ og stóð stendur í
myndini. Er longu nú ein
týdningarmikil spælari fyri
Skála
Magnus Egilsson (HB)
Partvís umskúlaður til miðverja
í ár og loysti uppgávuna móti
NSÍ væl. Er serliga stekur í
avspælinum, men stóð eisini
væl ímóti NSÍ-trýstinum
Ragnar Danielsen
(EB/Streymur)
Spældi væl á høgra bakki
móti Víkingi, men fær plássið
á vinstra bakki á hesum
liðnum, tí tað kann hann eisini.
Sundalagsmenn hava nú fingið
stig móti trimum av fýra topp
fimm liðunum
Heimir Guðjónsson
(HB)
HB hevur nú vunnið tríggjar
útidystir upp í slag. Hesa ferð á
NSÍ, sum verður mett sum ein
av FM favorittunum. Íslendski
venjarin sær út til at hava fingið
fatur á HB-liðnum, sum tykist
væl fyri og væl skipað
LIÐIÐ HESA
VIKUNA